mikudagur 24. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
22
nr. 206 • 24. oktober 2007
bandið við pápafamiljuna og tað
varð eisini gjørt. Maiken minnist,
hvussu hon plagdi at vitja systkini
hjá pápanum. Til Stykki og Skæl
ings var farið til gongu, og hon
varð eisini væl móttikin tá sum nú.
Hans Martin hart
raktur
Við í hesi søgu hoyrir eisini,
hvussu hart raktur Hans Martin
annars var. Pápi hansara Andreas
Dam Andreassen, ættaður úr
Kollafirði og búsettur á Eiði,
fór sjálvur fjórði 19. juni 1901
til Oyndarfjarðar eftir einum
nýbygdum 4mannafari. Men
báturin kom ongantíð fram. Hildið
varð, at at teir høvdu kollsiglt
norðanfyri Eiðiskoll og møguliga
eru farnir í eini glaðu.
Longu í 1904 verður familjan
aftur rakt. Tá drukna tveir
beiggjar hjá Hans Martin suðuri
á Vatni á Eiði. Teir vóru tann 13
ára gamli Georg og 9 ára gam
li Niels. Teir vóru farnir í torv
saman við mammuni. Veðrið var
gott, og teir høvdu hug at fara
útí, og mamman loyvdi tí. Fyrst
fór tann yngri beiggin, men har
var marbakki beint við land, og
hann fór undir. Hin beiggi fór til
hjálpar, men endin varð, at báðir
druknaðu.
Henda neyðars mamma hevði
eisini eina tunga lagnu. Hon
hevði sum sagt misti mannin
í 1901. Tá misti hon eisini ein
beiggja. Árið eftir datt ein
mammubeiggi hennara oman.
Sum ung misti hon pápan og tveir
beiggjar samstundis.
Nú misti Hans Martin fýra
av seks synum. Teir sum vóru
eftir vóru Palli og Øssur. Palli
giftist til Norðadals og er deyður
fyri nøkrum árum síðani. Øssur
giftist í 1955 við Almu úr Rókini
á Saltnesi, og her búsettust tey
eisini. Men eftir Stella Argus
gera tey av at flyta aftur til Kví
víkar, har tey flyta inn til pápan.
Øssur, sum er føddur í 1934,
hevði eisini sum ungur siglt við
Stella Argus. Hann var kokka
drongur við í 1951 og dekkari í
1954. Hann fekk skiparaprógv
og fór í desember 1957 sum
bestimaður við tí tá nýggja
línuskipinum Brestir, har Júst
í Túni var skipari. Hann var við
Brestir nærum alla ta tíð, hetta
skip var í flotanum.
Hørð lagna
Onnur dømi eru eisini um, hvussu
hart lagnan kundi raka. Ein av
manningini var Joakim Hansen
úr Hósvík, sum doyði frá konu
og sjey børnum. Konan lá á song
við tí yngsta. Við Nólsoynni í
1934 fórust ein beiggi og tríggir
pápabeiggjar hansara. Umframt
teir fórst eisini eitt systkinabarn
og maður eina fastur.
Kitti Davisen av Sandi hevði ein
beiggja, sum var jagarapilotur, og
sum var deyður av vanlukku árið
fyri.
Guttorm misti eisini
pápan
Guttorm Zachariassen í Havn var
ein av teimum sum misti pápan
við Stella Argus, og sum eisini
minnist til tað. Hann greiðir
soleiðis frá:
Tað er ein leygardag í oktober
1957. Tá var eg 12 ára gamal
og gekk í 1. flokki í Færøernes
Mellem og Realskole. Tá gingu
vit eisini í skúla leygardag.
Tá ið eg henda dag kom úr
skúla og nærkist heiminum í
Varðagøtu, kemur mamma mín,
Astrid, oman ímóti mær og sigur,
at mostir mín var vorðin sjúk,
hon hevði fingið heilabløðing.
Læknin hevði verið, og nú vóru
boð send eftir sjúkrabilinum, tí
Annamostir skuldi á sjúkrahúsið.
Mamma vildi siga mær hetta, so
eg ikki skuldi koma brestandi inn
og einki vita. Støðan hjá Annu
mostur var hættislig, men hon
livdi kortini til 5. januar í 1958.
Hesin leygardagur var ein
sorgardagur, men tað skuldu ikki
ganga meir enn tríggir dagar, tá
vóru aftur sorgarljóð.
