Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult16 cyan16 magenta16 svart16 gult17 cyan17 magenta17 svart17 ARBEIÐSUMSTØÐUR John Johannessen Nógv av okkum nýta dagl- iga ein heilan tíma á arbeiðsplássinum til at lesa og svara teldupostum, ið einki hava við arbeiði okk- ara at gera. Hetta sýnir ein am- erikonsk kanning, ið felagsskapurin Gartner Group hevur gjørt. Am- erikanski felagsskapurin er komin til ta niðurstøðu, at triðjihvør teldupostur ein- ans inniheldur persónlig boð, ið einki hava við ar- beiðið at gera. Teldupostfríir tímar Í Danmark verður kann- ingin av teldupostvanum tikin í størsta álvara. Lýsingastovan BBDO í Keypmannahavn hevur gjørt av at banna starvs- fólkum sínum at senda teldupost millum klokkan tíggju fyrrapartin og klokkan trý seinnapartin. Danska lýsingastovan sigur seg hava tikið hetta stigið, tí teldupostar kosta eina rúgvu av mistari arbeiðstíð og elva til strongd millum starvs- fólkini. Tó hava einstakir ráðgevar í fyritøkuni fing- ið undantaksloyvi, tí teir ikki kunnu vera tøkniliga sambandinum fyri uttan í dagliga samkiftinum við viðskiftafólkini. Telefonin er betri Julianne Meulengracht, ið er leiðari fyri donsku lýs- ingastovuna, sigur í grein í Jyllands-Posten, at telefonsamrøður eru nógv betri enn skjótt skrivaðir teldupostar. – Vit eru vorðin samd um, at ein teldupoststeðgur skapar skapandi arbeiðs- frið og noyðir okkum at taka telefonina, sigur hon. Leiðarin fyri eina danska ráðgevingar- fyritøku er parvís samdur við grundgevingunum hjá Julianne Meulengracht og teimum á BBDO. Í hasara fyritøku eru gjørd tíggju boð um, hvussu teldupost- urin skal nýtast. Millum annað er bert loyvt at senda teldupostar til fólk, ið veruliga hava brúk fyri teimum. Stjórin fyri donsku ráð- gevingarfyritøkuna sigur við Jyllands-Posten, at tað eftir hansara tykki loysir seg fíggjarliga at avmarka nýtsluna av telduposti á arbeiðsplássinum. Hetta sýnir hann eisini við ein- um dømi. – Um 800 fólk brúka 30 sekund at lesa ein teldu- post um, at ein bilur stend- ur á parkeringsplássinum við ljósunum tendraðum, kostar hetta 400 minuttir av arbeiðstíð, ið verður brúkt til einki. Tá er blíl- igari at ringja eftir Falck og biðja tey koma við ein- um startkaðali, vísir danski stjórin á. Teldupostur frískar upp Øll eru kortini ikki samd við donsku stjórunum. Á heimasíðuni hjá DR ber til hjá vanligum internet- brúkarum at siga sína meining um, hvørt teldu- postur kostar arbeiðstíð, og um hann elvir til strongd. Og her eru fleiri, ið halda lítið um hugskotið við teldupostfríum tímum á arebiðsplássinum. Onkur heldur, at tað ikki kann vera verri at senda ein teldupost, enn at práta við síðumannin eina løtu. Onkur annar vísir á, at starvsfólk við hvørt hava brúk fyri at halda ein lítlan steðg, og tá er deiliga upp- frískandi at lesa ein teldu- post. – Eg sendi privatar teldupostar frá arbeiðs- plássinum, og eg haldi, at tað er OK at gera tað. Eg trúgvi ikki uppá, at tað ber til at arbeiða effektivt og rationelt langa tíð í senn. Tað hevur týdning, at tú gleðir teg til tann næsta lítla steðgin. Eg eri eitt menniskja og ikki ein maskina. Eg veit, at eg fái meirta og dygdarbetri tilfar frá hondini, tá eg eri glað- ur og væl nøgdur, enn tá onkur stendur og skríggjar í oyrað á mær um rationalitet og effektivi- sering. – Eg gerist glaður, tá eg fái ein fittan teldupost frá onkrum, eg eri góður við. Og eg kenni meg væl, tá eg kann gleða onnur á sama hátt. Eg geri ikki ov nógv av hesum. Eg taki eisini arbeiðið heim við nakrar ferðir, skrivar onkur á heimasíðuni hjá DR. Sostatt er spurningurin um teldupost á arbeiðs- plássinum ikki eins svart hvítur, sum summir danskir arbeiðsgevarar vilja gera hann. Í Føroyum kenna vit enn einki dømi um arbeiðs- pláss, ið hava sett bann fyri telduposti. 