mikudagur 24. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 206 - 24. oktober 2007
tíðindi
Magnus Tausen,
formaður í Føroya
Lærarafelag, sigur
at verandi skúla
skipan ikki er nóg
góð fyri teir veiku
næmingarnar. Trupul
leikin er, at eingin
yvirskipað leiðsla
er, og tí heldur einki
yvirlit ella ætlan
Fólkaskúlin
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Sosialurin hevur spurt for
mannin í Føroya Lærara
felag, Magnus Tausen, um
tey tilboð, sum veikir næm
ingar fáa í føroyska fólka
skúlanum í dag, eru nóg
góð. Hann staðfestir, at
hóast glottar eru, so eru hol
ini minst líka nógv.
Tað eru lærarar, lærara
toymi og skúlar, sum hava
umstøður og orku at lofta
næmingum við lesitrupul
leikum, aspergers, adhd
ella øðrum. Men um vit
hyggja at øllum skúlunum í
landinum, so mugu vit
staðfesta, at skipanin ikki
er nóg góð, sigur Magnus
Tausen.
Trupulleikin er fyrst og
fremst, at onki yvirlit er. Vit
hava einki samlandi organ,
sum sigur hvussu standurin
er. Í dag vita lærarar og for
eldur, at nakrir næmingar
ganga til onga nyttu í skúla,
men hetta verður ongastaðni
staðfest, og foreldur renna
frá peri til pól, tí so nógvir
ymiskir stovnar og ráð eru
innblandað.
Føroya Lærarafelag hevur
leingi eftirlýst, at alt barna
økið verður lagt undir eitt
ráð, soleiðis at tað er púra
greitt, hvør landsstýrismað
ur hevur ábyrgd fyri teim
veiku næmingunum. Undir
hesum ráðið kundi ein sterk
ur sernámsdepil so umsiti
bæði krøv og resursir til
lokalu økini, sigur Magnus
Tausen.
Kommunurnar
hava
umsitið barnagarðsøki og
hava tey seinastu árinini
lagt nógva orku í at skapa
nøktandi umstøður og eisini
at veita stuðul til tey børn,
sum tørva hjálp, sigur Magn
us Tausen.
Men tá barnið fer í skúla
fylgir vitanin og stuðulin
ikki við. Múrurin millum
barnagarð og skúla ger, at
bæði vitanin um barnið og
tað arbeiðið sum er gjørt
fyri at menna barnið onkurs
vegna fer til spillis.
Mugu hjálpast tíðliga
Kanningar vísa, at jú fyrr
barnið verður hjálpt, jú
betri verður úrslitið, sigur
Magnus Tausen. Finland
hevði besta úrslitið í Pisa
kanningini, og har hava
myndugleikarnir júst lagt
serligan dent á, at fáa teir
veiku næmingarnar upp í
miðuna so skjótt sum møgu
ligt.
Magnus Tausen hevur
sjálvur verið lærari í einum
1. flokki, har tveir lærarar
vóru saman um allar tímar
nar, og hann er vísur í, at
hendan skipan loftaði nøkr
um næmingum, sum annars
høvdu staðið hjálparleysir
nøkur ár seinni. Men tað er
misjávnt, hvussu hendan
skipanin virkar runt landi,
tí teir smærri skúlarnar
hava færri tímar at flyta
runt við og hava tí ikki
møguleika at uppraðfesta
teir yngru flokkarnir.
Ein annar trupulleiki er
múrurin millum barnagarð
og skúla. Markið millum
barnagarð og skúla skal
vera meira flótandi, sigur
Magnus Tausen, og hann
hevur einki ímóti, at pæda
gogar vera partur av arbeið
num tey fyrstu skúlaárini.
Mugu styrkja
skipanina
Í Runavík hava tey sett ser
stovur á stovn, sum umframt
at vera skúlastovur hjá heilt
veikum næmingum eisini
skulu geva lærararum tilfar
og vitan til gerandisdagin í
vanligu skúlastovuni. Og í
Havn og í Suðuroy verður
sami møguleiki kannaður,
sigur Magnus Tausen. Hetta
er gott, men tað besta hevði
verið, at hesar stovur vórðu
samskipaðar.
Vit hava brúk fyri einum
sterkum sernámsdepli, tí í
dag er leikluturin hjá hesum
stovni alt ov ógreiður og
veikur.
Formaðurin í Føroya Lær
arafelag sær ikki nakra and
støðu millum ætlanirnar at
leggja fólkaskúlaøki út til
kommunurnar og ynski um
eitt sterkari yvirskipað org
an. Tí tann sterka landsskip
anin skal tryggja, at komm
unurnar hava bæði tey neyð
ugu krøvini og tær bestu
resursirnar.
Ein vanligur lærarari
við góðari ráðgeving og
góðum umstøðum kann
geva øllum børnum tað,
sum tey hava brúk fyri. Tað
ræður um at brúka teir miðl
ar, sum vit hava, so gott
sum møguligt, sigur Magn
us Tausen.
Og tað gera vit ikki í dag,
slær hann fast. Hann lýsir
øki sum eitt rót millum
fleiri ráð og stovnar, har for
eldur ganga oyðimarkar
gongd frá einum til hin, og
til síðst eru so ráðaleys, at
tey velja at senda børn síni
av landinum.
Lærarar flýggja
Tað eru ikki bara børn og
foreldur, sum líða undir nú
verandi ruðuleika, hetta er
eisini høvðusorsøkin til, at
lærarar ikki trívast.
Av tí at børnini ikki verða
hjálpt og lærarar ikki fáa
neyðugu amboðini at hjálpa
teimum, standa lærarar í tí
støðu, at tey síggja, at børn
mistrívast og einki læra,
men teir fáa einki gjørt.
Samstundis skapar tað sjálv
andi óróð og stríð í flokkin
um at hava hjálparleysar og
vónsviknar næmingar.
Sernámsdepilin hevur ein
pulju, sum verður brúkt til
næmingar, sum hava stað
festar sjúkur. Men setanar
viðurskifti hjá slíkum lær
arum eru øðiliga vánalig,
og hesi størvini eru tí av
somu orsøk lítið eftirspurd.
Í staðin kundi lærarafe
lagsformaðurin hugsað sær,
at teir stóru skúlarnir høvdu
fastsettan sálarfrøðing og
námsfrøðing umframt fast
settar serlærarar. Og teir
minnu skúlarnir kundu sam
starva um somu skipan.
Hetta er, sambært Magnusi
Tausen, ikki utopi, tí talan
er ikki um óendaligar nógv
ar lærarar, men heldur at
samfelagið fær tað bestu
burtur úr tí, sum vit hava.
Og hetta kann gerast við
fyrst og fremst at samskipa
alt barnaøki.
Skipanin svíkur tey veiku
Í dag vita lærarar og foreldur, at nakrir næmingar ganga til
onga nyttu í skúla, men hetta verður ongastaðni staðfest, og
foreldur renna frá peri til pól, tí so nógvir ymiskir stovnar og
ráð eru innblandað, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya
Lærarafelag
Føroya Lærarafelag hevur leingi eftirlýst, at alt
barnaøkið verður lagt undir eitt ráð, soleiðis at
tað er púra greitt, hvør landsstýrismaður hevur
ábyrgd fyri næmingunum við serligum tørvi
Savnsmynd