Henda týsdagin høvdu mamma
og eg júst etið døgurða og lurtaðu
nú eftir tíðindunum í Útvarpinum,
tá ið røddin í tólinum sigur, at
leitað verður eftir trolaranum
Stella Argusi, sum skuldi vera
á veg inn av sildaveiðu. Pápi
mín var við Stella Argusi. Meg
minnist, at mamma stóð framman
fyri stovuvindeyganum og hugdi
út. Eg spurdi nokk, hvat ið tað
var, ið hann segði, men mamma
svaraði: "Far tú bara í skúla aftur."
Eg fór í skúla og skilti vist ikki
álvaran í øllum hesum.
Eftir við hús var mamma mín.
Hvat ið hon hevur hugsað, veit
eg ikki, men eg haldi, at tankar
hennara hava leitað tíggju
og eitt hálvt ár aftur í tíðina
til ársskiftið 19461947, tá ið
Fuglberg, sum pápi mín, Símun
Michael Zachariasen, Poul
Justinussen og Poul Jacobsen
høvdu keypt úr Danmørk, var á
veg til Føroya í ódnarveðri, og
leitað varð eftir honum í einar
fjúrtan dagar. So ringt var veðrið,
at eina ferð fór Fuglberg heilt
runt. Torvald Thomsen úr Gøtu var
eisini við henda túrin.Ta ferðina
eydnaðist at bera boð í bý. Hóast
mamma nú aftur hevði fingið
ófrættatíðindi gjøgnum Útvarpið,
so hevur vónin kortini birt henni í
barmi, at tað eisini hesu ferð fór
at eydnast at koma til lands.
Vildi ikki lurta eftir
útvarpinum
Útvarpið segði í tíðindunum frá,
hvussu støðan var, men meg
minnist, at eg vildi ikki hoyra
tíðindini, so radio var sum oftast
sløkt. So fingu vit tíðindini frá
grannunum. Hetta var nokk mín
máti at taka tað.
Ein dagin eg kom úr skúlanum
til døgurða, kom eg í fylgi við
einum læraraskúlanæmingi, Pauli
Joensen, í Sumba, seinni lærari á
Skála. Hann búði nakað oman fyri
okkum. Eg spurdi hann, hvussu
tað mundi ganga við at leita eftir
Stella Argusi. Tá svaraði hann
mær, at teir fóru ikki at koma
aftur.
Eg segði honum, at pápi mín
var við. Tá tók hann og legði
armin um herðar mínar og kroysti
meg inn at sær. Eg skilti, at hann
visti ikki, at pápi mín var við.
Eg var burtur frá skúlanum
í nakrar dagar, eina viku ella
so. So varð farið aftur í skúla.
Henda morgunin til morgunsang
heitti Chr. Lützen, sum tá var
skúlastjóri, á næmingarnar at
vera friðarligar í skúlagarðinum,
tí nú var eingin vón um at finna
Stella Argus.
Tað var helst ein heilt annar
dámur yvir fríkorterunum henda
dagin.
Meg minnist, at eg, uttan at
hugsa um tað, gjørdi eitt ella
annað, tá segði ein drongur við
meg: "Minnist tú ikki, hvat ið
Lützen segði í morgun." Tað fór
sum ein knívur ígjøgnum meg,
men hesin næmingur mundi ikki
vita, at pápi mín var við Stella
Argusi.
Nógv hjálpsemi
1. november var sum vanligt
minningargudstænasta í Havnar
kirkju fyri teir sjólátnu. Vit vóru
ikki í kirkju, men nú lurtaðu vit
eftir gudstænastuni í Útvarpinum.
Johan Weihe, prestur, prædikaði,
og hann segði millum annað, at
vit livdu í vón móti vón. Enn var
kanska ein ógvuliga lítil glotti
av vón eftir, so hetta árið var
manningin á Stella Argusi ikki
nevnd millum teir farnu. So
minningargudstænastan, har teir
vóru nevndir, varð 1. november
1958, tá prædikaði Jákup
Joensen, próstur.
Serliga minnist meg, at tvær
grannakonur komu ofta inn á
gólvið. Onnur var á aldur við
mammu, hon var ófør at spyrja,
um hon skuldi hjálpa til við
einum ella øðrum. Hin var eldri
og kom ofta at práta og troysta.
Eisini minnist meg, at mostir
mín, sum búði í Froðba, og kona
mammubeiggja mín úr Vági
ofta vóru leingi og ferðaðust hjá
okkum hesa tíðina eftir tað, at
Stella Argus var farin.
Eina hending fari eg at nevna
aftrat. Eini 34 ár eftir at Stella
Argus var farin, fór eg inn í
klædnahandilin hjá Essaba,
har Café Natúr nú er, at keypa
mær ein regnfrakka. Eg spurdi
Hans Petur Jacobsen, vanliga
kallaður Hans á Lag, um tey
høvdu regnfrakkar. Jú, vit funnu
ein, sum hóskaði til mín. Hann
kostaði antin 12 kr. ella 16 kr.