2 Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: eirikur@sosialurin.fo Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov EG MEINI TAÐ Tað er so stutt síðani, at sómin, tignarleikin og virði- leikin ikki rúmaðist í tí vakra gamla tinghúsinum. Tey tign- arligu mettu, at ikki var pláss fyri tignini í gamla vakra tinghúsinum, sum mátti um- og útbyggjast. Úrslitið stend- ur har í dag – eitt millum- ting millum ein danskan embedsmandsbolig og eitt íslendskt missiónshús! Fínpussanin av tignini kostaði miljónir. Ímeðan vaks bíðirøðin at sleppa inn á Lágargarð. Tað er so stutt síðani, at tingformaðurin metti, at pláss var ikki heldur fyri fullveldi-num í tí gamla og vakra tinghúsinum. Vit skuldu hava nýtt glashús, eina glæstriborg, har tignin kundi útstillast fyri altjóða samfelagnum, sum føroying- ar nú skuldu gerast sjálv- støðug eind av. Tingfor- maðurin fekk ikki allan sín vilja, tí nakrir tingmenn skammaðust. Men nakrar miljónir vórðu brúktar afturat. Ímeðan vaks bíðirøðin at sleppa inn á Lágargarð enn meira. Tað er enn styttri síðani, at vit sóu, hvussu gekst við tignini, eftir at fyrsta og annað stigið av um- og útbyggingini varð samtykt. Tingmenn, sum Føroya fólk valdu til arbeiðis á Føroya Løgtingi, rýmdu í fornerm- ilsi av arbeiðsplássinum, tí teir vóru ósamdir, hóast fólkavaldir til júst at sam- skifta. Men eingin trupulleiki tóktist at semjast um at brúka meira pening til at hýsa tignini. Ímeðan vaks bíðirøðin til Lágargarð munandi. Og nú kommunuvalið var í eygsjón, so skammaðust kommunalpolitikarnir í Havn at tosa um Lágargarð. Vildu heldur tosa um hvussu fínt tað varð vorðið í miðbýnum. Lágargarður var eitt dømi um, at ikki bar til at finna fram til eitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Eingin vildi tosa um størri og tignarligar karmar um tey gomlu. Spurningurin var eisini, hvør skuldi gjalda, land ella kommunur. Men landspolitikkar-arnir kvettu ikki í tvey. Vildu heldur tosa um tignarligar karmar um teirra tignarliga virksemi. Høvdu úr at gera at hyggja at modellum av nýggju tignar- ligu glæstriborg-ini. Ímeðan var bíðirøðin til Lágargarð vorðin so um- fatandi, at fólk sótu alspent um dagarnar og lurtaðu eftir andlátunum – kanska tað lukkaðist at fáa ommuna innum hesaferð? Tignin bara vaks. So nógv at tingmenn gingu skít í arbeiðstíð. Flokkar tóku ábreiðslurnar at sær og proklameraðu yvirlýsingar um internan rúsdrekka- politikk. Onkur flokkur heldur lunkaður, meðan annar skjeyt seg undir, at ”hesin trupulleiki altíð hevur verið kendur í føroyskum politikki”. Sum um tað, at føroyskir tingmenn áður drukku seg í hel, var nøkur umbering fyri, at menn í dag gera tað sama. Og sjónleikurin heldur fram. Nú seinast klandrast teir sum smábørn um flagg ella ikki flagg. Ein provo- kerandi sambandsmaður provokerar við einum borð- flaggi og formaðurin loypir beint á bláman og ger sær sjálvum fyri skommum við yvirhøvur at gera nakað burturúr tílíkum vanæriligum táputvassi. At Merkið hongur í tingsalinum kann man ikki semjast um, tí onkur annar legði málið fram. At Merkið hongur yvir vindeyganum oman móti Effersøe, sum í gomlum døgum, ber heldur ikki til, tí nýggja missións- húsið hevur onga