Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 205 - 23. oktober 2007 ] Badmintonkappingin er av á hesum sinni, og ikki kann sigast annað, enn at føroyingar hava verið í heiðursmerkjahýri. –Hetta eru bestu leikir nakrantíð hjá Føroyum, og eru vit bæði stolt og ovurfegin, fortelur ein glaður Tobias Effersøe, landsliðsvenjari BADMINTON Niels Petersen niels@sosialurin.fo Heiðursmerkini Føroyska badmintonlands­ liðið hevur megnað at vunn­ ið flerir heiðursmerkir á leikunum í Grønlandi. Heili 5 heiðursmerkir blivu tað til og vóru tær deildar yvir; eitt gull­, tvey silvur­ og tvey bronsuheiðursmerkir. Harradouble Í harradouble megnaðu vit at vinna eitt bronsu heiðurs­ merki. Flóvin Mikkelsen og Aksel Poulsen framdu eitt satt bragd, áðrenn hálv­ finaluna. Teir vunnu á tveimum sera stinnum og royndum leikarum frá Got­ landi. Í hálvfinaluni fingu okk­ ara menn tó ongantíð fatur í okkara egna spælið, ið hevði borið okkum fram gjøgnum kappingina, t.e., tað áleypandi spælið við ovmikið av smash­um. Tað verður fortalt úr Grønlandi, at tað ikki bara vóru okkara, ið ikki fingu spælið at glíða, tað var eins væl orsakað av at mótstøðan megnaði at leggja eitt stórt press á okk­ ara menn, ið teir ikki megn­ aðu at knúgva. Harrasingle Í harrasingle eydnaðist tað øllum at koma víðari frá bólkunum. Tíverri møttu Aksel Poulsen og Rógvi Poulsen hvørjum øðrum, í fyrsta dysti aftaná bólka­ spælið. Í fjórðingsfinaluni høvdu vit heili tríggjar spælarar – Aksel Poulsen, Niclas Eyst­ uroy og Flóvin Mikkelsen. Serliga Niclas var sera tætt uppá at koma víðari, men mátti taka til takkar við ein­ um tapi í trimum settum, ímóti einum sera vælleik­ andi Bjørn Erikson frá Got­ landi – kanska besti leikarin á harrasíðuni í kappingini. Úrslitið gjørdist 1­2 (21­ 15, 19­21 og 17­21). Flóvin og Aksel spældu báðir ein frálíkan dyst, men vórðu endaliga útslignir av ávíkavist sig slået i to sæt af Jonas Anderson (Got­ land) og Bror Madsen (Grønland). Úrslitið hjá Flóvin varð 0­2 (14­21 og 15­21), og úrslitið hjá Aksel varð 0­2 (16­21 og 12­21). Damudouble Í damudouble vunnu Sigrun Smith og Guri Poulsen ímóti tveimum frá Isle Of Man. Gamaní blivu tað til trý sett, men tað var fult kontrol á teimum báðum settunum, sum okkara vunnu. Í finaluni taptu okk­ ara móti Mille Kongstad og Aviaaja Greilser frá Grøn­ landi. Úrslitið varð 2­0 (22­ 20 og 21­16). Møguliga taptu vit, orsakað av at fyri­ reikararnir ikki høvdu for­ talt okkum, at teir høvdu framskundað skránna, við tveimum tímum, fyrr enn 5­10 min., áðrenn vit skuldu byrja. Damusingle Í damsingle vunnu vit gull­ heiðursmerkið, ið vit høvdu vónað, men ikki tordu rokna við. Sigrun Smith leveraði ein kanón tendrað­ an innsats, har tað vórðu knýttir nevar eftir hvønn einstakan vunnanbólt. Hon vann í tveimum sett­ um móti Mille Kongstad úr Grønlandi, ið ongantíð fekk frið at spæla sítt spæl, og hon gjørdist eisini tíðuliga arg yvir at Sigrun bleiv við at fáa fatur á hennara bólt­ um. Sigrun vann 2­0 og settini vóru (21­11 og 21­ 14). Mixdouble Í mixdouble eydnaðist tað Sigrun Smith og Rógva Poulsen at vinna eitt bronsu