Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 206 - 24. oktober 2007 Anker í Gallerie Focus Fríggjadagin 26. oktober klokkan 16 letur upp ein framsýning við verkum hjá Anker Mortensen í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu í Havn. Framsýningin er ein lýsing av náttúrumáttum, men eisini ein lýsing av okkara kensluliga veðurlag. Úrslitið eru málningar, ið fáa okkum at síggja tilveruna við nýggjum eygum og at merkja hana við endurnýggjaðum sansum og styrki. Framsýningin verður opin fram til 8. november. Síðani august hevur ljóðað, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fór at útskriva nýval til danska fólkatingið, men ikki fyrr enn í dag gjørdist hetta veruleiki Parlamentsval Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Ígjøgnum mánaðar hava git­ ingar verið frammi um, at eitt fólkatingsval fór at koma. Longu í august varð roknað við, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð­ harri, fór at útskriva nýval, men hetta hendi ikki tá. Ivaleyst tí, at stjórnin hevði stórar trupulleikar av viður­ skiftunum hjá flóttafólki og fólki, ið søkja um friðskjól í Danmark, sum bæði polit­ ikarar og nógvir danir ann­ ars hava funnist at. Um ikki heilt loyst, so hevur stjórnin lagt dent á at betra hesi viðurskiftini við átøkum, og tí eru atfinning­ arnar munandi minni nú, enn tær hava verið. Sum heild eru tíðirnar góðar í Danmark, danir hava tað gott fíggjarliga, arbeiðsloysið er metlágt, og stjórnin lovar at halda fast við skattasteðgin, ið varð settur í verk, longu tá Fogh­ stjórnin tók við fyri seks árum síðani. Harafturat hevur stjórnin gjørt av, at Danmark skal taka seg aftur úr Irak. Júst Irak­kríggið og framhald­ andi hjáveran av donskum hermonnum í ófriðaliga landinum, hevur givið stjórnini stórt høvuðbrýggj, tí størsti parturin av dønum eru ímóti hjáveruni. Fogh metir ivaleyst, at stjórnin aftur stendur rætti­ liga sterk og velur tí at útskriva nýval nú við teirri grundgeving, at politiska myndin í Danmark er órógv­ að í løtuni. Hann vil tí reinsa luftina og tryggja stjórnini eitt betri grundar­ lag at halda fram. Bæði Dansk Folkeparti við Piu Kjærsgaard og Ny Alliance við Naser Khader stuðla Vinstra­konservativu stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen, men stórur mun­ ur er á, hvønn politikk tey vilja hava stjónina at føra í fremmanda­ og flóttafólka­ spurninginum. Bæði stíla ímóti at gerast avgerandi stuðulsflokkur hjá stjørnini. Ein støða, sum Dansk Folke­ parti hevur havt seinastu seks árini. Fólkatingsvalið í Danmark verður týsdagin 13. nov­ ember, og hetta merkir sjálv­ andi, at føroyingar eisini skulu til val tá. Harvið fáa vit ein forsmakk uppá, hvussu føroysku flokkarnir standa seg til ta tíð, sjálvt um eitt fólkatingsval oftast fellur munandi øðrvísi út fyri flokk­ arnar, enn eitt løgtingsval, ið sum kunnugt kemur í seinasta lagi 19. januar. So kom fólkatingsval kortini Sólstein: skerjingin fær avleiðingar Skerjingin í svartkjaftakvotuni kann fáa stórar avleiðingar fyri føroyska uppsjóðar­ flotan og føroyska fiskivinnu sum heild. Tað metir Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, sum vísir á, at skerjingin hevur eitt avreiðingarvirði á 150­200 milliónir í dagsins prísum. Eisini hava Føroyar avtalu við Russland um at lata svartkjaft í býti við tosk í Barentshavinum. Og sum tað triðja kann skerjingin fáa avleiðingar fyri Havsbrún í Fuglafirði, sum kann rokna við munandi minni nøgdum komandi ár. Svartkjafturin er umleið 40 prosent av veiðuni hjá uppsjóðarflotanum, og tí kemur tað at merkjast hjá skipunum, sigur Jákup Sólstein við Rás2. Tað sær ikki matari út, enn at heilsølan hjá Poul Michelsen hevur fingið nýggjan hatt – og tað hevur faktiskt fingið. Í gjár var stóri skipasmiðjukranin í ferð við at hiva eina nýggja yvirtrom oman á bygningin. ­ Vit eru í ferð við at gera nýggjar skrivstovur á triðju hædd, sigur Poul Michel­ sen. Nýggja yvirtromin er bygd í túninum og hivað upp á bygningin í heilum líki. Hon er 110 fermetrar til støddar og vigar umleið Tað hevur gingið væl at gera ábøturnar á Smyrli og fríggjadagin fyrst í næstu viku er væntandi, at hann kemur aftur í sigling Tað hevur gingið avbera væl at gera tær ábøtur á Smyril, sum skuldi gerast. Sostatt er eisini greitt, at tíðarætlanin fer at halda. Tað merkir, at Smyril fer úr aftur Svøríki fríggja­ kvøldið og Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað er alt, sum talar fyri, at hann verður aftur í rutusigling ímillum Suðuroy og Havnina mánadagin ella týsdagin. Hann fór til landskrona í Svøríki í dokk, men alt, sum skuldi gerast í sjálvari turrdokkini, er avgreitt, so nú er hann farin á flot aftur, har tað síðsta skal gerast, ímeðan hann liggur við bryggju. Regin Vágadal sigur, at sostatt heldur tíðarætlanin til fulnar, tí alt er gjørt, sum skuldi gerast. Eisini eru stabilisatorararnir umvældir. -Áki- Smyril aftur í sigling fyrst í næstu viku Poul Michelsen fingið hatt Beint eftir middag skrivaði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, út val á fólkatingsins røðarapalli. Hetta merkir, at bæðir, føroyingar og grønlendingar skulu á val týsdagin 13. november