flaggstong! Kanska flaggstongin kemur uppá telefonhúsið, sum skjótt verður sambygt við missiónshúsið, so betur pláss verður fyri tignini. Men tað skulu nógvar miljónir til afturat, áðrenn komið verður so langt. Ímeðan frættist av Lágar- garði, at fólk eru farin at ringja inn at vita, um nøkur av teimum gomlu liva heilt illa nú uppundir summar- frítíðina. Spurningurin er, um borð- flaggið ikki er órímiliga stórt at veittra fyri allari hesi tignini! Teldupostur órógvar arbeiðsfriðin Borðflaggið ov stórt til tignina? Strongd og dýrabar arbeiðstíð, ið fer til spillis. Hetta er avleiðingin av mongu óneyðugu teldupostunum, ið fleiri ferðir um dagin leypa fram á telduskíggjan. Í Danmark eru virki farin at áseta teldupostfríar tímar Óla Jákup Rólantsson, útvarpsmaður á Rás2 Slíkir teldupostar eru sambært ávísum donskum arbeiðsgevarum so mikið órógvandi, at neyðugt er at seta mørk fyri, nær og hvussu teldupostur skal nýtast Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001 3 Leygardagin 19. mai verður fyrsta konsertin í nýggja snotuliga skúlanum á Velbastað. Kórið Sólar- magn, við sangarum úr Kirkjubø og av Velbastað, fer saman við tónleikarum at framføra eina fjølbroytta skrá. Kórið Sólarmagn varð sett saman til hátíðarhald- ið, tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu seinasta summar. Og tað steðgar ikki, men syngur og syngur alsamt. Navnið »kórið Sólarmagn« sigur, at tey halda seg hava ávíst tilknýti til ungmanna- felagið Sólarmagn, sum varð stovnað í 1895. Kórið hevur eisini sungið til guðstænastur í Kirkjubøar kirkju. Leiðari tess er Fróði Sandoy á Velbastað. Málsnillingar Kórið fer at syngja sangir úr mongum londum. Søgur um kærleika, hepnan eins og óhepnan, verða sagdar á íslendskum, donskum, schwyzerdütsch (sveisisk- um týskum) og norskum. Saman við einum strúkara- ensemble fer kórið at syngja Bellman. Lívsgleði verður staðfest í einum enskum madrigali, eisini við strúkarum. Hægri maktir verða lovaðar á amerikanskum og hitt klára, góða vínið verður prísað á góðum fronskum máli. Tungt arbeiði í Afrika verður lýst í einfaldum ljóði. Og saman við Palla Hansen fer kórið at syngja sálmakendu vísuna Rättnu min tid, sum Olle Adolph- son gjørdi til ein leik hjá kekkanum Oldich Dank. Velbastaðmenn og Kirkjubøingar eru millum tey fáu her á fold, sum duga indo-evropeiska málbrigdið føroyskt. Tað kynstrið verður víst í einum tyssi av songum um alsk til náttúru og føðiland. Sangsókn Sangur og kvøðing hava verið og eru týðandi ítriv vestanfyri fjallið. Góður føroyskur dansur hevur livað í bygdunum báðum gjøgnum nógv ættarlið. Kvøðararnir hava borið nógv av gamla sniðinum við sær nærum fram til okkara dagar. Og útvarpið eigur tíbetur upptøkur av til dømis sitandi kvøðing á Velbastað. Nógv hevði kanska verið mist, um ikki so var. Nógv sálma- og vísuløg eru niðurskrivað eftir fólki heimanfyri, serliga hava feðgarnir sálu, Wenzel og Juul Andreasen verið við at varðveita stóran part av hesum mentanararvi. Konsertin verður í Velbastaðar skúla leygar- dagin 19. mai kl 17 og fer at vara 1 tíma. Atgongumerki fyri kr 50 fáast við dyrnar. Børn sleppa inn ókeypis. Tey syngja vestan fyri fjall »Kórið Sólarmagn hevur sína fyrstu konsert« Kórið Sólarmagn varð sett saman til hátíðarhaldið, tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu seinasta summar. Her avmyndað av bakkanum undir skúlanum. Mynd: Óli Rubeksen Kórið Sólarmagn avmyndað framman fyri nýggja skúlan á Velbastað. Mynd: Timmi Nielsen C M Y K 17 16