týsdagur 23. oktober 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindi
Nr. 205 - 23. oktober 2007
rið bangin
norðanfyri skarðið á Hovs
egg, var so vánaligt síni, at
maskinførarin í gravimask
inuni kom út at spyrja
okkum um vit vistu, hvar
vit vóru stødd nú, tí eisini
hann hevði mist orientering
ina og visti ikki akkurát,
hvar hann var staddur.
Jonhild sigur, at ta ferðina
var so nógv rok, at tað reyk
í aftur, so hvørt, sum grivið
varð.
Tí gjørdu vit at av venda
við og so fóru vit oman til
Øravíkar, har vit settu upp.
Har vóru tey í nakrar tímar,
tá hevði hann makað veðrið
nakað og so løgdu tey á aftur,
og tá komu tey fram til húsar
í øllum góðum.
Men tað var bara suður
til Porkeris at venda, tí eg
skuldi aftur til arbeiðis og
fór so avstað aftur norður á
Tvøroyri seinni um dagin.
Tordu ikki at koyra
Ein túrur, hon minnist ser
liga væl, var í einum stormi
eina náttina mitt í áttati
árunum.
Tað var so nógvur vind
ur, at stóra skipið, Cockrow,
varð tikið av hvirlum og fór
á land í Trongisvági.
Arbeiðsdagurin var liðug
ur beint fyri midnátt eftir ein
kvøldvakt, men tað var kol
andi stormur og streymurin
var farin, so tað var eisini bøla
myrkt. Eg hevði ein starvs
felaga við mær, sum ikki tordi
at koyra sjálv, men vindurin
var so nógvur, at eg hættaði
mær ikki á fjøllini bein
anvegin. Tískil bíðaðu vit eina
løtu til eg helt, at hann hevði
makað vindin og so hildu vit
avstað aftur. Tað var eitt
øgiligt trýst á bilin alla tíðina
av vindinum, men sum allar
hinar ferðirnar, gekk eisini
hendan ferðin væl.
Jonhild sigur, at sjálvandi
er torført at koyra í stormi og
kavaroki. Men tað ringasta
heldur hon vera at koyra í
mjørka, sum ofta liggur so
kavsvartur um Hovseggina.
Serliga hesi seinastu
árini, tað eru blivnir fleiri
og fleiri lastbilar og treylar
ar, hevur mjørkin verið ein
stórur trupulleiki.
Tað kann vera sera tor
ført, tí møta vit so einum
lastbili, mugu vit bakka til
eitt víkipláss, tí vegurin
hevur bara eitt spor. Og tað
var mangan lættari sagt enn
gjørt, tí ofta vóru fleiri bilar
í hølunum í hvørjum øðrum
og tað kundi elva til, at tað
typtust, tí øll eru ikki líka
køn og álvulig í at bakka í
vánaligum umstøðum.
Ta einu ferðina, tað var
myrkt og harafturat so svart
í mjørka, at tað sást ikki
fram um nøsina, noyddist
Jonhild brádliga at bremsa
á Eggini, tí ein bilur stóð
frammanfyri henni mitt á
vegnum.
Tað vóru nakrir ungir
mans norðaneftir, sum rætt
og slætt høvdu steðgað bil
inum mitt á vegnum, tí teir
tordu ikki at koyra longur
og tað var so svart í mjørka,
at teir høvdu ikki ánilsi av,
hvar teir vóru.
Eg fór so inn á eitt víki
pláss og vegleiddu teir í at
koyra víðari, so eisini tað
spældi væl av.
Ikki veður hjá
konufólki
Hon sigur, at bara einaferð
ina øll hesi árini hevur hon
avlýst at fara til arbeiðis, tí
tað var útideyðaveður.
Eg skuldi á kvøldvakt,
men tað var sovorðið kava
rok, at eg helt, at eg skuldi
bara fara við Bygdaleiðum,
tí eg helt, at tað vóru óráð at
koyra og Landsverk var
eisini í ferð við at stongja
vegin, tí veðrið var so ringt.
Men bussurin kom heldur
ikki oman til Porkeris, tí
hann var fullur av fólki
frammanundan.
Eg ringdi so til bussfør
aran, men hann helt ikki, at
tað vóru líkindi hjá konu
fólki at fara á fjøllini
hendan dagin.
Ein
annar
trupulleiki,
sum av og á hevur gjørt tað
torført at koyra á gamla
Hovsvegnum, er skalvalop.
