leygardagur 19. mai 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 95 - 19. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Sandoyingar iðra seg
illa um tapið á heima-
vølli ímóti FS Vágum
Toftamenn hava framvegis
til góða at vinna í lands-
kappingini i ár. Hetta var
ikki akkurát tað, sum teir
høvdu vónað og kanska
roknað við. Sunnudagin fáa
teir ein nýggjan møguleika,
og ætla teir sær at vera við í
toppinum, so er talan um
heimadyst, sum skal vinn-
ast.
Fyrstu umførini saknaði
B68 álopsparið frá í fjør.
Ímóti NSÍ var Súni Fríði
Johannesen við, og hann
skoraði. Marcello Mar-
cellino er við í hópinum
ímóti B71, men tað er ikki
víst, at hann verður við frá
fyrsta
bríksli.
Mortan
Hansen hevur verið sera
vandamikil, síðani hann
kom á Svagaskarð.
Oleif Joensen, sum var
leikbannaður ímóti NSÍ, er
tøkur aftur.
Klossaðu
Á Sandi iðra teir seg bláar
og gular! um, at teir ikki
fingu trý stig ímóti FS
Vágum. Í B71 halda teir, at
tað meiri var teirra skila-
leysa taktiska spæl, sum var
orsøkin til tapið, enn tað
vóru dygdirnar hjá mót-
støðumonnunum.
Allir
spælararnir
eru
tøkir og hava tískil møgu-
leika so at siga at gera tað
gott aftur. Eli Hentze
gjørdist pápi at einum soni
hósdagin (tillukku við tí, tit
bæði), so kanska fer hann
at vera serliga væl upplagd-
ur á Svangaskarði!
Dysturin á Toftum er
annars sermerktur av tí, at
tað eru tveir gamlir lið-
felagar, sum hava ábyrgd-
ina fyri liðunum. Jóannes
Jakbobsen og Kári Reyn-
heim spældu saman í HB,
og teir royndu seg eisini
saman í næstbestu norsku
deildini í 1986. Harafturat
vóru teir liðfelagar í nógv-
um av teimum fyrstu
altjóða skrásettu landsdyst-
unum. Nú standa teir á
odda fyri hvørt sítt árstals-
felag.
jh
Dystirnir um vikuskiftið
1. deild menn
20.05
GÍ-B36
Oddmar Andreasen
20.05
KÍ-NSÍ
Eiler Rasmussen
20.05
HB-VB
Petur Hansen
20.05
B68-B71
Suni Johansen
20.05
FSV-EB/S
Lassin Isaksen
2. deild menn
19.05
Skála-B36
Tummas Pauli Olsen
19.05
NSÍ-Sumba
Jógvan A. Jacobsen
19.05
HB-LÍF
Dagfinn Olsen
19.05
ÍF.KÍ
Páll Augustinussen
19.05
GÍ-TB
Edvard Højgaard
3. deild menn
20.05
GÍ-B36
Rúni Gaardbo
20.05
KÍ-Royn
Ólavur Weihe
20.05
AB-VB
Dia Lamhauge
20.05
B68-B71
Jonhard Hansen
20.05
IF-TB
Palli Gregersen
1. deild kvinnur
20.05
HB-B36
Lars Müller
20.05
VB-KÍ
Petur E. Kjærbo
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 GÍ
3
3 - 0 - 0
9
3
6
9
2 B36
3
2 - 1 - 0
6
1
5
7
3 VB
3
2 - 0 - 1
11
3
8
6
4 HB
3
2 - 0 - 1
7
4
3
6
5 NSÍ
3
1 - 2 - 0
3
2
1
5
6 KÍ
3
1 - 0 - 2
3
5
-2
3
7 B71
3
1 - 0 - 2
2
5
-3
3
8 FS Vágar 3
1 - 0 - 2
2
8
-6
3
9 B68
3
0 - 1 - 2
3
8
-5
1
10 EB/
Streymur 3
0 - 0 - 3
0
7
-7
0
Støðan, danska superligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 FCK
29
14-11-4
47
25
22
53
2 Silkeborg 29
14-11-4
43
29
14
53
3 Brøndby 29
15- 7 - 7
66
36
30
52
4 FCM
29
13- 9 - 7
45
39
6
48
5 Viborg
29
12- 7 -10
46
33
13
43
6 OB
29
12- 6 -11
45
38
7
42
7 AaB
29
10-10-9
45
43
2
40
8 Lyngby
29
11- 7 -11
36
46
-10
40
9 AGF
29
11- 4 -14
44
53
-9
37
10 AB
29
5 -14-10
35
39
-4
29
11 Herfølge 29
5 - 9 -15
36
58
-22
24
12 HFK
Sønderj. 29
1 - 7 -21
26
75
-49
10
Christian Høgni
verður við ímóti KÍ,
men ikki nýggi
skotski álops-
spælarin. Í Klaksvík
hava fýra spælarar
verið burturi frá
venjing í hesi vikuni
Higartil í ár hevur NSÍ
verið eitt av heilt fáu feløg-
unum, sum ikki hevur havt
útlendingar á liðnum. Men
nú eru ætlanir um, at ein
skoti skal hjálpa teimum í
Runavík at skjóta mál.
