Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 205 - 23. oktober 2007 Hovstunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Einaferð var sovorðið kava­ rok, at maskinførarin, sum ruddaði kavan fyri Lands­ verk, kom úr gravkúnni og spurdi hana, um hon visti, hvar tey vóru. Einaferð var so harður stormur, at eitt stórt skip varð tikið av hvirlunum og upp á land á Trongisvágs­ firði. Og einaferð varð so kav­ svart í mjørka, at ein bilur rætt og slætt varð steðgaður mitt á vegnum, tí førarin tordi ikki at koyra víðari. Hetta eru bara trý av teimum mongu minnunum, frá arbeiðslívinum Jonhhild Bech í Porkeri, sum fara at fylgja henni í nógv ár. Er tað nakar, sum er fegin um, at Hovstunnilin nú er liðugur, er tað hon. Tey munnu vera ógvuliga fá, sum hava koyrt so leingi um Hovsegg, sum Jonhild Bech. Hon er sjúkrarøktarfrøð­ ingur og hevur seinastu 35 árini arbeitt á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Ellis­og Røktarheimi og øll hesi árini hevur biltúrurin upp um Hovsegg til og frá arbeiði verið ein fastur tátt­ ur í hennara gerandisdegi. ­ Tað hava verið nógvir túrar um Hovsegg tilsamans og tað hava eisini verið nógvir ringir túrar. Ongantíð verið bangin Tað, sum hevur gjørt tað serliga óunniligt at koyra hetta vegastrekkið í ringum líkindum, er, at talan er um einsporaðan veg og nógva­ staðni er brattlendi og onku­ staðni er enntá snipst niður­ fyri, tí vegurin er høgdur inn í hamaran og nógva­ staðni er langt oman á slætt. Onkustaðni hava heldur ongar bilaverjur verið fram­ við vegnum, bara stabba­ steinar. Hon hevur fyri ein stóran part arbeitt í kvøldvaktum og sostatt hevur hon mangan koyrt til hús heilt seint á kvøldið, ella tíðliga um nátt­ ina, tí næstan ongin onnur ferðsla hevur verið. Og sostatt hevur hon ver­ ið mestsum einsamøll uppi ímillum fjøllini og av tí sama hava heldur ikki verið nøkur serlig útlit fyri, at nakar skuldi koma til hjálpar við tað fyrsta, skuldi nakað hent. Her skal sjálvandi eisini havast í huga, at øll tey fyrstu nógvu árini vóru heldur ongar fartelefonir. ­ Men tað hevur gingið serstakliga væl og tað er ongantíð hent nakað, uttan einaferð, eg gleið av vegn­ um, men tað var í Øravíkar­ líð, har tað er bygt. Tá kom hon at hanga í eini stiki og tað hendi onki. Eina aðru ferð datt ein steinur í hamrinum á Hovs­ egg, niður á hjálmin á bilin­ um, men hann var ikki stór­ ur og gjørdi ikki stórvegis skaða. Jonhild hevur havt góðar nervar, tí hóast nógvir túrar hava verið ógvuliga ringir, sigur hon, at hon hevur ongantíð verið bangin. ­ Eg havi koyrt í øllum veðri, men eg havi ongantíð verið bangin, heldur ikki tá ið talan hevur verið um at leggja á fjøllini í stormi og kavaroki seint á kvøldið ella um náttina. Men hon leggur dent á, at hon hevur eisini alla tíðina lagt dent á, at hava ein góðan bil, sum hevur ligið væl á vegnum. Her skal kortini leggjast afturat, at av tí, at hon hevur arbeitt nógv á náttarvakt, hevur hon eisini havt frídagar inn ímillum og tað er sostatt ikki hvønn dag, hon hevur koyrt um Hovseggina. Men kortini munnu tað vera ógvuliga fá, sum hava koyrt um Hovseggina í eitt so langt áramál, sum hon í arbeiðsørindum. Vitsti ikki, hvar hann var Bara eina ferðina øll hesi árini er hon setst aftur fyri veður, men tá var so nógvur stormur, at tað var ikki hugs­ ingur um at fara til arbeiðis. Og tað er eisini bara eina ferð, at tað er hent, at hon hevur vent aftur. ­ Tað var sjálva jólaaftan tað eina árið, at eg skuldi heim frá arbeiði, men tá var onki at gera enn at venda aftur og tá setti eg upp í Øravík. Hon sigur, at tað var av allarringasta kavaroki og tað var so tjúkt, at vit mistu orienteringina og vistu ikki akkurát, hvar vit vóru stødd. ­ Vit komu fram ímóti eini gravkúgv hjá Lands­ verki, sum ruddaði kava. Vit vóru tveir bilar í fylgi á veg suðureftir, men nakað Eg havi ongantíð ver Hon hevur havt góðar nervar og ein góðan bil. Er tað nakar, sum fegnast um, at Hovstunnilin nú er liðugur, er tað Jonhild Bech í Porkeri. Tað eru ikki nógv, sum hava koyrt so leingi um Hovsegg sum hon og hon hevur havt nógvar fúlar túrar, eisini á náttartíð, tá ið hon hevur verið mestsum einsamøll uppi í fjøllunum í stormi og kavaroki. Men hon hevur ongantíð verið bangin Jonhild Bech hevur góðar nervar og er avbera rólig. Hon hevur havt nógvar fúlar túrar um Hovsegg, tí í samfull 35 ár hevur hon Hovsegg verið og fá hava koyrt so leingi um Eggina sum hon Skeið í íverksetan Íverksetarahúsið í Klaksvík hevur havt trý fullteknaði íverksetaraskeið, síðani húsið lat upp 15. januar í ár, og nú er eitt fjórða skeið á veg. Skeiðini eru sjálvandi fyri tey, sum umhugsa at byrja á egnum beinum, hava ítøkiligar ætlanir um tað ella júst eru farin í gongd. Leiðarin í Íverksetarhús­ inum og skeiðsleiðari, Rani Nolsøe, sigur, at at endamálið við skeiðinum er at brynja luttakararnar til at taka røttu avgerðirnar. ­ Soleiðis sæð er endamálið at geva íverksetunum ta neyðugu vitanina og styrkina í netverkinum við hinar luttakararnar, sum arbeiða við somu avbjóðingunm. Skeiðið skal vera við til at styrkja fortreytirnar at skriva eina góða virkisætlan, har ljós verður sett á týðandi evni sum fíggjarætlan, marknarviðurskifti, persónliga avkláring, og tað at mennast sum íverksetari við ráðgeving og luttøku í einum netverki fyri íverksetarar. Eisini ber til at hitta royndar íverksetar­ ar og vinnulívsfólk , sum greiða frá teirra royndum úr veruliga íverksetaralívinum. Meiri fæst at vita á www.is.fo.