Einaferð fyri nøkrum
fáum árum síðani leyp ein
stórur skalvur oman á vegin
á Hovseggini og tá varð veg
urin stongdur í einar fimm
dagar, so ta ferðina lá eg veð
urføst
alla
hesa
tíðina.
Ímeðan veðurin varð stongd
ur, varð Smyril settur í sigl
ing ímillum Vág og Tvør
oyri.
Eina aðru ferð leyp aftur
skalvur á vegin, men hann
var ikki størri enn so, enn at
tað tók ikki meiri enn nakr
ar tímar at grava vegin aft
ur.
Tá var onki at gera, utt
an at venda við og tá fóru
vit oman til Hovs at fáa
okkum ein kaffimunn.
Men hóast nógvir túrar
hava verið fúlir, hava tað
sanniliga eisini verið nógvir
fantastiska vakrir túrar í
dýrdarveðri, bæði í sól um
dagarnar og í mánalýsi um
næturnar, sigur Jonhild.
Ein øgiligur lætti
Hon fegnast sostatt almikið
um, at Hovstunnilin nú er
komin.
Eg fari kanska ikki so
nógva gleði av tunlinum, tí
nú eri eg komin upp í árini,
at tað verður avmarkað,
hvussu leingi eg brúki hana
afturat í arbeiðsørindum í
øllum førum. Men hann verð
ur ein øgiligur lætti hjá teim
um, sum eftir okkum koma.
Jonhild Bech ivast ikki í,
at tunnilin fer at binda Suður
oynna meiri saman og at
styrkja samanhaldið í oynni.
Tað eru mong, sum
hveppa seg við at koyra um
Hovsegg ella sum rætt og
slætt ikki tora at koyra, tá ið
ivalíkindi eru, so hetta vega
strekkið hevur tarnað nógv
um fólki at liva og virka,
sum tey vilja. Tí væntar hon
eisini, at tað fer at vera
meiri
koyring
ímillum
syðru og norðaru helvt í
oynni, enn tað hevur verið.
Nú er bara at koyra fram
eftir sløttum allan vegin og
tað mesta av farleiðini er
heilt niðri við sjógvin, so
tað sparir uttan iva eisini
nógv brennievni. Nú er
vegurin eisini tveybreytaður
allan vegin, so tað slepst
undan at halda av í heilum.
Sostatt er Hovstunnilin
eitt ógvuliga stórt framstig,
sum fer at gera tað nógv
lættari og nógv skjótari at
koma fram, sigur Jonhild
Bech.
ð ein fastur táttur í hennara gerandisdegi
- Tað verður avmarkað, hvørja
gleði, eg fái av Hovstunlinum, tí
nú eri komin so væl til árs, men
hon verður ein fantastiskur lætti
hjá teimum, sum eftir okkum
koma, sigur Jonhild Bech
Nógv minni svartkjaftur næsta ár
Føroyar, Ísland, Norra, ES og Russland samráðast í dag um, hvussu svartkjafturin í Norðuratlantshavi skal býtast.
Samráðingarnar, sum fara fram í London, byrjaðu í gjár, og eitt úrslit skal finnast í dag. Heildarkvotan av svartkjafti er 1,7
milliónir tons, umframt 137.000 tons til Rusland í altjóða sjógvi. Føroyski parturin av heildarkvotuni er góð 26 prosent. Tá
strandalondini og Russland á sinni samdust um býtið av svartkjaftinum í Norðuratlantshavi, varð avtalað, at heildarkvotan í
minsta lagi skuldi minka 100.000 tons um árið. Strandalondini ásanna, at svartkjaftafiskiskapurin er ov stórur. Í fjør var samlaði
niðurskurðurin 300.000 tons, og niðurskurðurin í ár má í øllum føri vera tann sami, sigur Kate Sanderson, føroyskur
samráðingarleiðari. Tilgongdin til stovnin er ikki nóg góð, og tí er neyðugt at skerja veiðuna munandi, sigur Kate Sanderson.
Men enn eru strandalondini ikki samd um, hvussu nógv svartkjaftafiskiskapurin skal skerjast næsta ár. Londini samráðast einans
um, hvussu stór heildarkvotan skal vera. Býtislykilin er fastlæstur og ikki partur av samráðingunum. Føroyski samráðingarleiðarin
hevur vónir um, at strandalondini koma til eina semju seinni í dag. Hósdagin og fríggjadagin er fundur í London um
norðhavssildina. Og í næstu viku eru samráðingar í Oslo um makrelin.