Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 24. oktober 2007 13 viðmerkingar Aftursvarið, sum Heðin Mortensen hevur í bløðu­ num, hevur hann sjálvur skrivað, tí tað er á so lág­ um støði, og ikki annað er væntandi, tá nakað kemur frá honum. Hann spyr, hvørjar kvali­ fikatiónir eg havi at vera yvirdómari í traðarmáli­ num, har hann bar seg skeivt at, tá málið um leigan av traðum var á býraðsfundinum tann 11. oktober. Til tað er at siga, at tað var ikki undirritaði, ið segði, at tað var ómoralskt, at borgarstjórin var á fundinum meðan málið varð viðgjørt og seirni atkvøddi fyri, at leigutrað­ irnar hjá kommununi skuldu ganga í arv. Nei Heðin Mortensen, tað var ein av tínum samgongufelagum, sum segði at tað var ómoralskt av tær at taka støðu í málinum, tí tú sjálvur hevur eina leigutrøð frá kommununi. So yvirdóm­ arin er ein av tínum egnu og ikki undirritaði. Í sama aftursvari skrivar tú um byggingina á løgmannabreyt, sum eitt smápartafelag hjá mær hevur gjørt. Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at úrslitið av byggingini ikki var gott nokk. Sambart sýnsmanni var jørð­ og betongarbeiði skeivt prosjekterað, og sjálvt um eg ongan lut átti í prosjekteringini, kom hesin feilur at kosta felagnum hjá mær hópin av peningi. Tað komu fleiri krøv ímóti felagnum um endurgjald, og avtalur vóru gjørdar um øll hesi krøv. Tað vóru milliónir, ið talan var um, men kanska er tað júst tað, sum nívir borgarstjóran, at keyparnir fingu endurgjald útgoldið í sátt og semju. Tað tók gott níggju mánaðir at avtaka felagið, og eru øll krøv móti felagnum avgreidd. Borgarstjórin skrivar eisini, at eg havi ríkað meg upp av bygging á almennari jørð. Løgi at borgarstjórin skrivar slíkt, tí hann hevur sjálvur atkvøtt fyri, at felagið hjá mær, eins og onnur kundu keypa jørð frá kommununi. Borgarstjórin er tann rætti at skriva um floksmor­ al. Spurningurin er bara, hvønn flokk hann meinar við, hann hevur jú eftir­ hondini verið í flestu flokkum í Føroyum, so hann kennir jú moralin innaniífrá. Annars var tað ein av tínum samgongu­ felagum, sum á opnum býráðsfundi tosaði um tín manglandi moral, ikki eg. PS. Vælsignaður Heðin, ger sum tú plagar, fá onkran at skriva fyri teg, tí tú megnar ikki at skriva nakað sjálvur, tað er jú alment kent. Aftursvar til ómoralska borgarstjóran býráðslimur Høgni Mikkelsen Nú Løgtingið hevur sam­ tykt, at Føroyar skulu taka ábyrgd og vera fult við í Kyoto­sáttmálanum, er mest sannlíkt at vit fáa hurðina klamsaða í nøsina. Sum danski umhvørvisráð­ harrin, Connie Hedegaard, gjørdi vart við, er klokkan tveir minuttir í 12, og vit skulu ikki rokna við nakra­ ri seravtalu við ST og ei heldur, at Danmark ruddar í okkara umhvørviskjallara. Hvussu í allari víðari verð ber tað til, at einki opið kjak hevur verið um, hvussu vinnan og privatu húsarhaldini kunnu liva upp til sera ambitiøsa málið um at minka okkara útlát við 8% fram til 2012, væl at merkja í mun til útlátið anno 1990?? Kyoto = ábyrgd í føroyskan politikk Sjálvandi ber ikki til ta einu løtuna at pynta seg við Kyoto fyri næstu løtu at koma krúpandi til Dan­ markar, tí vit ikki høvdu nakra greiða ætlan fyri, hvussu vit skulu minka okkara útlát. Tað nyttar ikki, at landsstýrið velur at bakka nú, tí Føroyar mugu og skulu sum ábyrgdarfull tjóð taka sín part av globa­ la niðurskurðinum av CO2­útlátunum. Har er eingin vegur uttanum. Liva vit ikki upp til ábyrgdina í hesum máli, kemur tað ikki einans at kosta landskassa­ num dýrt – men eisini vinn­ an kemur at gjalda prísin. Tí skulu vit í gongd í dag at