Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 205 - 23. oktober 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Lyngby livir aftur í SAS-liguni, og tað kunnu teir í bláu troyggjunum í stóran mun takk Holst fyri BT Danskir miðlar eru ivaleysir í síni lýsing av Christian Lamhauge Holst. Hann er ikki bara ein fongur fyri føroyska landsliðið, men sanniliga eisini felag sítt Lyngby FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo »Kong Christian« og »Verd­ ensmand« verður Christian Lamhauge Holst skýrdur í mánadagsútgávuni av dan­ ska blaðnum BT. Jú, Christi­ an Lamhauge Holst er ógvu­ liga væl fyri í løtuni. Tað sóu føroyingar í dystinum móti Ukraina, og tað sóu danir nú Viborg vitj­aði Lyng­ by um vikuskiftið. Lyngby lá frammanundan dystinum aftast í deildini við seks stig­ um. Viborg hevði tíggj­u stig og tí var tað ikki nógv, ið skilti liðini frá hvørj­um øðrum – bert fýra stig. Nú vikuskiftið er av og dysturin spældur, er munurin bara eitt stig, og Lyngby hálaði seg einn sess uppeftir. Hetta eigur Christian Lamhauge Holst stóran part av æruni av. Tað eru danskir miðlar samdir um, og serliga BT ger nógv burtur úr hálva føroyinginum. BT hevur valt hann at vera besta leikaran í SAS­ liguni hetta umfarið. Somu­ leiðis heldur blaðið, at hann var bæði besti og stuttligasti leikarin á vøllinum móti Viborg, umframt at hann eisini er á vikuliðnum við hægst karakteri av øllum – altso 10, meðan hinir á vikuliðnum fingu 9. »Kong Christian stj­órnar Kongens Lyngby og vísti vegin í botnstríðnum við máli og uppleggi«, stendur í viðmerkingini til, at Holst endaði í álopinum á viku­ liðnum hj­á blaðnum. Eisini grundgevingin fyri at velj­a hann til besta leik­ aran hetta umfarið, er full av rósandi orðum: »Lyngby livir aftur í SAS­liguni, og tað kunnu teir í bláu troyggj­unum í stóran mun takk Holst fyri. Som ein sannur einmansherur grund­ legði hann sigurin« Slitin eftir landsdystir Seinastu dagarnir hava verið strævnir hj­á Holst. Upp á átta dagar spældi hann tríggj­ar dystir – fyrst Frakland leygardagin, Ukra­ ina mikudagin og so Viborg sunnudagin. Afturfyri fær hann rós oman á rós og fyllir hann meginpartin av eini síðu í ítróttarinnlegginum í mána­ dagsblaðnum hj­á BT: »Slitin eftir eina harða viku við dystum fyri Føroyar. Tá er tað flott at skora og finna liðfelagarnar í blindum«, stendur í greinini, sum samanber Christian Lam­ hauge Holst við Toda Jóns­ son: »Stórt yvirlit og naskar atsóknir. Tann besti úr Føroyum síðani Todi Jóns­ son«, metir BT eftir dystin, har Holst skoraði fyrsta málið í 2­0 sigrinum, umframt at hann legði upp til ein risamøguleika. BT ger somuleiðis nógv burtur úr, at Holst hevur spælt landsdystir í farnu viku. Sum blaðið tekur til, so er hann ikki einans topp­ skj­útti hj­á Lyngby við seks málum, men eisini føroysk­ ur landsliðsáleypari. Tað merkti at farna vika var merkt av nógvari ferðing. »Tað hevur verið ein strævin vika. Eg kom ikki heim frá Ukraina hósdagin, so tað hava ikki verið nógvir dagar til at koma fyri seg í«, sigur Christian Lam­ hauge Holst við BT. Hann leggur at aftrat, at hann helst hevði kunnað pressað seg eitt sindur aftrat: »Men eg var ógvuliga troyttur«, segði hann við BT. Meðan tað gongur væl hj­á Holst at finna vegin til málið, so gongur minni væl hj­á liðfel­ aganum Tem Hansen at finna veg á vøllin. Hann legðist sj­úkur eftir at vera komin heim úr Ukraina, og hevur tískil ikki vant ella spælt dyst. Kann ikki saman­ berast við To­da Høvuðspersónurin sj­álvur tekur allur rósurnar rættiliga avslappað. »Tað er altíð stutt­ ligt at verða rósur á henda hátt. Men eg haldi ikki at tað er rætt at samanbera meg við Toda. Faktiskt meti eg, at samanberingar sum heild eru nakað undarligt nakað«, sigur hann við Sosialin. Christian Lamhauge Holst greiðir frá, at hann síðsta hálva árið er vorðin ein betri fótbóltsspælari: »Tað haldi eg, at eg eri blivin. Tað ger so aftur, at eg kann spæla á einum hægri støðið og við størri yvirskoti«. Skemtandi leggur Holst aftrat, at tað ikki var so nógv yvirskot í dystinum sunnudagin. »Eg var troyttur. Men sig­ urin var kærkomin. Vit liggj­a enn í tyngra endanum, og eg eri harmur um støð­ una. Hinvegin merkir tað bara, at er uppaftur meiri neyðugt við góðum avrikum frá leikarunum. Tað er eing­ in grund at missa móti, og eg trúgvi at støðan verður øðrvísi hj­á okkum seinni í ár«, sigur Christian Lam­ hauge Holst. Tann besti føro­yingurin síðani To­di BT rósar føroyska landsliðsspælaranum til skýggja eftir avrikið hjá honum í dystinum móti Viborg Umbering til Jógvan Martin Á forsíðuni í hósdagsblað okkara var ávísing til dystar­ frásøgnina um landsdystin millum Ukraina og Føroyar. Á forsíðuni varð landsliðsvenj­arin, Jógvan Martin Olsen, endurgivin fyri at siga, at tað var eingin skomm at tapa 5­0. Her var hend ein misskilj­ing millum redakti­ ónina og útsenda blaðmannin. Orðini hevur landsliðs­ venj­arin ongantíð sagt, men var hetta ein staðfesting hj­á blaðmanninum, og framgongur hetta eisini av tilfarinum inni í blaðnum. Vit biðj­a lesaran og Jógvan Martin Olsen um umbering fyri harmiliga mistakið. -blaðstj.