mikudagur 24. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 206 - 24. oktober 2007
- Hetta var ein
sera hugnalig løta,
sum staðfesti, at
tað ber til at skapa
upplivingar, eisini á
einum røktarheimi.
Hetta var eisini ein
løta sum prógvaði,
hvønn týdning eitt
slíkt tiltak hevur á
trivnaðin hjá teimum,
ið búleikast á einum
slíkum heimi, sigur
leiðarin, Tordur J.
Niclasen
Uppliving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikudagin
17.
oktober
høvdu búfólk, starvsfólk,
avvarðandi og flettingarfólk
ein serligan dag á Eysturoy
ar Røktar og Ellisheimi.
Hendan dagin vórðu tveir
seyðir flettir inni á heimin
um, og hetta tiltak hevði
stóran áhuga milllum bú
fólkini.
Nógvar myndir vórðu
tiknar, sum vit á Sosialinum
kunnu gleða búfólk, starvs
fólk og tey avvarðandi við.
Upplivingarløta
Leiðarin á Eysturoyar Røkt
ar og Ellisheimi, Tordur J.
Niclasen, sigur, at hugskotið
byggir á at fáa tær løturnar,
sum hesi fólk í sínari tíð
høvdu, inn í teirra nýggja
umhvørvi.
Vit kunnu siga, at enda
málið við hesum er at fáa
hesar upplivingarnar inn á
heimið – tær upplivingar,
sum fleiri av hesum fólkum
eru von við frá barnbeini
av.
Hann sigur, at nakað
áðrenn fjøllini vórðu gingin,
varð tosað um, hví vit ikki
fóru at fletta nøkur lomb á
Røtarog Ellisheiminum?
Tordur sigur, at tann sera
virkni
ergoterapeuturin
Heidi, sum starvast á Eystur
oyar Røktarog Ellisheimi,
fór beinanvegin í gongd og
setti seg í samband við
Jákup Hansen í Søldarfirði,
sum meira enn fegin vildi
átaka sær at fletta.
Jákup vitjar sjálvur javn
an á heiminum.
Húsavørðurin av Strond
um fekk tvey gimburlomb
til vega frá bóndanum Innan
Glyvur, og síðan varð farið
í gongd.
Stórur áhugi
Tordur J. Niclasen sigur, at
fitt av fólki – bæði kvinnur
og menn – vóru samankomin
í ergoterapiini, tá ið slaktið
fór fram.
Dúgliga varð prátað, og
viðmerkingarnar vóru nógv
ar, meðan flettingin stóð
uppá.
Hann sigur, at tað fyrsta,
sum fólk gjørdu vart við,
var lukturin – seyðalukturin,
sum dróg tankarnar hjá
fleiri aftur í tíðina, tá flett
varð inni í køkinum, og
lukturin stóð um alt húsið.
Leiðarin sigur, at fletting
armaðurin Jákup, fekk onk
ur góð ráð og eisini onkra
viðmerking, tá hann gjørdi
øðrvísi, enn onkur var van
ur við.
Tá ið Jákup so spurdi,
um hesin, sum kom við ráð
unum, skuldi draga sperð
ilin, vóru konufólkini skjót
ar at svara, at sjálvandi tað
skuldi hann tað!
Spenningurin var óførur,
tá ið vigast skuldi og
dúgliga varð gitt.
Jú, jú um tey 25 pundini
og so var. Annað vigaði
sløk 26 pund og hitt sløk 25
pund.
Tordu J. Niclasen sigur,
at hetta var ein sera hugna
lig, gevandi upplivingarrík
løta saman við búfólki,
starvsfólki
og
onkrum
avvarðandi.
Tað ber til...
Hetta var ein løta, sum
staðfesti, at tað ber til at
skapa upplivingar av slíkum
slagi, eisini á einum røktar
heimi. Hetta var eisini ein
løta, sum prógvaði, hvønn
týdning eitt slíkt tiltak
hevur á trivnaðin hjá teim
um, ið búleikast á slíkum
heimi, sigur leiðarin.
Krovini hanga nú í hjall
inum á Eysturoyar Røktar
og Ellisheimi, og eingin ivi
er um, at tey fara at gagnast
mongum væl, helst betri
enn vanligt.
Tey flettu á Røktar-og E
Jákup Pauli rættir eina hjálpandi hond
Tummað verður
Flettarin og fyristøðmaðurin saman við starvsfelaga sínum Axel Johannsen
Andrias í Tarti - 100 ára gamal - ger metingar av krovinum
Frank Jensen nøgdur
Líkt er til, at danir og grønlendingar eru komnir nærri
einari semju í sjálvsstýrisnevndini eftir ein fund í
Keypmannahavn í gjár. Formaðurin í búskaparliga
arbeiðsbólkinum, Frank Jensen, sigur við KNR, at
fundurin var sera góður. Partarnir umrøddu krøvini hjá
hvør øðrum, og teir fara nú at kunna tað politiska
baklandið. Ein av teimum stóru spurningunum er, um
inntøkurnar hjá DONG í Grønlandi skulu mótroknast í
roknskapinum landanna millum.
Tilvildarligur fiskiskapur
Í íslendska reiðarafelagnum harmast menn um, at umleið
tjúgu útlendskir trolarar komu á Reykjanesryggin í august
og september at royna eftir kongafiski, hóast tað í fjør
eydnaðist at fáa semju um at royna har um várið og tíðliga
um summarið. Stjórin í íslendska reiðarafelagnym, Friðrik
J. Arngrímsson, sigur við blaðið Fiskifréttir, at viður
skiftini eru tilvildarlig, og at í veruleikanum er einki
eftirlit við fiskiskapinum á Reykjanesrygginum.