Hans pakkaði hann inn og gav
mær pakkan. So segði hann, at
eg skuldi eiga hann. Har stóð
eg, sum eitt stórt spurnartekin,
men eg fekk kortini sagt takk fyri.
Tað var hugaligt at uppliva slíkar
hendingar.
Tá ið eg kom heim, fekk eg at
vita, at drongur Hansinu, dóttur
Hans á lag, var við Stella Argusi.
Hann æt Hilbert Johannesen og
var úr Vestmanna. Ætlanin var, at
tey skuldu giftast heilt skjótt.
Stundum havi eg hugsað, at vit
kundu fingið boðini øðrvísi enn
gjøgnum Útvarpið. Men hugsar
ein um, hvussu viðurskiftini vóru
tá, og kanska júst um tað mundið
ella í tí løtuni, so skilir ein tað
væl. Tá var ikki bilur á hvørjum
geilarhorni og ikki telefon í
hvørjum húsi.
Vit høvdu onga telefon.
Standurin á skrivstovuni hjá
Poul Hansen man nokk heldur
ikki hava verið tann besti, og
um eg seti meg í teirra stað, so
hevði eg nokk ikki viljað verið
tann, ið skuldi bera slík boð. Vit
vóru heldur ikki gloymd fleiri jól
eftir hetta, tí hvørji jól fingu vit
ein kassa við súreplum frá Poul
Hansen, og tað var forkunnugt tá
í tíðini.
Nú eftir fáum døgum, vóru tvey
farin úr okkara heimi, mostir mín
og pápi mín. Nógv kom at verða
øðrvísi, men lívið skuldi halda
fram hjá okkum, ið eftir vóru, og
tá ið ein nú kagar aftur í tíðina, so
kemur ein kortini til tað, at hann,
sum øllum valdar, hevur verið
góður.
Einki varð tosað
Asger Højlund var prestur í Kvívík
hesa tíðina. Hann hevði sum vera
mann nógv um at vera at ganga
til allar hesar familjurnar, sum
høvdu mist so nógv. Men tá var
einki, sum æt kreppuhjálp. Í dag
verður ásannað, at besti háttur at
koma víðari eftir eina slíka sorg
er, at tað verður tosað um tað.
Men tað gamla var, at tað skuldi
tosast minst møguligt, og hetta
longdi bert pínuna. Sjálvt í dag
aftaná 50 ár hava fleiri ringt við
at tosa um hetta.
Tann 10. november varð
minningargudstænasta hildin í
Kvívíkar kirkju, og her var sum
vera man nógv fólk.
Reiðaríið
Tað hevur sjálvsagt staðið nógv
á reiðaranum Poul Hansen og
soni hansara Aksel, sum vóru
nevndarformaður og næstformað
ur í p/f Kimbil. Tann 4. november
hevði p/f Kimbil nevndarfund,
sum man hava verið tann tyngsti í
søguni hjá felagnum. Dagsskráin
var Stella Argus. Í fundarbókini
varð greitt frá gongdini, soleiðis
sum hon er lýst í hesi grein.
Fundarbókin endar soleiðis,
aftaná at staðfest er, at givist er
við leitingin:
”Vit mugu tí gera okkum klárt,
at tað var hend ein ólukka, so
leiðis at Stella Argus var gingin
burtur av eini ella aðrari orsøk við
allari manning síni, tilsamans 22
manns.
Henda ólukka sum kostaði 22
mannalív er somikið syrgiligari
av tí, at eftir sita 8 einkir við 21
faðirleysum børnum.
Fundurin endaður.”
Seinni vóru Poul og Aksel eisini
til minningargudstænastur í
Kvívík og Hósvík.
Í 1959 kom Fríðrikkur kongur
til Føroya á vitjan. Hann kom tá
eisini til Kvívíkar. Tá var gjørdur
ein minnisvarði fyri manningini á
Stella Argus og kongur avdúkaði
hann. Tað var Asger Højlund sum
skipaði fyri hesum minnisvarða.
Tað er ein sjálvfylgja, at henda
dapra hending verður mint, nú
50 ár eru farin. Hetta verður
millum annað gjørt við at ein
minnisvarði, latin av teimum hjá
reiðaranum Poul Hansen, verður
avdúkaður í Kvívík komandi
sunnudag. Vit koma eisini at hava
frásøgn frá hesi hending eins og
vit fara at hava meira tilfar um
hana.
Henda grein er eisini skrivað
fyri at æra minnið hjá hesum 22
fiskimonnum.
Maiken t.v. og Eydna, døtur Niels
Andreassen var eisini við til
minningarhaldið