mikudagur 24. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 206 - 24. oktober 2007
Mótaframsýning í SMS
Í sambandi við mótaframsýningina hjá SMS í kvøld sýnir
Elisa Heinesen ein brot av nýggjastu kollektiónini, AVA,
sum varð víst í Royal Alberthall 14. oktober 2007. Her eru
myndir frá kollektiónini.
Palle Henriksen,
verkfrøðingur í Havn
Ja, eg haldi tað er skilagott við einum
valdømi. Kommunurnar kunnu føra
lokalpolitikk. Vit skulu hava
landspolitikk í tingið. Men eg haldi
eisini, at málið er skundað nakað nógv
ígjøgnum.
Eivin Dam, pensionistur í Havn
Ja, eg haldi tað er fínar greiðir við
einum valdømi. Og eg rokni við, at tað
verður betri fyri allar Føroyar.
Lovisa Glerfoss,
verkfrøðingur í Havn
Ja, tað er deiligt, um vit fáa eitt valdømi.
Tað gevur eitt rættvísari býtið av
atkvøðunum. Men eg rokni allíkavæl
við, at fólk í øllum landinum fara at
verða hoyrd. Tað er eisini gott, at øll
sleppa at velja øll valevni.
Torleivur Mikkelsen,
skrivstovumaður í Havn
Ja, eg gangi inn fyri einum valdømi, tí
so fáa vit landspolitikk inn á ting.
Kommunurnar kunnu so taka sær av
lokalpolitikki.
Tórur Jacobsen,
sjómaður úr Havn
Ja, tað er ein sjálvfylgja at vit skulu
hava eitt valdømi. Føroyar eru so smáar,
og eg ivist ikki í, at tá fara politikararnir
at umboða alt landið og ikki bert teirra
egnu øki. Men eg rokni eisini við, at
flestu umboðini verða úr
miðstaðarøkinum.
Anna Højgaard,
skrivstovukvinna í Havn
Ja, eg gangi inn fyri einum valdømi.
Fyrst og fremst tí, at so kunnu allir
veljarar velja millum øll valevnini.
Kristianna Høgnesen,
handilseigari í Havn
Ja, eg haldi tað er fínt við einum
valdømi. So fáa vit kanska
landspolitikarar. Tað skuldi verið gjørt
fyri langari tíð síðani.
m eitt valdømi
Sandoyar valdømi
JA, í dag heldur
enn í morgin
Tórur Johannesen,
avgreiðslumaður á Sandi
- Tað er eingin ivi um hetta í
mínari verð: Vit mugu fáa eitt
valdømi so skjótt sum gjørligt –
heldur í dag enn í morgin.
- Vit í Sandoynni hava fingið sera
lítið
burtur
úr
í
hesum
valskeiðinum, - ja, tað er nærmast
skammiligt!
NEI, tí vit
fáa slettis
einki
Poul Klementsen,
bóndi á Sandi
- Eri eg ímóti uppskotinum,
tí eg vænti ikki, at okkara
sjónarmið í Sandoynni verða hoyrd á sama hátt
sum áður.
- Hvør avleiðingin verður um uppskotið verður
samtykt? Tja, vit fáa lítið til Sandoynna sum er.
Men við einum valdømi fáa vit slettis einki.
Vága Valdømi
NEI, tí
vit missa
ávirkan
Josefina Falkvard, krambakvinna úr
Miðvági:
- Eg eri ímóti einum valdømi, tí eg rokni við at
flestu politikkararnir fara at verða havnarmenn.
Ein avleiðing av hesum kann verða, at vit missa
flogvøllin.
- Vit í Vágum stóðu sera væl saman, tá málið
um undirsjóvartunnilin kom fram. Eg eri vís í,
at um tað verður eitt valdømi og hetta uppskotið
kom fram seinni, hevði tað verðið sera trupult at
fingið tað ígjøgnum.
NEI, tí alt
verður stýrt
úr Havn
Eirik Joensen,
arbeiðsmaður úr Miðvági:
- Mær dámar einki hetta uppskotið um eitt valdømi, tí
eg óttist fyri at alt fer at verða stýrt úr Havnini. Tað er
longu nóg ringt sum er.
- Politikkarar úr øðrum økjum hava ikki so lætt við at
seta seg inn í umstøðurnar hjá okkum í útjaðarinum –
og tá er líkamikið um talan er um Vágar ella
Norðoyggjar. Tí verður trupult hjá teimum at fáa nýggj
hugskot og meiningar um, hvussu hesi økini skulu
mennast í framtíðini.
JA, tí útjaðarin
verður røktur eins væl
Marni av Kák, fyrrverandi sýslumaður úr Sørvági:
- Hóast eg eri partamaður hjá Marius (Dam úr Sambandsflokkinum), eri eg
rúkandi ósamdur við honum: Vit skulu hava eitt valdømi.
- Vit eru fá í tali í Føroyum og landið er lítið, og eg trúgvi at útjaðarin verður
røktur eins væl við einum valdømi sum undir verandi skipan. Tað verður
neyvan tann stóra broytingin, tí oyggin verður neyvan meiri forsømd enn hon
er í dag.
- Vit kunnu heldur ikki brúka Grønland sum fordømi, tí her er talan um eitt
annað land uppá mangar ymiskar mátar, fyrst og fremst í stødd.
- Hinvegin so mugu teir sum stilla upp, bjarga sær nakrar atkvøður úr útjaðarinum, fyri at verða vísur í at
verða valdir aftur. Tí mugu teir snøgt sagt arbeiða líka væl fyri øll í øllum økjum!
Suðurstreymoyar valdømi
Skipað fyri hava:
Snorri Brend
Áki Bertholdsen
og Rigmor Dam