Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 205 - 23. oktober 2007 ] Fyrsta umfarið í heim­ ligu liðkappingini í talvi fór í gongd sunnudagin, meðan NSÍ ognaði sær fyrsta føroyameist­ araheitið í fótbólti. Nú strípurnar eru farnar úr eldinum, eru puntarnir í ljósum loga Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Síðan kappingartelving byrj­aði í Føroyum, hava før oyameistarakappingarnar fyri ávíkavist lið og einstak­ lingar verið tær kappingar, sum hava verið grundarlagið undir føroyskari telving. Tað er her, tey flottastu talv­ ini hava verið telvað, og teir sterkastu telvararnir hava møtst. Meistararnir settu kósuna Eftir dramatiskt endaumfar seinasta kappingarár, fór meistaraheitið til Klaksvík­ ar. Klaksvíkingarnir byrj­aðu aftur, har teir sleptu, og vunnu ikki færri enn 4­0 á hinum klaksvíksliðinum og hava longu nú lagt seg eitt heilt stig á odda í 1. deild. Vestmenningar, ið máttu taka til takkar við øðrum plássi seinasta kappingarár, snávaðu móti teirra egna øðrum liði, har teir “bert” vunnu 3­1. Sandavágsmenn gj­ørdu sína skyldu við at vinna 3­1 á einum skerdum havnarliði og liggj­a nú j­avnir við vestmenningar. Bjarnirnar ikki vaknaðar enn Hóast talvárið av álvara er byrj­að, er tað eitt sindur skuffandi at síggj­a, hvussu fáir av okkara fremstu telv­ arum hava luttikið. Av 20 teimum ovastu á føroyska styrkilistanum hava bert 6 telvarar verið at sæð við talvborðið, og má hetta sigast at vera ein av slakastu byrj­anum, ið liðkappingin hevur havt í áravís, tá hugs­ að verður um elitutelving. Hinvegin eru unglingarnir og breiddin væl umboðað í liðkappingini. Serliga eru nógvir unglingar í kapping­ ini. Av teimum 96 telvar­ unum, ið telvaðu í vikuskift­ inum, vóru 30 unglingar. Hetta er næstan ein triðingur av øllum telvarunum. Hetta kundi verið eitt tekin um, at eitt ættarliðsskifti er á veg innan føroyska telving. Hondbóltsvenjari setti dagsskránna Eitt sera áhugavert talv varð telvað í dystinum millum bæði vestmannaliðini í 1. deild. Á 1. borði sat Kári Durhuus (1760) við hvíta fólkinum yvir av fyrrverandi føroyameistaranum Carl E. N. Samuelsen (2249). Við einum muni á 489 ratingstig skuldi hesin dyst­ ur á pappírinum verið ein spurningur um avgreiðslu, men tað helt ikki. Fyrrverandi H71 venj­arin vísti, at hann kláraði at stýra fleiri enn 7 fólkum á vøllinum í senn og telvaði eitt frálíkt talv. Hann er kendur fyri álopstelving, og sunnudagin spardi hann heldur ikki upp á krútið, har hann so dyggiliga vísti aftur orðatakinum:”betri er at verj­a borg enn at herj­a borg.” Støðan úr talvinum teirra millum er eftir leikin 27. Bh3­g4: Sí talvborðið Klaksvíkingar á odda í øllum deildum Klaksvíkin hevði eitt megn­ ar ár seinasta kappingarár, og hetta ætla teir heilt sikk­ urt at endurtaka í ár. Í novembur eru 35 ár síðan felagið varð endurstovnað, so tí kemur tað felagnum serliga væl við, um úrslitini eisini gerast góð. Eisini er gott at síggj­a Kollafj­ørð aftur í liðkapp­ ingini, eftir at liðið varð tik­ ið úr kappingini í fj­ør. Liðið er við aftur í 2. deild, og hóast tað er ov tíðliga at siga enn, hvør flytur upp, verður spennandi at síggj­a, um Kollafj­ørður megnar at flyta upp aftur í 1. deild, har liðið heilt sikkurt hoyrir heima, um liðið er sett við sterkastu manning. Støðunar í ymsu deildunum eftir 1. umfar eru: 1. deild Stig Klaksvík 1 4 Vestmanna 1 3 Sandavágur 3 Vestmanna 2 1 Havnin 1 Klaksvík 2 0 2. deild Klaksvík 3 3½ Kollafjørður 2½ Havnin 3 2½ Havnin 2 1½ Toftir 1½ Sandavágur 2 ½ 3. deild A Klaksvík 4 2 Sandavágur 3 2 Vestmanna 3 2 Skopun 2 3. deild B Gøta 3 Havnin 4 2½ Vestmanna 4 1½ Rókur 1 Unglingar Klaksvík 3 Vestmanna 2 Havnin 2 Sandavágur 1 Skopun 0 Rókur 0 Bragdið 60-ára stovningardagur Herfyri helt Bragdið 60­ára stovningardag í Miðlahúsinum, og fitt av gestum vóru uppmøttir. Røður vórðu hildnar og millum annað fleiri av upprunaligu stovnarunum av Bragdinum vórðu møttir. Onkur teirra hildu eisini røðu. Kaffi og gott ábit var eisini at fáa í Miðlahúsinum í Vágsbotni hendan oktoburs seinnapart FØÐINGaRDaGUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Fitt av fólki var samlað í Miðlahúsinum hendan seinna­ partin