Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 24. oktober 2007 23 tíðindi miðlahúsið í Vágsbotni www.sosialurin.fo Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01 post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo Øll eru vælkomin Fyrilestur við Ole Spiermann, professara í altjóðarætti, um evnið ríkisfelagsskapurin og ríkisrættarstøða Føroya, verður í miðlahúsinum hóskvøldið 25. oktober. kl. 19:30 Ole Spiermann hevur skrivað fleiri greinar og bøkur um altjóðarætt og fekk longu í 1994 gullheiðursløn fyri slóðbrótandi verkið um fullveldishugtakið, »Enten & Eller«. Fyrilestur í miðlahúsinum Ole Spiermann Vit søkja eftir sølufólki til køksdeildina Sí lýsing á heimasíðu okkara www.balslev.fo SKÚLI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Myndir: Símun Abrahamsen Mánadagin høvdu tey av sonnum øðrvísi undirvísing á Argja skúla. Hetta er tíðin, tá fjøllini verða gingin, og tað sluppu næmingarnir á húsarhaldsbreytini eisini at kenna, tá tey flettu eitt lamb í skúlakøkinum. Tað eru næmingar í tíggj­ unduflokkum á Venjingar­ skúlanum og Argja skúla, sum ganga á húsarhalds­ breytini á Argja skúla. Lærarin, Sára Dam, hevði fingið starvsfelaga sín, Búa Brattaberg, at hjálpa sær. Búi er tikin úr leikum at fletta, tí hann hevur eina for­ tíð sum bóndi í Mykinesi. Búi greiddi næmingunum væl frá tí, hann gjørdi og hevði umframt søgur um bæði træala­ og konubitan. Sperðilin er ein ektaður suðuroyarsperðil – fyltur við góðum kjøti og ikki sum tann, vit kenna norðr­ anfyri ­ fyltur við fiti. Dagurin gekk væl. Flettingin – og frágreiðing­ arnar hjá Búa – tók einar tveir tímar, og næmingarnir lótu væl at, hóast onkur gramdi seg um lukt. Flettu á húsar- haldsbreyt á Argjum Búi Brattaberg, lærari og fyrrverandi bóndi, og Durita koma við lambinum, ið flettast skal Búi Brattaberg við krovinum. Næmingarnir eru frá vinstru: Lív, Anja, Heidi, Barbara, Barbara og Durita Suðuroyarsperðilin – fyltur við kjøti Lesið internet Sosialin !