Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 20 nr. 206 • 24. oktober 2007 Tað eru nakrar hendingar sum standa klárt í minninum hjá teimum, sum hava aldur til tess. Ein av teimum er vanlukkan við Stella Argus. Var sjálvur 14 ára gamal tá og minnist enn ófrættadámin, sum var um landið. Útvarpið var júst komið við tveimum dagligum tíðinda­ sendingum, og tað var við størsta spenningi, at lurtað varð eftir útvarpinum hesa tíðina um nakað var at frætta frá Stella Argus. Vónað var inniliga, at okkurt gott var at frætta, men vónbrotið var líka stórt hvørja ferð. Onnur lurtaðu støðugt eftir Thorshavn Radio, sum var samskiftisstøðin hjá skipunum. At enda mátti bert staðfestast, at Stella Argus var burturgingin við 22 monnum. Millum hesar vóru eisini fýra brøður. Tað var sanniliga skakandi. Tá kendist ein farri av tí, sum forfedrarnir mangan upplivdu, tá ið skip hvurvu við upp til 20 monnum, ofta fleiri úr sama húsi. Hetta var lagnan hjá føroyingum í mong ár. Stella Argus fer við sildagørnum Stella Argus hevði verið á salt­ fiskaveiðu fyrr uppá árið í 1957. Teir vóru fyrst ein saltfiskatúr, sum byrjaði 6. mars og endaði 1. juni. Við vóru 29 mans. Teir fara avstað aftur nýggjan saltfiskatúr við 33 monnum tann 6. juni og koma aftur 25. august. Hendan túrin hava teir 182 tons av saltfiski og fiskiparturin fyri túrin er kr. 1.104. Hetta var ikki meira enn 15 kr. um dagin í eini tíð, tá ið ein dagløn á landi fyri 8 tímar táttar í tað dupulta. Hetta hevur ikki verið stór inntøka. Meira enn helvtin av veiðuvirðinum er farið til beinleiðis útreiðslur, fyrst og fremst kol, sum manningin luttók í sambært sáttmálan. Hetta hevur ikki verið lønsamt fyri reiðaríið heldur. Hetta man vera orsøkin til, at teir fara á sildaveiðu við gørnum, sum var roknað fyri at vera ein lønandi veiða bæði hjá fólki og skipi. Henda veiðan byrjaði tá vanliga á ólavsøku og helt fram út í oktober, alt eftir sum veðrið var. Stella Argus var tveir sildatúrar í 1957. Tann fyrri byrjar 2. sep­ tember. Hetta merkir, at teir hava mist stóran part av sesongini. August var ofta besti mánaðin. Teir koma inn 28. september og fara út aftur 30. september seinna, og seinasta, túrin. Størsti parturin av garnaflota­ num var sluppir, sum vanliga gjørdu ein túr til Íslands á salt­ fiskaveiðu og síðani á sild. Tað vóru eisini aðrir trolarar á hesi veiðu, tí vanliga veiðan hjá teimum ikki longur var lønandi. Trolararnir vóru munandi størri enn hini sildaskipini, teir høvdu eisini fleiri gørn og meira manning. Tað einasta vissa Tað einasta, sum er heilt vist við Stella Argus er, at sunnudagin 27. oktober fær reiðaríið fjarrit frá skiparanum við fráboðan um, at teir hava fingið 828 tunnur av sild, og at teir vóru farnir at sigla inn sama morgun. Teir væntast at vera inni mánakvøldið. Á miðdegi tosa teir á Stella Argus við Fame, og tá stendur væl til. Eitt skip, sum fór at sigla inn samstundis sum Stella Argus, var Vørðan úr Vági, og teir hildu seg eisini síggja ljósini á Stelluni. Tá ið teir koma heim, og Stellan ikki er framkomin varnast teir sjálvandi, at okkurt er galið, tí Stellan sigldi skjótari enn teir og skuldi komið inn fyrr. Teir tosaðu um aftaná, at eitt av ljósunum av skipi, sum teir sóðu, tá ið teir fóru at sigla inn, var horvið, men tað hugsaðu teir ikki um fyrr enn seinni. Tá Stella Argus ikki er komin á Havnina týsmorgunin, roknar reiðaríið við, at teir eru farnir inn á Vestmanna ella Kollafjørð, har tað eisini var ætlanin at seta menn av. Stórur partur av manningini var av hesum leiðum, og tá var ikki so lætt at koma úr Havn og norður eftir. Reiðaríið ringdi til ymiskar bygdir at kanna eftir, um trolarin var inni har, men har var einki at frætta. Tá ikki fekst samband við trolaran, fóru menn at bera ótta fyri, at okkurt var áfatt. Reiðaríið setti seg síðan í samband við Marinustøðina og landsstýrið við áheitan um, at Ternan og Thetis fóru at leita. Teir fóru avstað beinanvegin. Men tá ið einki frættist frá og um Stella Argus út á týsdagin vóru teir á reiðarínum klárir yvir, at okkurt álvarsamt var hent. Síðan var aftur heitt á Marinu­ støðina og landsstýrið um at útvega flogfar at leita. Játtað var flogfar úr Keflavík at byrja leitingina mikumorgunin. Boð vórðu send til øll skip um at hyggja at Stella Argus. Týsdag seinnapart heitir reiðaríið á fleiri skip um at fara at leita og 30 oktober fara 20 skip og motorbátar at leita miðvíst. Eisini var reiðaríið í samband við allar tær norðastu bygdirnar, sum sendu fólk at kanna strond­ ina, um nakað kundi síggjast. Blaðið 14. september skrivar 31. oktober, at okkurt má vera hent skipinum, men enn eru vónir um, at tað kortini ikki er so álvarsligt. Víst verður á, at tað er fyrr hent, at vónirnar hava verið smáar, og tó eru skipini komin aftur. Ófrættakent minningarhald Sama dag verður lýst við minn­ ingarhaldinum fyri teimum sjólátnu, sum skuldi vera sum vanligt 1. november. Her var skráin tann vanliga við samkomu á sjómansheiminum, har ein prestur og løgmaður, sum tá var Christian Djurhuus, talaðu. Síðan var kransalegging við tann tá nýggja minnisvarðan í viðalundini. Um kvøldið var gudstænasta í Havnar Kirkju, har Johan Weihe prædikaði. Henda gudstænasta varð útvarpað, sum tær hava verið hvørt ár síðan tá. Tað má hava verið ein rættilig­ ur ófrættadámur yvir hetta minn­ ingarhald við óttanum fyri hesum 22 monnum, har fólk kortini framvegis vónaðu tað besta. 2. november skrivar 14. September, at einki nýtt er um Stelluna, og vónirnar um bjarging fækka. Nøvnini á manningini eru prentað í blaðnum. Men tað varð framvegis leitað. Men tann 5. november boðar blaðið frá, at sunnudagin 3. november, varð givist at leita. Tá høvdu skipini siglt upp til 1000 fjórðingar og leitað, og nú var eingin vón longur. Mánadagin 4. november varð flaggað á hálvari stong um alt landið. Hetta er mynd av húskinum hjá Marin og Hans Martin, sum eru ovast á myndini. Á niðaru myndini til vinstru eru beiggjarnar. Aftanfyri eru teir f.v. Jóan Pauli, Andrass og Niels og frammanfyri Ólavur, Tórur og Øssur. Genturnar eru f.v.: Jakoba, Hanna, Magnhild, Ninna og Marna Maiken er dóttir Niels, sum fórst við Stella Argus og Jakoba, fastur hennara, er systir teir fýra brøðurnar sum fórust Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ”Stella Argus”