Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 206 - 24. oktober 2007 Rithøvundafelag Føroya og leikluturin hjá rithøvundum í almenna orðaskift­ inum eru evni á stórum tiltaki, sum verður hildið í auluni í Kommunuskúlanum leygardagin 27. oktober kl. 16 í sam­ bandi við fimti ára stovningardagin hjá felagnum hjá rit­ høvundum í Føroyum Tíðindaskriv Umframt at viðgera hesi evni við upplestri, pallborðs­ orðaskifti og framløgum, bjóðar skráin eisini tónleik við Búa Dam, sum eftir nógv róstu fløguútgávu sína í summar eisini er vorðin uttanlandskendur fyri frá­ líku kynstur síni at siga frá søgum við sangum og løg­ um. Oddvør lesur Undan pallborðsorðaskiftin­ um fer kanska best umtókti rithøvundur Føroya, Odd­ vør Johansen, at lesa stutt­ søguna »Smakkdómararn­ ir«, sum stendur í nýggjastu bók hennara, »Úr køks­ vindeyganum«. Søgan snýr seg um Rithøvundafelagið, og hon kann lesast sum ein hvøss atfinning av tí hátti, felagið hevur virkað seinastu mongu árini. Pallborð um fría orðið Við pallborðið fara at sita formenn og ­kvinnur í Rit­ høvunafelagnum seinastu umleið 30 árini, teirra mill­ um Gunnar Hoydal (formað­ ur 1981­86 og 1998­2004), Turið Sigurðardóttir (for­ kvinna 1989­91), Martin Næs (formaður 1986­89), Hanus Kamban (formaður 1992­1994) og Carl Jóhan Jensen (formaður 1991­92 og 2004­06). Undir yvirskriftini »Hvør eigur fría orðið?« fara hesi at skifta orð um leiklutin hjá felagnum síðan stovnan­ ina í 1957, bæði sum bók­ mentaligt áhugafelag og fakfelag teirra skrivandi í Føroyum, og um avbjóðing­ arnar, nútíðin og framtíðin bjóðar felagnum. Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya skúlabókagrunni, fer at stýra orðaskiftinum og seta pallborðsluttakarun­ um beinraknar spurningar. Um stundir verða, sleppa eisini einir tveir spurningar úr salinum framat. Laxness og nýskjaldur Aftan á pallborðsorðaskift­ ið fara rithøvundar at lesa upp úr verkum, sum nýliga eru útkomin. Tóra Tórodds­ dóttir fer at lesa brot úr stóru skaldsøguni »Undir egið borð« eftir Nobelviður­ kenda íslendska rithøvundin Halldór Laxness, sum júst er komin út á føroyskum. Tóra Tóroddsdóttir hevur sjálv saman við manninum, Martini Næs, týtt skald­ søguna til føroyskt. Eisini fer skaldið Carl Jóhan Jensen at lesa nýskjaldur úr nýggjastu útgávuni av skaldskapar­ ritinum Vencili. Hetta er ein roynd hjá rithøvundanum at nýta eitt gamalt føroyskt skaldskaparsnið við spild­ urnýggjum innihaldi, og burtur úr hesum eru komin níggju speirekandi ný­ skjaldur, sum eru viðmerk­ ingar til ymiskt politiskt, sum fer fram í Føroyum. Hvassi pennurin At enda fer Hans Andrias Sølvará, rithøvundur og søgufrøðingur, at siga nakað um leiklutin hjá rit­ høvundum í almenna orða­ skiftinum. Hans Andrias hevur sjálvur verið í hvøss­ um almennum orðaskifti í føroysku bløðunum seinasta árið, og sum eitt úrslit av hesum áhugaverda pole­ mikki, fer hann í næstum at geva út eina bók um evnið, ið kjakast hevur verið um um. Tiltakið verður sum nevnt í auluni í Kommunuskúl­ anum leygardagin kl. 16 og varir í umleið tveir tímar. Tað er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga væl komin. Seinni sama kvøld skipar felagið