mikudagur 24. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 206 - 24. oktober 2007
Oddagrein í Sosialinum
19.10.2007 hevur yvir
skrivtina : Eitt valdømi
best fyri framtíðar Føroyar.
Grundgevingarnar fyri
hesum verða síðani útgrein
aðar í blaðgreinini. Aftaná
at hava lisið greinina má
eg siga, at innihaldið
heldur prógvar, at eingin
fyrimunur er við einum
valdømi. Tvørtur ímóti
verður ein slík broyting í
valskipanini – um ikki ein
vanlukku – so eitt stórt
afturstig fyri politisku
skipanina í Føroyum.
Fyrst verður løgtingsfor
maðurin endurgivin fyri at
siga, at málið hevur fingið
drúgva viðgerð bæði í
fólkinum, millum serfrøð
ingar og millum politik
arar. Hetta fari eg at ivast í.
Tað velst sjálvandi um,
hvat ein drúgv viðgerð er. Í
fólkinum haldi viðgerðin
hevur verið meira so sum
so. Onkur spurnarkapping
hevur verið, men annars
hevur málið ikki verið
aktuelt í meira enn nakrar
fáar mánaðar og stórt sæð
bert borið fram av ting
formanninum og lagt fram
sum tingmál 45 mánaðar
fyri eitt løgtingsval. Við
gerðin millum serfrøðingar
hevur kanska vart eitt
sindur longur, men út frá
øðrum sjónarmiðum um
nýggjar útrokningarhættir
v..m. Sjálvt uppskotið um
eitt valdømi hava serfrøð
ingar bert viðgjørt hesar
seinastu fáu mánaðarnar.
Og tað eg havi sæð hava
teir flestu ávarað ímóti at
seta lógaruppskotið hjá
tingformanninum í gildi. Í
øllum førum er tað
óðamannaverk at gera tað
til eitt brátt komandi val.
Politikarar hava viðgjørt
málið seinastu tíðina, men
týðuligt er at merkja, at tað
ikki bert eru sakligar
grundgevingar fyri
støðutakan teirra.
Sosialurin metir, at tíðin
er komin at taka avgerðina
um broyting frá einum
landsdekkandi løgtingið til
eitt kommunalt valt ráð, nú
beinanvegin. Blaðstjórin
vónar (eg haldi hann
væntar), at fáa at síggja:
Eitt meira professionelt
lið av tingfólki, og at sett
verða heilt nýggj krøv til
politikarnar
Sum skal síggja landið
sum eina heild, har teir
valdu eru landspolitkkarar,
sum virka fyri alt landið og
ikki bert fyri sína heim
bygd ella bý
Og ikki sum smærri øki,
ið stríðast ímóti hvørjum
øðrum
At sleppast skal undan
teim eyðkendu dupultfunk
tiónunum, har politikarar
sleppa at oyðsla við
ressursunum
Skipanin skal saman
sjóða hetta oyggjalandið
Viðv. 1.Eg fari at spyrja:
Hvørji nýggj krøv verða
sett til politikarar valdir í
einum felags valdømi fram
um teir sum nú verða
valdir í ymiskum valdøm
um?? Her krevst ein gjøllig
frágreiðing, sum ikki kann
gerast áðrenn týsdagin 23.
oktober 2007. Og hvussu
leiðis verða teir meira
“professionellir”, um teir
verða valdir á einum lands
lista heldur enn á einum
minni valdømislista. Í
løtuni verða nakrir ting
menn valdir sum útjavn
ingarmandatir, tað vil siga
við atkvøðum um alt
landið. Eru teir meira
professionellir enn teir
valdømisvaldu? Eg haldi
ikki nakar kann síggja
munin. Um blaðstjórin við
“professsionellar” hugsar
um politikarar við serstak
ari útbúgving, so er heilt
galið. Teir fólkavaldu skulu
koma frá fólkinum, og øll
skulu hava møguleika fyri
at verða vald uttan krøv
um serstaka útbúgving.
Viðv. 2. Er tað veruliga
so, at Føroya størsta blað
heldur, at teir politikarar,
sum higartil hava sitið á
Føroya Løgtingi ikki síggja
landið sum eina heild??
Tað er júst tí, at hesir verða
valdir úr ymsum plássum,
at vit fáa eina heildarum
boðan í Løgtinginum.
Harvið verður landið
røktað, men eisini verður
hædd tikin fyri teim ymsu
økjunum í landinum.