minka um okkara útlát, og leggja eina ætlan, sum eisini fevnir um eina framtíðar føroyska oljuvinnu. Kundin krevur tað Nakrar føroyskar fyritøkur, sum selja til útlendska marknaðin, eru farnar at útvega sær góðkenningar sum vísa, at tær í sínari framleiðslu lata so lítið CO2 út sum til ber. Fleiri og fleiri virkir fara at gera hetta í framtíðini. Hetta gera virkini ikki við íblástri ella tileggjan frá myndug­ leikunum, men heilt einfalt tí útlendsku kundar teirra krevja tað ­ annars keypa tey vøruna aðrastaðni. Kring okkum eru risafyri­ tøkur sum Tesco, Cadbury Schweppes og Coca Cola og farnar at merkja sínar vørur við “CO2­fótaspor­ um”. Medvitni kundin spyr eisini eftir slíkari umhvørv­ ismerking á fiskavørum. Kyotoráðstevna i Føroyum Okkum tørvar víðfevnda, tvørfakliga og skjóta dag­ føring, og savnan av vitan, so vit øll kunnu bretta uppum armar her og nú. Tí eiga myndugleikarnir at skipa fyri einari almenn­ ari CO2­ráðstevnu. Her skulu fiskivinnan á landi, skipaflotin, byggivinnan, oljuvinnan, Umhvørvisstov­ an, Jarðfeingi, politikarar og onnur, sum hava áhuga og vitan á økinum, savnast til ein skjóttvirkandi hug­ banka. Her verða fakta løgd fram og kjakast skal um, hvør kann gera hvat og hvussu at røkka málinum. Eitt uppskot er at gera sum Stórabretland við teirra “The Carbon Trust” ­ at seta á stovn ein almennan grunn at hjálpa vinnuni og privatu húsarhaldunum í gongd við at minka teirra útlát, og á tann hátt at flyta Føroyar yvir í ein lág­CO2 búskap. Føroyar í jaligt fokus í 2009 Hetta kann so vera okkara fyriboði til altjóða umhvørv­ isráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn í 2009, har avloysarin hjá Kyoto væntandi kemur á borðið. Tá savnast øll heimsins lond, og vit fáa ein møguleika at vísa á Føroyar sum eitt land, ið tekur ábyrgd og tekur umhvørvið í álvara. Tað eigur ikki at taka meira enn tveir minuttir at taka avgerðina at savna allar góðar kreftir! Hvat náa vit uppá 2 minuttir? Bjørt saMuelsen Nú er nóg mikið tosað um asfalt og betong – nú skulu vit hugsa meiri um tey bleytu virðini. Hetta eru nýggir tónar, sum vit hava hoyrt bæði frá bæði høgum og lágum seinastu tíðina. Og eg vil geva teimum rætt. Í Leirvík hava vit ikki hoyrt um annað enn grót, asfalt og betong í mong ár. Tey bleytu virðini eru snøgt sagt skúgvað til viks og gloymd. Seinasta hálvannaárið hava bilar – smáir og stórir – sett sín týðiliga dám á okkara bygd og bygdalív. Tað er heilt einfalt vorðið vandamiklari at liva í okk­ ara bygd ­ tey bleytu virð­ ini eru skúgvað til viks. Leirvíkar Bygdarráð hevur seinasta árið saman við ráðgevum innan býar­ skipan og ferðslutrygd roynt at gjørt eina góða og trygga loysn á ferðsluni frá Norðoyatunlinum. Ein for­ treyt fyri at trívast er nevni­ liga, at fólk kunnu kenna seg trygg í sínum um­ hvørvi. Tað er sera umráð­ andi at tey, sum koyra á landsvegunum, ikki eru til ampa fyri íbúgvararnar. Men íbúgvarnir eiga heldur ikki verða til ampa fyri tey, sum skulu koyra framvið. Niðurstøðan av hesum arbeiði er tann, at skilabest er at gera ein veg oman fyri bygdina, og ikki sum ætlað, beint í gjøgnum bygdina, fram við kirkju, barnagarði og skúla, gjøgnum báthylin, havna­ lagið og fjøruna, har alt verður slættað við jørðina, fylt upp við gróti og lagt undir asfalt og betong. Tí hevur bygdarráðið heitt á myndugleikarnir um broyta lógina, og í staðin flyta vegin niðan um bygdina. Tað er at fegnast um, at Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at flyta vegin niðan á Brekkur, so sum bygdarráðið heitti á løgtingslimur um at