fyri veitslu fyri limirnar í felagnum. Tey, ið ikki hava nátt at tekna seg til veitsluna enn, kunnu gera tað við at venda sær til felagið í allar seinasta lagi hósdagin 25. oktober kl. 20.00. Hvør eigur fría orðið? Hósdagin gevur Hanus Kamban út bók um menniskjað og rithøvundin Herman Bang Tíðindaskriv Í ár eru liðin 150 ár, síðan danski rithøvundurin Her­ man Bang varð borin í heim. Í hesum sambandi hevur Hanus Kamban skrivað eina bók um Bang, sum kemur út hjá for­ lagnum Fróðskapi og verður løgd fram nú kom­ andi hósdag. Við íblástri frá Leonard Cohen rópar Hanus bókina Hjarta uttan fylgisneyta. Herman Bang, sum var prestasonur, varð føddur í Sønderborg og vaks upp í Horsens og Tersløse. Hann tók studentsprógv frá Sorø í 1875, las eitt skifti løgfrøði og fór so at royna seg sum blaðmaður og rit­ høvundur. Herman Bang var alt sítt lív ein óvanliga arbeiðssamur blaðmaður. Hann skapti á hesum umráði ein nýggjan stíl, ta livandi, hugfangandi frá­ søgnina, har forteljarin ofta er mitt í eldinum. Tað er vanlig hugsan í dag, at Bang við hesum óróliga stíli peikar fram ímóti tí skrivihátti, vit í dag rópa new journalism. Men tað er sum rithøv­ undur, Herman Bang hev­ ur skapt sær sítt heilt ser­ liga pláss í donskum og europeiskum bókmentum. Hann byrjaði sum realistur, men menti skjótt sín egna stíl, impressionismuna, har persónar og gongdir verða lýst gjøgnum eitt portur, evnað til av samrøðu, keipum og medferð. Við hesum skrivingarlag skapti Bang ógloymandi skaldsøgur sum Tine, Ved Vejen, Stuk og Lud­ vigsbakke og haraftrat nak­ rar av teimum mætastu stuttsøgunum í donskum bókmentum. Í síni bók lýsir Hanus Kamban rithøvundin og menniskjað Herman Bang, hansara uppvøkstur, hansara andaligu fyritreytir og hansara bókmentaligu menning. Í bókini verður somuleiðis greitt frá hansara mongu ferðum og óróliga lívsmynstri. Greitt verður frá tí týdningi, hann fekk fyri europeiskar bók­ mentir, einamest tann týska rithøvundin og nobel­ vinnaran Thomas Mann. Til seinast verður greitt frá ferðini til USA, har Herman Bang andaðist, í Ogden í Utah, í januar 1912. Herman Bang var í tí ser­ ligu støðu, at hann var samkyndur, og at hann eitt stutt skifti eisini livdi sum samkyndur, í eini tíð, tá hesin eginleiki, sum alment kent og umrøtt fyribrigdi, var nakað nýtt. Í bókini verður eisini nomið við hesi viðurskiftir og bæði greitt frá, hvussu Bang varð happaður av fjølmiðl­ unum, og hvønn týdning henda kynsliga serstøða fekk fyri hansara skald­ skap. Hjarta uttan fylgisneyta er eitt essay, ein persónliga dæmdur tekstur, sum innan fyri eina avmarkaða síðunøgd savnar ein hóp av ymiskum brigdum. Per­ man samsvarar, við síni elegantu minimalismu, evn­ inum. Hetta er ein før­ oyskur minnisvarði, settur einum av Danmarkar gávu­ ríkastu skaldum. Bókin um Herman Bang, sum er 75 síður og kostar 150 krónur, kemur út nú hósdagin, tann 25. oktober. Hon verður løgd fram henda dagin, á eini móttøku í Loftsstovuni á Fróð­ skaparsetrinum, á Debesar­ trøð, kl. 16. Móttøkan er almenn, og øll eru væl­ komin. Rithøvundurin verður hjástaddur, og fólk fáa høvi til henda dagin at ogna sær bókina til laga­ ligar treytir. Bók um Herman Bang