Viðv. 3. Tey smærri økini
stríðast ikki ímóti hvørjum
øðrum. Tvørtur ímóti
arbeiða tey fyri ein stóran
part saman. Harafturímóti
er vandi fyri, at tey stóru
økini gloyma tey smærru,
og tað verður uppaftur
verri við einum valdømi.
Viðv. 4. Hetta við dupult
funktiónum og oyðslan av
resurssum skilji eg ikki.
Her krevst ein meiri
nágreinilig frágreiðing.
Viðv. 5. Tað er ikki eitt
valdømi og harav standandi
miðsavnan, sum
samansjóðar landið Tað er
tvørtur ímóti umboðan og
røddir frá ymsu pørtunum
av landinum, sum gera
hetta møguligt. Eitt feskt
dømi um hetta er
Sandoyartunnillin. Ein
slíkur vil samansjóða
Sandoynna við ein stóran
part av landinum. Men
hvar finst mótstøðan móti
hesu? Júst í tí miðsavnaða
partinum.
Lógaruppskotið um
Føroyar sum eitt valdømi
er eitt misfostur. Vallógin
eigur at verða broytt, men
út frá heilt øðrum
sjónarmiðum. Teim ymisku
økjunum eigur at vera
tryggjað umboðan á tingi,
samstundis sum broyting
av talinum av
útjavningarmandatunum
skal tryggja flokkunum
javnbjóðis umboðan. Tá
vera møguleikar fyri, at
landið alt verður útbygt.
Samanumtikið kann sigast
um lógaruppskotið:
at tað brýtur við vanligar
demokratiskar reglur um,
at øll øki í landinum fáa
umboðan. Hetta er ein
fortreyt fyri at demokratiið
kann virka.
at áhugin fyri politikki í
lokaløkjunum fer at minka,
tá hesi onga ávirkan koma
at fáa á uppstillingarnar hjá
teim ymisku flokkunum.
at vandi er fyri, at um
boðanin í tinginum verður
nógv meira
flokkscentrerað enn
geografiskt umboðað og
harvið ofta meiri
“fakidiotisk”.
at við lógaruppskotinum
verður nógv størri møgu
leiki fyri leysgangaralist
um. Eingi krøv eru til
undirskrivtir fyri at stilla
upp í tí eina landsumfat
andi valdøminum. Harvið
verður eisini møguleiki
fyri, at politisku
flokkaskipanirnar
syndrast.
at listar við meira enn
40 nøvnum á hvørjum fer
at ørkymla veljarnar við
tilvildarligum valum sum
úrslit
at menn als ikki hava
gjørt sær greitt og sett seg
inn í hvørjar aðrar fylgir
standast av uppskotinum,
sjálvt um tingformaðurin
sigur at tað er gjølliga
viðgjørt.
Minsta kravið til
tingmenn, sum nú skulu
taka endaliga støðu til
málið, er at teir útseta tað
til eina nýggja støðutakan
aftaná eitt løgtingsval.
Annars er málið av so
stórum týdningi, at
løgmaður átti at nýtt sín
rætt at útskriva val
beinanvegin og harvið fáa
viðgerðina av málinum
inn í valstríðið. Tað er júst
til slík føri, at rættur
hansara at útskriva val er
ætlaður.
Eitt valdømi – fyri seinastu ferð
Fyrrv. løgmaður
Jógvan
SundStein
Lesið Sosialin - so eru tit við
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Herdis Müller
búsitandi í Havn
andaðist mánadagin 22. oktober, 83 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
fríggjadagin 26. oktober kl.14.00.
Familjan
Tey, ið vilja minnast Herdis, kunnu lata Zarepta eina gávu,
konta í peningastovnunum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á einhvønn
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Ada á Reynatúgvu
á Sandi
doyði og varð jarðað.
Hjartans tøkk øll tit, sum vóru góð við hana, meðan
hon var okkara millum.
Familjunnar vegna
Anna, Hanna, og Páll
Katrin, Niels, og Heini
Dagurin
Dagurin 25. oktober. Crispinus, deyður umleið ár 300.
Hann og bróðurin Chrispianus flýddu úr Róm undan Dio
cletiani keisara, og búsettust sum skósmiðir í Soissons í
Fraklandi
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri faðir, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Bogi Winther
á Landavegnum í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 22. oktober,
86 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
hósdagin 25. oktober kl. 15.00.
Familjunar vegna
Sigrid og Dorthea
Tey ið vilja minnast Boga, Sigrid og Dorthea kunnu senda eina gávur
til Sands kirkju, konto í peningastovnunum.