Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 206 - 24. oktober 2007 1. hjálpartaska væl móttikin Tá Trygd herfyri hátíðarhelt 75 ára stovningardagin, lat fyritøkan øllum sínum kundum eina snotuliga 1. hjálpartasku til at hava í heiminum, bilinum ella í bátinum. Trygd sendi fleiri túsund taskur út, og móttøkan var sera góð, sigur felagið í tíðindaskrivi. - Nógvir kundar hava ringt til okkara og takka fyri gávuna. Serliga vísa tey á, at tað er gott at hava slíka útgerð savnaða á einum og sama stað, og at hetta ofta er nakað, ið ein ikki fær tikið seg saman at gera til dagligt, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Trygd, Filmur um kynsligan ágang Undir heitinum »Kynsligur ágangur skal tosast í hel« skipar felagsskapurin KRIS fyri kunnandi fundi og ókeypis filmssýningum í Norðurlandahúsinum í Havn, Kelduni í Skálafirði og Atlantis í Klaksvík. Kynsligur ágangur er eisini í Føroyum eitt nógv størri vandamál enn vit kunnu ímynda okkum. Tí kunnu vit ikki tiga, men noyðast at tala, fyri at steðga hesum ræðandi brotsgerðum, sum dagliga verða framdar móti sakleysum børnum, skrivar KRIS í tíðindaskrivi. Høvi verður at síggja filmin ókeypis á hesum støðum. Atlantis 30. oktober kl. 20.00, Norðurlandahúsið 31. oktober kl. 19.30 og í Kelduni 1. november kl. 21.00. Suðuroyar valdømi Julius Holm, Vágur Mær dámar ikki, at Føroyar verða eitt valdømi, tí vandi er fyri, at útjaðarin fer at verða forsømdur. Ùtsøgnirnar í løgtinginum um Sandoyartunnilin boða ikki frá góðum í so máta. Grundgevingin um, at 85% av fólkinum hevur fast samband, heldur ikki, tí tað rættvísgerð ikki, hvussu farast skal fram í øllum landinum. Eg stúri eisini fyri, at áhugin fyri politikki fer at minka ímillum vanliga fólkið, so hvørt uppstilling og onnur politisk viðurskifti fara at verða miðstýrd úr Havn. Ditlev Hammer, Hov Tað dámar mær ikki, tí nú er vandi fyri, at útjaðarin fer at vera ein slumbýlingur í Havnini. Politiska ávirkanin hjá politikarum úti um landið fer at vera enn minni, enn hon hevur verið. Tá ið vit fáast við at velja yvirhøvur, er tað tí at vit vóna, at politikararnir, vit velja, skulu hava ávirkan. Fer ávirkanin hjá politikarum úti um landið at minka enn meiri, er alt mist og so er akkurát tað sama at halda upp at velja. Kristian Holbæk Kristensen, Tvøroyri Eg taki undir við, at Føroyar verða eitt valdømi, um so er, at vit fáa politikarar, sum hugsa um heildina, sum hugsað strategiskt og sum hugsað langt fram í tíðina. Men førir tað við sær, at útjaðarin verður undirumboðaður og niðurraðfestur er tað ikki gott, men tað haldi eg ikki, at tað er so stórur vandi fyri, tí eftir mínum tykki viðgerða politikararnir ikki tey stóru, strategisku málini, sum støðan er nú, so verri vænti eg ikki at tað verður við einum valdømi. Hinvegin er eitt valdømi heldur ongin trygd fyri einum gagnligari politikki, men eg haldi, at tað er eitt stig rætta vegin, tí sum skipanin er nú, hevur politikkur í ov stóran mun hug at drukna í lokalpolitikki og partapolitikki og eitt valdømi kann bøta um tað. Martin í Nesi, Í Nesi í Hvalba Sum støðan er nú, eri eg ímóti at gera Føroyar til eitt valdømi. Vit hava