Í fyrradagin kom 24 ára
gamli Martin Glancy til
Runavíkar. Hann hevur
spælt í Chystel FC í næst-
bestu
skotsku
deildini.
Hetta er felag tætt við
Inverness.
Næstbesta skotska deild-
in fer nú í summarfrí. Jens
Martin Knudsen kennir
skotan, sum kanska verður
liðfelagið hjá Jens Martini
og teimum. Sambært Ísak
Mikladal, FSF aðalskriv-
ara, var spæliloyvið ikki
komið upp á pláss í gjára-
morgunin.
– Vit hava ongan sáttmála
gjørt, og tað er greitt, at
nýggi maðurin fer ikki at
spæla
við
í
Klaksvík
sunnudagin. Hann skal
fyrst vísa undir venjing og
kanska í 2. deild, hvør
dugur er í honum.
Hetta sigur Hans Petur
Ellingsgaard úr leiðslu-
bólkinum hjá NSÍ. Fleiri
feløg hava brent seg av
royndum við útlendingum,
og tað ætlar NSÍ at byrgja
uppfyri skal koma fyri hjá
teimum.
Christian Høgni Jacob-
sen noyddist mikukvøldið í
Miðvági
út,
tá
tíggju
minuttir vóru spældir. Ein
vøddaskaði
í
lærinum
spøkti, men teir rokna við,
at landsliðsmaðurin verður
við ímóti KÍ.
Sjúrður Jacobsen og Ian
Højgaard, sum vóru leik-
bannaðir í Miðvági, eru
tøkir aftur.
Fýra burturi
Í Klaksvík rokna teir ikki
við, at Ove Nysted verður
við. Knæskaðin, sum hann
fekk
í
steypadystinum
ímóti NSÍ sunnudagin, ger,
at hann skal binda frið í
eina viku afturat. Fríðin
Ziskason hevur ikki vant í
vikuni, og tað er ivasamt,
um hann verður við.
Brøðurnir Jan og Allan
Joensen skuldu fyrstu ferð
venja í gjárkvøldið. Teir eru
svornir Liverpool viðhalds-
mann. Teir hava saman við
trimum øðrum klaksvíking-
um verið í Týskalandi og
hugt at UEFA Cup finaluni,
og eftir Liverpool sigurin er
lagið sjálvandi gott. Joen-
sen brøðurnir eru báðir
lyklaspælarar hjá KÍ, og
teir verða báðir á liðnum
imóti NSÍ.
Fyrra semifinalan ímill-
um hesi bæði liðini í
Klaksvík síðsta sunnudag
endaði 1–1.
jh
Superligan: Men
meðan Todi Jónsson
og FCK hava kós
ímóti meistaraskap-
inum, so kom Her-
følge hóskvøldið
uppaftur nærri
niðurflytingini
Lagið í FCK er ógvuliga
gott. Hóskvøldið var 29.
umfarið í superliguni á
skránni, og FCK styrkti um
sína støðu í kappingini um
DM. Frammanfyri 19.415
áskoðarum í Parkini vunnu
teir 3–0 á FCM. Brøndby
megnaði bara 1–1 á útivølli
ímóti AB. Silkeborg vann –
ikki sannførandi – 1–0 á
niðurflutta Sønderjylland.
Nú stendur DM kapping-
in bara ímillum hesi trý
feløgini. FCK er á odda, og
harvið hava teir sjálvir
møguleikan at gera av, hvar
skápið skal standa.
Todi Jónsson skoraði
ikki, men sambært donsk-
um fjølmiðlum var hann
framúr
væl
upplagdur.
Ekstra Bladet skýrir Toda
og álopsfelagan Sibusiso
Zuma sum "den dødelige
duo", og heldur fram, at teir
"viste sig i et overdådigt
spillehumør".
