týsdagur 23. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 205 - 23. oktober 2007
Sunnudagin var Stig Rossen í
kirkju í Klaksvík – á motorsúkklu
HUGLEIÐING
Dávur Winther
Kendi danski sangarin Stig Rossen hevði
eina konsert í Norðurlandahúsinum leygar
kvøldið – Útselt varð og áhoyrarnir vóru
sera væl nøgdir við konsertina.
Á ferð til Føroya í flúgvara fríggjadagin,
sum vegna vánaligt verður gjørdist nakað
long, fall eg í prát við Stig Rossen. Vit
samskiftu um sang og tónleika, ið hann
hevur eina langa røð av áhugaverdum
upplivingum at siga frá líka frá Grand
Prix, samstarv við symfoniorkestrum,
sjónvarpssendingum og CD’s.
Eisini hevur Stig lagt sær nýggja
yrkisleið sum fyrilestrarhaldari: ”Livet
skal ikke leves på automatpilot”. Hann
hevur skivað bók um evnið; tí nógvir av
hansara leiklutum av góðum grundum eru
endurtøkur í hópatali – tá er umráðandi
ikki at missa áhugan og innlivingina í
arbeiðinum.
Engagementið
Hvussu leggur tú lunnar undir ein ”rættan
dag” og skapar tær styrki og orku til ein
slíkan? Hetta er leikur í dagligdegnum,
sum Stig Rossen rættiliga hevur tikið til
sín, og kann geva av bæði við fyrilesrum.
Tú kanst eisini lesa um evnið í bók
hansara: ”Livet skal ikke leves på
automatpilot”.
Hesum fekk Stig sanniliga eisini brúk
fyri, tá ið hann heilar 1478 ferðir leikti
høvuðsleikin sum tann fyrverandi fangin
Jean Valjean i víðagitna musicalalinum
Les Misérables.
Eg helt tí fyri við Stig Rossen, at skalt
tú til Føroya at syngja, so mást tú uppliva
Klaksvík við teimum vøkru fjøllunum og
ikki minst heimsins vakrastu kirkju, sum
samstundis er besta konserthøli í
Føroyum, Christianskirkjan.
– Det lyder da spændende! Var svarið.
Stig fekk kort mítt og kl. 10.45
sunnumorgunin ringdi telefonin:
– Hej Dávur; jeg står i Klaksvík nu!
Vit fingu tíð at svølgja ein hálvan
kaffimunn og so í Kirkju. Stig var komin í
høslag við Ove ritter frá HarleyDavidson
klubbanum í Tórshavn. Hann skeyt upp, at
teir koyrdu til Klaksvíkar á Harley
Davidson súkklum. Í Klaksvík tók Bogi
Joensen frá Norðoya MCfelag í móti. Við
í ferðini til Klaksvíkar vóru eisini Hilmar
Augustinussen og Thomas, sum er ljóð
og reklamumaður hjá Stig Rossen.
Tá ið guðstænastan varð liðug, fór Stig
fram í kór og sang eitt lítið lag. Det må
jeg sige! Hetta er ein frálík kirkja, vøkur
og annarleiðis og sera góð at syngja í. Her
vil eg sera fegin syngja til eina konsert
eina aðra ferð, segði ein glaður og
bergtikin Stig Rossen.
Hetta var fyrsta guðstænastan hjá
Hanusi Simonsen í Klaksvík – Hanus er
ættaður úr Klaksvík.
Hanus tók í hondina á øllum og ynskti
teimum ein góðan sunnudag. Og nógv
høvdu vinarliga orð at bera Hanusi. Stig
Rossen heilsaði eisini uppá og takkaði fyri
góða høvið at hitta kirkjununa.
Hanus kendi ikki rættiliga mannin
beinan vegin. Men tá ið vitið rann við
prest, segði Stig eitt sindur umberandi:
“Eg plagi ikki at fara í kirkju í
motorsúklubúnað”.
“Nej, nemlig”! svaraði Hanus
Simonsen, prestur við hansara eyðkenda
Stig Rossen í kirkju
í Klaksvík á motorsúkklu
Stig Rossen kom í kirkju í Klaksvík á motorsúkklu