heiðursmerki. Tey taptu í tveimum settum móti tveim­ um sterkum Isle of Man­ spælarum, ið heldur óvænt­ að, ikki vunnu finaluna. Rógvi og Sigrun spældu frálíkt, men høvdu ikki orduliga nakað mótspæl til skjóta og flata spælið hjá mótstøðuni. Úrslitið varð 2­0 (21­15 og 21­18). Samtalt Samlaða heiðursmerkjatal­ ið varð fimm í tali, og er tað størsta talið nakrantíð í oyggjaleikahøpi. Býtið av heiðursmerkjunum varð: tvær bronsu, tvær silvur og eina gull. Islands Badminton Event 2007 Guri Poulsen og Brynhild Carlson í dysti á Islands Badminton Event 2007 Sigrun Smith, gullvinnarin fyri Føroyar á leikunum í Grønlandi Challenge Trophy Cup 2007 Føroyska hond­ bóltslandsliðið hjá monnum er í hesum døgum ávegis til Luxemburg, har teir á fyrsta sinni luttaka í Challenge Trophy Cup. Kappingin verður frá 23.­28. oktobuer HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Føroyska manslandsliðið í hondbólti fer í kjalavørr­ inum hjá kvinnulandsliði­ num, at luttaka í Chall­ enge Trophy Cup. Hetta er ein kapping, ætlað smátjóðum innan hond­ bólts ítróttina. Kappingin byrjar í dag, 23. og er liðug sunnudagin, 28. Ferðalagið fór longu úr Føroyum sunnudagin 21. og steðgaðu teir í Hel­ singør, har tveir av okk­ ara leikarum spæla til dagligt. Ætlanin er at teir skulu spæla ein venjing­ ardyst í Helsingør, fyri at samansjóva hópin. Úttiknu leikararnir eru: Heini Hanussarson, Elite 3000 Helsingør Rókur Akralíð, Elite 3000 Helsingør Carl Herup Olsen, Neistin Ingi Olsen, Neistin Dann Thorleifson, Neistin Tróndur Kragesteen, Neistin Janus Sørensen, H71 Esbern Patursson, H71 Dánjal Tórgarð, H71 Levi Nybo, H71 Rógvi Weihe, KÍF Sámal Joensen, VÍF Hans Áki Dal­ Christiansen, Kyndil Hjalti M. Jacobsen, Kyndil Janus Einar Sørensen, Kyndil Lars Black, Kyndil Magnus Matras, Kyndil Real Madrid leikarar fáa bót Julio Baptista og Robinho vóru ov seinir aftur til kongaliga felagið í spania, eftir at teir høvdu verið við landsliði teirra (Brasilia), og standa báðir nú til at fáa bøtur. Real Madrid kunnger á heimasíðu síni, at kanningar av hendingini eru í gongd, viðvíkjandi bótum til leikararnar báðar. Flogfarið úr Sao Paolo í Brazil varð seinkað, men tað fortaldi ongin teirra felagi sínum. Seinkingin hevði við sær at, at Robinho og Baptista ikki náddu til venjing í Madrid, fríggjadagin, undan dystinum ímóti Espanyol. Báðir vórðu settir av liðnum. Beckham vælkomin í Ipswich Fótbóltsikonið David Beckham hevur orsakað av skaðum, ikki havt nógva spælitíð, síðan skiftið frá Real Madrid til L.A. Galaxy, og tá kappingarárið er av í amerika, eru heili fýra mánaðir langur steðgur, og hetta hevur fingið Beckham at úttala seg um hvussu gott tað hevði verið, um hann slapp at venja seg í form aftur, í vetur, við onkrum enskum liði. Beckham ætlar sær at koma í form, so at hann kann verða valdur til enska landsliðshópin, ið møguliga megnar at spæla seg til EM­endaspælið á sumri, næsta ár. Jim Magilton, venjari hjá Ipswich sigur seg heldur enn gjarna hava Beckham at venja við sínum liði. Ipswich eru í løtuni í miðjuni á stigatalvuni í næstbestu ensku deildini – The Championship.