mikudagur 24. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 206 - 24. oktober 2007
Tað metir Høgni
Hoydal, formaður
Tjóðveldinum, um
málið um Føroyar
sum eitt valdømi
skal steðgast. Men
tað kemur neyvan
frá teimum, og
Høgni vil síggja
grundgevingarnar
fyri einum møgligum
misáliti, áðrenn hann
tekur støðu til tað
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Hetta er alt eitt samgongu-
spæl. Eitt myrkaspæl, har
andstøðan er hildin púrasta
uttanfyri. Har sita fýra mans
úti í Tinganesi og gera eina
avtalu, sum vísir seg kortini
ikki at vera ein avtala. Og
alt hetta hendir, uttan at teir
siga andstøðuni frá.
Tað sigur Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldinum
um støðuna, sum er íkomin
eftir, at uppskotið hjá Ed-
mundi Joensen um Føroyar
sum eitt valdømi so dyggi-
liga varð samtykt við aðru
viðgerð í Tinginum í gjár.
Hetta er eitt uppskot, sum
hevur viðhaldsfólk og mót-
støðufólk í øllum flokkum,
og soleiðis er eisini í Tjóð-
veldinum, viðgongur Høgni
Hoydal. Sjálvur er hann av
teirri meting, at landið er
best farið, um tað verður
eitt valdømi.
- Tað einasta, sum kann
steðga málinum um Føroyar
sum eitt valdømi, er eitt
misálit á løgmann. Men tað
vísir seg, at allir partar, sum
vilja steðga málinum, renna
undan, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at Jóannes
Eidesgaard bara kundi hild-
ið fast við sonevndu semj-
una í Tinganesi og hótt við
at skriva út nýval, so høvdu
tinglimir beinanvegin aftra
seg.
-
Um
samgongulimir
veruliga meintu nakað við
tað, so kundu teir bara sett
fram misálit á løgmann.
Tað stendur bæði Marjus
Dam og fólkafloksmonnum
frítt, men har hevur einki
verið at hoyrt í so máta,
sigur Høgni Hoydal.
Einki kompromis
Formaður Tjóðveldisins sig-
ur, at støðan er greið; verður
misálit sett fram móti løg-
manni, verður borðið rudd-
að, og hetta uppskot viðgjørt
og atkvøtt um. Øll onnur
uppskot verða strikað.
- Men tað, sum undrar
meg, er, at eingin hevur tik-
ið stig til at finna neyð-
loysnir ella kompromisir.
Vit hava í langa tíð havt
djúpt misálit á sitandi sam-
gongu, og kemur eitt misálit
nú, er tað eitt internt sam-
gongumál, sum vit ikki fara
at blanda okkum í. Vit vilja
fyrst síggja grundgeving-
arnar fyri einum misáliti,
áðrenn vit taka støðu til tað,
sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at eingin
hevur nakrantíð vent sær til
andstøðuna
við
hesum
málinum.
- Hetta er eitt merkverdugt
spæl, har allir partar royna
at skáka sær undan ábyrgd,
staðfestir formaðurin í Tjóð-
veldinum.
Hann er als ikki ósamdur
við teimum sum siga, at
málið í stóran mun er skund-
að ígjøgnum, og at tað eru
mangir leysir endar, sum
neyðugt verður at binda
saman.
Tað verður neyðugt at fáa
avklárað tey tingini, ið ikki
enn eru viðgjørd í sambandi
við hetta málið, sum í mang-
ar mátar kann kallast kaot-
iskt. Hetta er eitt samgongu-
spæl, sum vit ikki vilja hava
lut í, men har eru sum nevnt
ting, ið greiða má fáast á
við triðju viðgerð í morgin,
sigur Høgni Hoydal um
støðuna í málinum um
Føryar sum eitt valdømi.