gera. Nú fáa løgtingslimir høvi til at standa við greiðu avtaluna um at fylgja til­ mælinum frá bygdarráð­ num og sostatt taka undir við uppskotinum um veg uppi á Brekkum. Eg vil undirstrika, at hetta upp­ skotið ikki hevur øktar útreiðslur við sær. Við vegnum oman fyri bygdina verður møguleiki fyri einaferð at gera tunnil á hesum strekkinum bein­ leiðis í Leirvíkstunnilin ella Gøtudal. Hetta er í tráð við ætlanirnar hjá Lands­ verk, sum longu hevur lagt hald á øki í Fløtugerði til ein møguligan tunnil í framtíðini, og sum tekur undir við tilmælinum um at gera vegin oman fyri bygdina. Sostatt tilmæla báðir myndugleikarnir, sum skuldu tilmæla polit­ ikarunum í hesum máli­ num, fyri fyrstu ferð á somu vegaloysn. Fyrr ella seinni mugu politikararnir síggja veruleikan í eyguni og viðurkenna tilmælini frá pørtunum, sum varða av landsvegum og tí komm­ unala umhvørvinum. Tá kunnu vit siga, at polit­ ikararnir hugsaðu meiri um bleytu virðini og ikki bara um asfalt og betong. ”Dugurin í einum menn­ iskja kann mátast eftir, hvussu langt hann hevur í millum at skilja og at vilja. Tað, eitt menniskja kann skilja, tað má eisini hann kunna noyða seg sjálvan at vilja. Í millum at skilja og at vilja liggja umbering­ arnar og undanførslurnar.” Lat okkum ikki bróta niður, men heldur byggja upp, varðveita og fjálga um tey bleytu virðini. Vit eiga at hugsa um tey bleytu virðini – eisini í ferðsluni borgarstjóri, Leirvík Fríðgerð Heinesen Tað eru ikki vit leirvíking­ ar. Vit bíða framvegis eftir Bjarna Djurholm og hans­ ara Landsverk, tað hava vit gjørt nú í 1 1/2 ár. Løg­ tingslógin um vegaføring í Leirvík varð samtykt tann 16. mai 2006, síðani tá hevur Leirvík ligið í koma. Ikki eitt snús er hent. Upp­ hæddin, sum var avsett til at fara í gongd við arbeiði­ num, hevur Bjarni Djur­ holm nú býtt út til annað virksemi í eysturoynni. Einki ilt um at tey arbeið­ ini nú kunnu fara í gongd ella vera gjørd liðug, men hví tordi hann ikki at fara í gongd við tað arbeiði, honum varð álagt smbr. løgtingslóg? Hvør er tað hann ræðist so illa? Landsverk er stovnur undir Bjarna Djurholm og hann sum landsstýrismaður eigur at arbeiða smbr. tær lógir, sum eru galdandi, hvør stýrir her, Landsverk ella Bjarni? Hví er hann so trekur, hvør heldur í teym­ arnar, sig sum er góði, vit skulu hjálpa tær. Ná! skemt til viks. Nú er Kári Højgaard eisini farin at leika í. Ilt er at vita hví. Nú skal hann leggja uppskot fyri tingið um vegaføring niðanum bygdina, og grundgevur m. a. við at tann tunga ferð­ slan fer at fara niðan har, ístaðin fyri at fara gjøgnum bygdina. Góði eigi teg, heldur tú at teir, sum koyra hesi tungu akførini, fara niðan á Brekkur á hávetri í kavaroki og hálku, so tekur tú feil. Tá løgtingslógin varð samtykt tann 16.5.06 hildu vit leirvíkingar, at nú varð friður. Nú mundi fara at bera til at stykkja út, hava visiónir fyri framtíðina, vit sóu fyri okkum, at tað var framvegis ein orsøk til at vera júst her í Leirvík. Tað var eisini orsøkin til, at vit mettu tað vera rætt at seta pening av til nýggja býarskipan. Nú máttu vit koma víðari. Í langa, langa tíð varð arbeitt við upp­ skotið til býarskipan fyri Leirvík, Landsverk og Bjarni Djurholm var alla tíðina vitandi um at býarskipanin var stik í andsøkn við løgtingslógina. Hví gjørdu teir ikki vart við tað, tað hava teir skyldu til? Nú kemur so Kári Højgaard, sum frensur burturúr høvdatrognum og leypir øði í grindina aftur. Hvør sendir hann ørindir? Neyvan ger hann tað av sínum eintingum. Hvør sendir Kári Højgaard ørindir? Leirvík randi í jógvanstovu