Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 206 - 24. oktober 2007 Stutt Sagt Bush ávarar um rakett Amerikanski forsetin, George W. Bush, roynir av øllum alvi at sannføra russar um, at teir eiga at góðtaka amerikonsku rakettverjuætlanina, tí hon hóttir á ongan hátt Russland, sigur hann. Tann seinasti trumfurin hjá Bush er, at sambært álítandi keldum eru iranar førir fyri at gera eina nýggja rakett, sum ber so langt, at hon kann røkka málum um alt Evropa og partar av USA. Bush sig­ ur, at tann fyrsta rakettin verður kanska liðug í 2015, og tí hevur tað eftir hansara tykki skund at fáa rakettverjuna at virka til ta tíð. Banna skrúðgongu Í Kekkia ætla nýnasistar at ganga skrúðgongu ígjøgnum tann jødiska búarpartin í høvuðsstað­ num Prag í næsta mánað, men borgarstjórin í býnum ætlar sær at forða ætlanini. Býráðið í Prag hevur sam­ tykt at banna skrúðgong­ uni, men ein dómstólur í býnum ógildaði samtykt­ ina, tí hon stríðir ímóti galdandi lóg. Borgarstjórin ætlar sær kortini ikki at gevast so, og hann hevur lovað at gera sítt til, at skrúðgongan verður av ongum. Nýnasistarnir ætla at ganga skrúðgongu tann 10. november til minnis um ta sokallaðu Krystallnáttina tann 9. november í 1938. Pólland viðgekk svik Tá fiskimálaráðharrarnir í ES­londunum í gjár ting­ aðust um fiskiskapin í Eystrasalti næsta ár, við­ gingu polsku myndugleik­ arnir, at polskir trolarar hava veitt munandi meiri tosk í eystara parti av Eystrasalti, enn landið hevur givið upp. Tað loysti seg hjá póllendingum at viðganga svikið, tí teirra kvota næsta ár verður bara fimm prosent minni enn í ár. Hinvegin minkar toskakvotan hjá eitt nú dønum munandi meiri, men teir fáa fleiri fiskidagar ístaðin fyri. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Forsetin vil hava meiri pengar til sín miseydnaða politikk í Irak, men umsóknin fær ikki mína atkvøðu (Hillary Clinton) útlond Iranski forsetin, Mahmoud Ahma­ dinejad, noyddist at bróta eina uttan­ landsvitjan av, tí ting­menn vilja ikki g­óðtaka framferð hansara Mahmoud Ahmadinejad sit­ ur kanska ikki so tryggur í iranska forsetaembætinum, sum hansara almenna fram­ ferð tykist vísa. Í gjár noyddist hann at bróta eina vitjan í granna­ landinum Armenia av og at skunda sær aftur til Tehe­ ran. Almenna frágreiðingin hjá iransku myndugleiku­ num var, at okkurt óvæntað var komið í vegin, men diplomatar í Teheran søgdu, at forsetin mátti fara heim­ aftur, tí tjóðartingið hevði gjørt uppreistur ímóti hon­ um. Orsøkin til misnøgdina er avgerðin hjá forsetanum at koyra Ali Lariyani frá sum samráðingarmann við um­ heimin um landsins kjarn­ orkuætlanir og at seta Said Yalali í hansara stað. Polit­ iskir eygleiðarar siga, at av­ gerðin hjá forsetanum hev­ ur til endamáls at vísa um­ heiminum, at tað er forsetin, sum stýrir samráðingunum, og at Iran ætlar sær ikki at gera nakra neyðsemju við Vesturheimin. Men sambært spanska blaðnum El Pais fær avgerð­ in hjá Ahmadinejad ikki undirtøku í tjóðartinginum. 180 av teimum 295 tinglim­ unum hava skrivað undir eina fráboðan um, at teir styðja ikki avgerð forsetans at koyra Ali Laryani frá sum samráðingarmann. Aung fær Nobel-stuðul Seks kvinnur, sum hava fingið friðarheiðursløn Nobels, mæla hernaðarstýrinum í Burma til at lata Aung San Suu Kyi leysa Í einum opnum brævi í bretska blaðnum The Guard­ ian siga tær seks kvinnurnar seg vera vónbrotnar av, at hernaðarstýrið í Burma sýtir fyri at gera eftir áheitanini frá ST um at lata andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi leysa. Eins og tær seks hevur hon eisini fingið friðar­ heiðursløn Nobels. ­ Tað burmesiska stýrið eigur ikki at fáa loyvi til at halda fram við sínum grovu brotum á mannarættindini. At Aung San Suu Kyi verður hildin í húsavarðhaldi er ein sjónligt tekin um harðrendu framferðina hjá stýri­ num. Men tað er heldur ikki meiri enn tað ovasta av ísfjallinum, skriva tær seks kvinnurnar í The Guard­ ian. Kvinnurnar, sum hava skrivað undir tað opna brævið, eru Jody Williams, Shirin Ebadi, Wangari Maathai, Rigoberta Menchú, Betty Williams og Mai­ read Corrigan Maguire. Tær leggja afturat, at fyrr­ verandi amerikanski uttanríkisráðharrin Madeleine Albright er samd við teimum. Tvey fólk hava latið lív, 350.000 hús standa tóm, 1.500 hús eru brunnin í grund, og vegir og gøtur eru full av flýggjandi fólki. Tað er støðan fjórða dagin við oyðandi skógareldum í Kalifornia. 6.000 sløkkiliðsmenn eru givnir við royndunum at basa eldinum, tí vindurin ger sløkkiarbeiðið nyttuleyst. Nú ræður bara um at bjarga tí, sum bjargast kann. Uppreistur ímóti iranska forsetanum KALIFORNIA BRENNUR Mahmoud Ahmadinejad hevur fingið meirilutan í iranska tjóðartinginum ímóti sær