mikudagur 24. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 • 24. oktober 2007
MIÐvIkaN
21
Leitingin
Sum sagt var skjótt, at skip
fóru at leita. Eitt av hesum var
Atlantsfarið, har Eiler Jacobsen
var skipari. Teir vóru á veg inn við
1000 tunnum, tá ið teir fáa fyrstu
tíðindini um, at Stella Argus var
saknaður.
Tá ið boðini um at leita koma
ger Eiler skjótt av. Royndi skiparin
Johan í Hoyvík stóð fyri leitingini,
og Eiler minnist eisini, at hann
sjálvur saman við Eli Christiansen
var við at leggja leitingina til
rættis á skrivstovuni hjá Baca
lao. Teir sótu við sjókortum og
samráddust við skip um, hvar
leitast skuldi.
Teir fóru sum skjótast sjálvir út
at leita. Teir góvu sær ikki stundir
at bíða eftir allari manningini.
Tá verða nakrir næmingar av sjó
mansskúlanum bidnir um at koma
við. Ein teirra var Olaf Olsen úr
Søldafirði. Leitingin varð løgd
soleiðis til rættis, at skipini løgdu
seg í eina linju eysturvestur,
og so var miðvíst leitað. Tað var
so mikið stutt millum skipini, at
tey sóu væl hvørt annað, og var
nakað at síggja, skuldi okkurt av
skipunum rakt við tað.
Leitað var norðuri í 65 stigum,
har mett var, at tað var sannlíkast
at síggja nakað, um tað fanst.
Mest varð leitað í dagslýsi. Tey
skip, sum høvdu radara, leitaðu
eisini í myrkri. Men tað fanst ikki
tað minsta sprek.
Fríggjadagin 2. november kom
eisini eitt flogfar úr Danmark at
leita.
Hvat kann vera hent?
Tað vóru gitingar um, hvat ið kann
hava verið hent, men niðurstøðan
hjá øllum man hava verið, at skip
ið er koppað so skjótt, at menn
ikki fingu møguleika at geva boð
frá sær.
Tað er alment kent, at hesir
trolarar ofta høvdu trupulleikar
við stabiliteti. Tað hevur ikki bøtt
um hjá Stella Argus, at einki kol
og vatn var í afturskipinum.
Tað var eisini tann munur á
hesum trolarum og sluppunum, at
hesar høvdu vanliga egningarskúr.
Tí var vandin nógv minni at fáa
sjógv inn á dekkið, tá ið tað breyt.
Trolararnir høvdu ikki slíka verju,
og tí skuldi nógv minni til hjá
teimum, áðrenn tað gekk galið.
Eiler roknar við, at Stellan hev
ur fingið eina fylling inn á síðuna
og er koppað í einum broti.
Tann 12. november var sjófrá
greiðing í rættinum í Havn, men
har kom einki avgerandi nýtt
fram.
Fritiof var
sanndroymdur
Tað hava verið nógvar frá
sagnir um, at fólk hava verið
sanndroymd í samband við slíkar
hendingar, og tað er eisini dømi
um hetta í samband við Stella
Argus.
Fritiof Petersen úr Kollafirði
var við Stella Argus í fleiri ár
fram til 1954. Í 1957 var hann við
íslendskum trolara.
Ein dagin fara teir út av Flat
eyri. Tá greiðir hann stýrimanni
num frá, at hann hevði júst hesa
somu náttina droymt, at hann
var umborð á Stella Argus. Hann
droymdi, at teir sigldu undan, og
at hann fór fram á dekkið at binda
okkurt. Tá rópar Andrass, sum var
skipari vanlukkutúrin, á hann um
at fara burtur av dekkinum. Her
kann skoytast uppí, at júst tað
at sigla undan varð roknað sum
tað vandamiklasta hjá hesum
trolarum.
Dagin eftir sigur stýrimaðurin
við Fritiof, at tað var nú merkiligt
við hasum dreyminum, tí fjarrit
arin hevði júst fortalt, at Stella
Argus var saknaður!
Rakti hart í Kvívík
Serliga var smeiturin stórur
í Kvívík. Tað fórust 10 mans
í sóknini. Tað var serliga ein
familja í bygdini, sum varð hart
rakt. Tað vóru nevniliga fýra
brøður, sum vóru við Stelluni.
Teir vóru Andreas, 32 ár, Niels,
29 ár, Ólavur, 21 ár og Tórur
Andreassen, sum var 15 ár.
Vit hava hitt eina systir
teirra, ta nú nú 84 ára gomlu
Jakobu Christiansen, sum býr á
Stykkinum.
Pápin Hans Martin sigldi longu
undir krígnum sum kyndari við
Stellu Argus við Kvívíks Tummas
sum skipara.
Har stóð eina ferð á hjá
teimum. Teir høvdu saman við
Norðbúgvanum verið í Fleetwood
á bretsku vesturstrondini og
landað, og teir fylgdust heim.
Tá verða teir álopnir av týskum
flogfari. Seks ferðir fleyg flogfarið
yvir Stella Argus, og hvørja ferð
slepti tað eini bumbu. Eingin
rakti. Samstundis varð skotið,
og tá ið teir koma heim taldu
teir 162 skothol í skipinum.