Tá tað restaði eitt korter,
valdi venjarin at spara
Toda, men kortini fekk
hann hægsta karakterin í
Parkini. Zuma skoraði til
1–0 eftir returbólt frá
málverjanum. Tá vóru tólv
minuttir farnir, og tveir
minuttir seinni økti verju-
spælarin Jakob Laursen
upp á brotsspark. Tað varð
dømt, tá Todi Jónsson varð
feldur.
Heine Fernandez avloysti
Toda, og fýra minuttir und-
an leikloki staðfesti hann
sigurin við stútara eftir
innlegg.
FCK og Silkeborg hava
53 stig, men FCK er
frammanfyri, tí teir hava
betri málmun. Brøndby
hevur 52 stig. Øll hini
feløgini eru so mikið aftan-
fyri, at tað verður ikki
roknað við teimum, nú tað
eru fýra umfør eftir at
spæla.
Herfølge hjálparleyst
Lagið í Herfølge er ikki
gott. Hóast Jákup Mikkel-
sen hevði fleiri stórar
bjargingar, so nyttaði tað
einki í Odense. Í oysandi
regni vann heimaliðið 4–2.
Málskjúttarnir vóru púra
einsamallir við Jákupi, tá
teir skoraðu.
OB var frammanfyri 3–2
í steðginum. Teir komu
framum 2–0, men tveir
minuttir eftir seinna málið
minkaði Chris Hermansen
um munin. Eftir 42 minuttir
økti OB, men í síðsta
minuttinum undan steðgin-
um
minkaði
innskifti
Dennis Conthe, sum onk-
untið var upp á spæl í 2.
hálvleiki.
Miðskeiðis
í
seinna umfarinum økti
innskifti Jonas Schmidt, og
so var liðugt hjá Herfølge.
Johan B. Hansen var ikki á
liðnum hjá OB.
– Vit mugu taka okkum
saman, ella flyta vit niður,
staðfesti venjarin.
Støðan
hjá
Herfølge
myrknaði. AGF vann 1–0 í
Lyngby, og harvið er greitt,
at AGF ikki kann flyta
niður. AB
javnleikurin
ímóti Brøndby hevði við
sær, at munurin frá Her-
følge og upp til AB øktist
til fimm stig, og AB hevur
væl betri málmun enn
Herfølge.
Sunnudagin verður spælt
soleiðis:
Herfølge–AaB,
AGF–FCK,
FCM–OB,
Viborg–Sønderjylland og
Silkeborg–AB. Mánadagin
fær Brøndby vitjan av
Lyngby.
Marcello verður við ímóti B71
Skoti er komin til NSÍ
Todi og Jákup vóru
bestir á sínum liðum
C
M
Y
K
14
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Nr. 95 • leygardagur • 19. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Tónleikur
fingið føroyskt
heimstað á
netinum
Lesið á síðu 12
Tey syngja
vestan fyri fjall
»Kórið Sólarmagn hevur sína fyrstu konsert«
Teldupostur órógvar
arbeiðsfriðin
Strongd og dýrabar arbeiðstíð, ið fer til
spillis. Hetta er avleiðingin av mongu
óneyðugu teldupostunum, ið fleiri ferðir um
dagin leypa fram á telduskíggjan. Í Danmark
eru virki farin at áseta teldupostfríar tímar
Lesið á síðu 3
Lesið á síðu 2
Summarfrí í skotskum
húsvogni
Innarlaga á syðra armi á Moray Firth í
Skotlandi standa tveir húsvognar, hjá Atlantic
Airways, sum ætlaðir eru at leiga føroyingum
at halda summarfrí í
Lesið á síðu 6-7
UMMÆLI
Frits Johannesen
28. apríl hevði Mpiri kon-
sert í Rundatorni. Útisetar
í kórhýri settu dám á løt-
una ovast uppi í hesum
sjaldsama bygningi. Skráin
var sett saman soleiðis, at
hon hevði ein spegilsás, ið
deildi skránna so spegling-
arnar vóru smidligar vall-
ingar á spegils-blankum
vatni. Kórsangararnir vóru
í búna, sum Anna Morten-
sen og Dania Danielsen
høvdu skapað. Meginpart-
urin av evninum í plagg-
inum var føroysk ull. Her
var skap í orðum, tónleiki
og yndisligum plaggi.
Soleiðis skal tað vera.
Sunnleif Rasmussen
leiddi kórið. Sunnleif royn-
ist væl sum kórleiðari.