hoyrt nógvar serkønar ávara ímóti at gera alt landið til eitt valdømi í eini handavending, sum ætlanin er nú, so eg skilji ikki, hví tað skal trumfast ígjøgnum beint undan einum vali. Sum støðan er nú, hevur ongin givið sær stundir at kanna avleiðingarnar av, at Føroyar vera eitt valdømi. Tað hevur gingið illa at menna útjaðaran við teirri skipan, sum er, so eg vænti, at við einum valdømi verður enn verri og avleiðingin verður, at útjaðarin verður enn meiri afturútsigldur. Fólk á gøtuni um Norðoya valdømi JA, tí vit eiga ongar lokalpolitikkarar Regin Justinussen, avgreiðslumaður úr Svínoy: - Tað kann kanska undra onkran, men eg gangi fult inn fyri einum valdømi. Mín meining er hon, at vit hava ikki havt nakran lokalpolitikkara í Norðoyggjum sum hevur tænt okkum serliga væl. Ja, eg trúgvi at ein vann líka nógvan frama frá politikarum aðrastaðni frá, um ein heldur valdi at stuðla teimum. - Hinvegin eri eg sannførdur um, at tað átti sjálvandi ikki at verið so: At politikkararnir, sum eru valdir her í økinum, hugsaðu um hetta økið. - Men mínar royndir vísa hinvegin, at vit her norðuri ikki hava havt nakran lokalpolitikkara. TJA, eg ivist Pól Fuglø, arbeiðsmaður úr Norðdepli: - Í verandi løtu sigi eg ja til eitt valdømi, men í longdini eri eg rættiliga ivasamur. Við teimum tingmonnunum vit hava í dag, og við løgmanni á odda, hava vit her norðanfyri fingið sera lítið burturúr. - Eg eri hinvegin bangin fyri, at vit fara at fylla tingið við akademikkarum, og tá verður ikki pláss til realistarnar í føroyskum politikki. - Vandin kann verða, at tann vanligi føroyingurin, sum hevur lítla ella onga útbúgving, fer at detta burtur ímillum og tí ikki sleppur framat at siga sína hugsan, hóast hann eisini hevur góðar meiningar. - Tá hetta er sagt, vil eg eisini siga, at við einum valdømi kunnu eisini lokalpolitikkarar fáa ein møguleika. Eg hugsi her um Heina í Kunoy. Hann hevði heilt sikkurt fingið atkvøður frá veljarum kring alt landið. Tey smærru økini missa nógv Maiken Steinberg, kunningarleiðari úr Klaksvík: - Eg havi roynt at fylgja við í tí orðaskiftinum, sum hevur verið um hetta málið. Men satt at siga dugi eg sera illa at ímynda mær, hvat alt gongur út uppá. Og tað veit eg eisini, at mong onnur her í Klaksvík halda. - Sagt verður, at við einum valdømi fara fleiri kvinnur at koma inn á ting. Tað loyvi eg mær at ivast í, men eg kann ímynda mær, at tey smærru økini fara at missa nógv í framtíðini. Eg trúgvi, at trupult hevði verið at fingið uppskotini um Norðoyatunnilin og Vágatunnilin ígjøgnum í framtíðini. - Tað er helst nógv smartari og einfaldari við einum valdømi, men eg ivist í, um hetta verður til fyrimuns fyri bygdamenningina. Ja, hví í víðu verð skal ein tvørámaður fara at velja ein fugloying? - Hinvegin haldi eg, at kunningin um avleiðingarnar av hesum málinum hevur verið alt, alt ov lítil. Tað er skrumblað ígjøgnum tingið, og fólk á gøtuni eru forvirrað og vita ikki rættiliga, hvat uppskotið veruliga gongur út uppá. Teir (altso tingmenninir) hava tosað nógv um tað inni í Tinghúsinum, men vita vit, hini 48.000 fólkini uttanfyri húsið, hvat tað veruliga fer at merkja fyri okkum?