Norðbúgvin fekk sama umgang.
Men Hans Martin fór í land
sjúkur í 1945. Tá gerst kona hans
ara Marin sjúk. Hon gekk við tí
12 barninum, og hon doyr frá seks
synum og fimm døtrum.
Í 1945 fer Andreas hjá Hans
Martin, 20 ára gamal, umborð
á Stella Argus. Hann var ikki
sloppin burtur, meðan kríggið
var, so hann hevði róð út heima.
Hann var alla sína tíð til skips
við Stelluni. Hann hevur kortini
verið í landi og tikið skiparaprógv,
og nú var hann skipari við sum
avloysari fyri tann fasta skiparan
Petur Joensen úr Vestmanna,
sum hevði frí hendan túrin.
Fyrsti stýrimaður var beiggi
hansara Niels, sum gjørdist 29
ár. Hann hevði siglt við Viggo í
Skúlanum, pápa John Dam. Síðan
hevði hann siglt við trolara vesturi
í Vágum. Hann giftist í 1954 við
Elisabeth f. Danielsen, sum eisini
var úr Kvívík, og tey fingu tvær
døtur Maiken og Eydna.
Ólavur var sum ungur farin at
læra til elektrikara hjá Frants
Petersen inni í Runavík. Frants
var giftur við Marnu, sum var
systir brøðurnar. Men hann gavst
við læruni og fór til skips við
beiggjanum.
Tórur var bert 15 ára gamal, og
hann var kokkadrongur við. Hann
hevði verið við alt árið.
Seinasta minnið hjá
Kobu
Eitt tað seinasta minni Koba
hevur um Andreas er, at hann,
áðrenn teir fóru seinasta túrin,
kom inn at spyrja um tey áttu
nakran náta. Jú, tað áttu tey,
men Koba helt ikki, at hann var
íligin. Tað helt maður hennara ikki
mundi bila, so Andreas fekk sín
náta. Tað er Koba framvegis fegin
um. Hon hevði ikki komið yvir tað,
um hon hevði verið orsøkin til, at
Andreas ikki fekk hetta sítt síðsta
ynski inni hjá teimum uppfylt!
Koba minnist eisini tann
sunnudagin, tá ið Stella Argus
fór at sigla inn. Tann dagin fekk
hon vitjan av sínum systkjum
Magnhild og Paula og frá
teimum fekk hon at vita, at
Stellan var væntað inni dagin
eftir. Tað tyktist at vera illsligt
veður hendan dagin. Tað var
brimgangur, og tey eygleiddu eini
hús við flagtaki, har tekjan hevði
hug at lyfta seg upp frá.
Týsdagin fer pápin burtur í
haga, og hann kemur inn á gólvið
hjá Kobu. Hann fær sær ein
drekkamunn og fer avstað aftur
beint áðrenn útvarpstíðindini á
middegi. Tá hoyrist í útvarpinum,
at Stellan er ikki framkomin sum
væntað. Soleiðis frættu tey flestu
um støðuna.
Pápin kemur aftur úr haganum
og veit av ongum. Hann hittir
menn í túninum í Kvívík, og teir
skilja, at Hans Martin einki veit.
Tá tekur ein maður hann til síðis,
og greiðir frá, hvussu støðan er.
Síðan komu nakrir dagar við
eini ræðuligari óvissu, sum so
aftur varð avloyst av eini eins
ræðuligari vissu.
Fýra brøður og synir, umframt
allar hinar umborð vóru burtur.
Hetta var ringt at trúgva. Sum
vanligt er í eini slíkari støðu
verður roynt at finna okkurt
hálmstrá av vón. Pápin hevði
ta vón, at skipið var tikið av
russarum, og at manningin í
hvussu er var á lívi. Hetta var
eisini galdandi fyri onnur av
teimum nærmastu. Tey kundu
leingi yvirhøvur ikki góðtaka, at
ein teirra var farin med alla.
Koba og tey kendu eisini ein
stóran part av manningi. Tað
vóru átta kvívíkingar við. Men úr
Norðstreymoy vóru teir 12. Ein var
úr Leynum, ein av Válinum og fýra
vóru úr Vestmanna. Hetta var alt
fólk sum kendist, og nógvir vóru
jú kammeratar hjá beiggjunum og
plagdu at koma inn á gólvið. Tað
var púra óveruligt, at allir hesir nú
vóru burtur.
Vuksu upp uttan
pápa
Maiken, dóttir Niels var 2 ára
gomul, tá ið hetta hendi, so hon
minnist sum so einki. Men hon og
systir hennara komu so at vaksa
upp uttan ein pápa.
Hon minnist, hvussu væl fólk
vóru um hana og systrina, og
her var talan um báðar ættir.
Mamman, Elisabeth, syrgdi altíð
fyri, at tær skuldu fasthalda sam
Minnisvarðin, sum varð reistur í
1959, og sum stendur við kirkjuna
Fríðríkur kongur var í 1959 við til víglsuna av minnisvarðanum fyri manningina
á Stella Argus. Her leggur hann blómur
Guttorm Zachariassen misti pápa
sín við Stelluni, og hann greiðir frá í
greinini, hvussu hann minnist hetta