Hann aldi fram væl av
høviskum ljóði úr teimum
ungu røddunum í hesum
runda umhvørvi ovast
uppi. Sagt er um Pætur
tann Stóra (1672-1725), tá
ið hann var og vitjaði í
Danmark, fór hann við
hestavogni upp í Runda-
torn. Vit, sum lurtaðu,
komu tenjandi niðan
brekkuna og funnu okkum
ein góðan sess og lótu
Pjotr 1. vera tað, hann var
(hann var ikki av Guðs
bestu børnum) og lurtaðu
til hetta væla kór, sum tú
tókst til tín og var eitt sind-
ur errin av, tí hetta vóru
føroysk ungfólk, útisetar,
ið lættu ljóðið av. Sera
dugnalig ung fólk, sum
nomu við listaliga træðrir í
sanginum. Í livandi tón-
leiki fellur altíð okkurt av.
Onkuntíð kundi tú hugsað
tær, at røddirnar vóru eitt
sindur skúlaðar, men hetta
var bara ein fjøður í hattin,
at onkur hoyrdist burtur úr
á síni kórferð hetta kvøld-
ið.
Eg má taka til Trónd
Bogason við sínum snildis-
liga máta at lata kall-
mannaljóðið í sínum skap-
andi tónleiki fara um mus-
isku teigarnar í turkiløg-
um, sum stóðu steyrrøtt, á
skák, tyngd av nýslignum
grasi, men eisini við ang-
andi hoyggi, sum stóð í
næsarnar, tá ið tónleikur
hansara í kyldum nam við
tey turru stráini. Ein ungur
tónlistamaður við hugflogi,
sum fer at menna føroysk-
an kórsang og tónleik. Ja,
hann hevur longu gjørt
vart við seg.
Spegilsmyndin í skránni
var snildisliga sett saman
av forvitnisligum skalda-
kynstri og musikalskum
ljóði. Ungmannakæti í
skapandi líki speglaði sær í
ekspressivum líki í tónleik-
inum, men eisini álvarsemi
stóð á breddanum hetta
kvøld t. d. Vem är du –
Vagn Holmboe/Pär Lager-
kvist og Nun lob mein
Seel – Kári Bæk, trad.
danskur og týskur tekstur.
Speglingin í hesum løg-
um lá væl síð um síð,
hvíldu har sum Kvívík
liggur. Kári er hóvsamur í
síni gongd sum tónaskald.
Í tónleikalitkornum hans-
ara eru ljómur av nútíðar-
dámi at hóma, men klass-
isman eigur løturnar í tón-
leikamálinum og ger, at
ikki er so fremmant fyri
vanliga oyrað at syngja
løgini hjá honum. Tað
rennur ein dámur av rein-
leika, føroyskum og
norðurlendskum ljóði bæði
aldrandi og internýljómi úr
hond hansara, og tað er
sára gott.
Tað var nógv at tríva í.
Teimum, tú nýtir gott av,
skalt tú rósa. Ung fólk við
so nógvum í sær skalt tú
geva eitt heraklapp. Aspest
hjá Boga Nielsen v. fl. við
lagi og kórsatsi hjá Tróndi,
fekk greinskrivaran at und-
rast, síggja hvussu sam-
ljóðið í tónleikalistini fara
sprelskt avstað í rørslum,
ljóðið hjá fólkum, sum
eiga so nógv í sær, at tað
má út. Eitt sera skemtiligt
stykki, har ein ostinatur
róði í føroyskum – sam-
iskum – og skrælingaljóði,
har sangararnir trinu dans-
in, gloppaðu gluggan við
rapsangi av Trónda
Bogasyni og Jensinu Olsen
í ikoniskum lagi. Eitt sera
hugtakandi postludium og
fyrimyndarliga borið
fram… ja, latið í aspest.
Tað regnaði hetta kvøld.
Tú hoyrdi røddina hjá
Dánial Hoydal, sum í
satsinum hjá Kára sang:
Lover nu Herren… Lover
nu Herren,… meðan fólk
sum skuggar fóru sínar
lógligu leiðir… og alt var
so sera gott – eisini røddin
hjá hesum unga havnar-
dreinginum, sum var mill-
um droparnar, myrkrinum,
gatuljósinum og í tíni egnu
sál.
Hetta var føroyskt.
Kórið - MPIRI:
Útisetar í kórhýri
Teimum, tú nýtir gott av, skalt tú rósa. Ungum fólki við so nógvum í sær
skalt tú geva eitt heraklapp, skrivar Frits Johannesen m. a. í ummæli av
konsert hjá Mpiri í rundatorni í Keypmannahavn 28. apríl
15