Misálit einasti møguleiki
Høgni Hoydal vil ikki spæla við í tí, sum hann kallar myrkaspæl hjá samgonguni
Skúlastjóri heiðraður av Javna
Fyrst í oktober fekk Ásmundur Lamhauge, skúlastjóri fyri Runavíkar skúla, Ársins herðaklapp frá Javna. Tað
vóru Guðný Samuelsen og Annette Sørensen úr økisnevnd Javna í Eysturoy, sum saman við Meinhardt Dal-
búð, nevndarlimi og Óla Wolles, næstformanni Javna, handaðu honum hesa viðurkenning á arbeiðsplássinum
í einum steðgi fríggjamorgunin 5. .oktober. Uppskotið var komið frá foreldrum at børnum við breki í Runa-
víkar skúla, og hetta uppskot tók ein einmælt nevnd undir við: »Ásmundur Lamhauge, skúlastjóri fyri Runa-
víkar skúla, fær herðaklappið frá Javna 2007 fyri við ídni at hava virkað fyri, at børn við breki fáa eitt virði-
ligt skúlatilboð í Runavíkar kommunu. Ásmundur hevur soleiðis verið við til at rúmka skúlan og hevur við
dirvi roynt nýggjar leiðir. Saman við dugnaligum starvsfólki hevur hann skipað ein skúla, ið tekur støði í ein-
staka barninum, og har børnini við breki eftir førimuni eru í dagligum sambandi og samskifti við onnur børn
og náttúrligur partur av teirra gerandisdegi – børnunum at gagni, foreldrunum til gleði og skúlanum til heiðu-
rs.«, stendur í grundgevingini fyri at lata skúlastjóranum í Runavík herðaklappið.
Stóra skerjingin í
svartkjaftaveiðini
kom ikki óvart á
vinnuna. – Hetta var
altíð væntandi, og vit
eru hartil samdir í, at
neyðugt var at skerja,
sigur Anfinn Olsen,
reiðari á Høgaberg og
Fagraberg
FISKIRÆTTINDI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjár kundi Fiskimálaráðið
boða frá, at semja var gjørd
um
svartkjaftafiskiskapin
fyri komandi ár. Og hetta
eru at síggja til rættiliga
døpur tøl.
Men Anfinn Olsen, sum
er reiðari á Høgaberg og
Fagraberg,
er
ikki
so
dapurtskygdur kortini.
- Eg var sjálvur við á fyri-
reikandi fundinum undan
samráðingunum, og fyri
okkum stóð tað greitt, at
ein niðurskurður kom. Og
satt at siga eru vit samdir
um, at ein niðurskurður er
neyðugur,
sigur Anfinn
Olsen.
Hann greiðir frá, at sein-
asta hálvtannað árið er fisk-
urin vorðin størri, og tað
kann bara merkja eitt av
tveimum. Antin verður ov
lítið fiskað av stovninum,
so fiskurin fær tíð at vaksa
seg stóran, ella er tilgongdin
av ungum fiski ov lítil.
Framman undan hevur
tilgongdin verið stór, og tí
hevur verið væl at fingið.
Saman við rímiligum prísi
hevur tað hildnast rættiliga
væl. Og Anfinn Olsen sigur,
at heldur prísurin sær, fer
tað nokk at ganga, sjálvt
við einum so ógvusligum
niðurskurði sum 32%.
– Sjálvandi fer ein slíkur
niðurskurður at hava stóra
ávirkan hjá svartkjafta- og
nótaflotan, men hinvegin so
er minking í veiðini helst
nakað, sum vit mugu venja
okkum við. Og fer minking-
in at halda fram, koma vit
kanska hartil, at skipini
mugu umhugsa at sláa seg
saman, sigur Anfinn Olsen,
reiðari.
Tað hevur annars ligið í
luftini, at ein niðurskurður
var á veg, og við samráðing-
arnar í London fyrr í vikuni
komu strandalondini ásamt
um, at skerja veiðina við
32% fyri komandi ár. Somu-
leiðis var semja um, at
halda fast við verandi býti
fyri komandi ár eisini.
Hetta merkir eina samlaða
skerjing í veiðini upp á
550.000 tons, og tað gevur
ein niðurskurð til okkum
upp á góð 145.000 tons.
Skerjingin væntandi
Anfinn Olsen og konan, Elisabeth, sum eiga hvør sín triðing í felagnum Framherji
Mynd: Vilmund Jacobsen