í oktobur. Fyrsti røðarin hendan seinnapartin var formaður Bragdsins, Robert Vilhelmsen. Hann fortaldi um byrj­anina og tók stutt samanum, um søgu felagsins og takkaði stovnarum tess fyri megnar arbeiði teirra fyri frælsa ítrótt. Eisini treyv hann í týdningin av einum tílík­ um felagi, og at tað nú loksins fær virðuligar umstøður. Røðarar Eftir at formaðurin í Bragdinum hevði hildið eina røðu, vóru ymiskir, ið hildu røðu og hugleiddu um farna tíð, framtíðina og útlit hennara. ­ Nógvur aktivitetur hevur verið síðan stovningardagin. Millum annað høvdu vit longu vitj­an í 1949 av Ísa­ fj­ørðinum úr Íslandi, segði formaðurin í Ítróttar Sam­ bandi Føroya (ÍSF) m.a. Hann takkaði eisini fyri gott samstarv, gj­øgnum tíðina, ið farin er og vónaði at tað fór at halda fram og mennast. – Tað er heilt fantastiskt at Toftamenn bj­óðaðu seg fram til at gera eitt stadion, sum kundi nýtast í 1989, annars kundi ongir leikir haldast her, sama ár, sigur hann og leggur afturat, at krøvini økj­ast, og uttan ítróttar­ høll til frælsan ítrótt, kunnu vit ikki fáa oyggj­aleikirnar hendan vegin í 2015, sum ætlað. Heri Ziska, formaður í Frælsum Ítrótti Føroyar (FÍF), helt eisini røðu, og gleðist hann um at vit kunna taka í nýtslu, eitt stadion á altj­óða støði, og gleðist alsamt um at tað nú gongur væl, aftaná byrj­unartrupuleikar í pro­ j­ektinum. Hann endar við at takka fyri megnar arbeiðið, ið stovnararnir hava lagt eftir seg. – Uttan teir vóru vit ikki her í kvøld, og kundu nokk heldur ikki taka í nýtslu glæsuligt stadion, á sumri næsta ár. – Hevur stóran týdning, at Bragdið hevur megnað at skipað fyri so nógvum stórslignum tiltøkum, gj­øgnum tíðina, m.a. Tórshavn Marathon Íblásturin Millum aðrar, helt Palli Gregoriussen, ein av teimum átta stovnarunum av Bragdinum, eina røðu, har hann fortaldi um søguna, og um merkiligu kensluna, at standa her aftaná 60 ár. Vit vóru bert 15­16 ára gamlir, og høvdu allir alsk fyri frælsum ítrótti, og tiltikna olympi­ adan í Berlin í 1936, var kanska íblásturin til hetta felag. Einastandandi avrikið hj­á litta amerikumanninum, Jesse Owens, fekk áhugan bert at veksa. – Tá Íslendingar, av Ísafj­ørðinum, vóru á vitj­an í 1949, varð fótbóltsvøllurin í Gundadali máldur upp og nýttur, fortelur Palli frá og tekur at enda samanum og sigur at hann gleðist almikið um at tað enduliga eru nøktandi umstøður ávegis, fyri klassisku ítróttargreinina Frælsa ítrótt. Ein av 200 í lívsvanda Danska fótbóltssambandið ætlar sær nú at kanna allar spælarar í SAS­liguni fyri møguligar hj­artatrupulleikar. BT skrivar, at heilsunevndin hj­á DBU hevur sett fram ynski um, at elektroj­kardiografi verður nýtt, soleiðis at møguligir hj­artatilburðir kunnu fyribyrgj­ast. Í samrøðu við blaðið sigur ein yvirlækni á sj­úkrahúsinum í Gentofte, at kanningin helst ber við sær, at ein av hvørj­um 200 spælarunum fær tilráðing um at gevast við fótbólti. Kvinnulandsliðið til Litava Fyrstu vikuna í november mánaði skal føroyska kvinnulandsliðið taka lut í vinakapping í Siauliai og Panevézeys, sum liggj­a í Litava. Álvur Hansen, landsliðsvenj­ari, hevur nú gj­ørt av, hvørj­ar spælarar hann skal hava við sær á ferðini, og eru hesar: Bj­ørg B. Syderbø AB, Heidi Sevdal, Unnur Danielsen, Rúna Høj­gaard B36 Rósa Magnussen, Jacoba Langgaard, Mary Ann Isaksen GÍ, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Olga Kristina Hansen, Doris í Garði Joensen, Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein, Vivian Bj­artalíð KÍ, Annelisa Justesen ÍF Føroya. Umframt Álv Hansen, venj­ara, eru eisini Jacob Thomsen, hj­álparvenj­ari, Niklas á Líðarenda, ferðaleiðari, Sonj­a á Líðarenda, liðleiðari og Malan Klakstein, fysioterapeutur, við á ferðini. Teir gulu settu punktum, meðan teir svørtu og hvítu brustu saman 27. ... hxg4 28. Nxg4 Bg7 29. Nf6+ Kf8 (29... Bxf6 30. gxf6 Kh7 31. h5 Rg8 32. hxg6+ Rxg6 33. Kf2 Kg8 34.Rh1, og svartur fær ikki vart baklinj­una móti frúgv á h5) 30. h5 gxh5 31. Qxh5 Ne7 32. Nh7+ (Kári hevði møguleikan at fara eftir øllum stiginum við 32. Qh7 a5 33. Be1 Nc6 34. g6 Ne7 35. f5 exf5 36. Rxf5 Nxg6 37. Rxa5 og svarta støðan dettur saman) 32... Kg8 33. Nf6+ Kf8 34. Nh7+ 1/2-1/2