mikudagur 24. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 206 - 24. oktober 2007
llisheiminum í Runavík
Marin á Skipanesi fekk bløðruna
Jákup slapp ikki undan at "fylla sperilin"
Asfinn Sigvardsen hyggur eftir vektini - um 26 pund
Heidi handar Jákupi eina lítla gávu
Bøndur stóran stuðul
Ongastaðni í heiminum fáa bøndur so stóran stuðul frá tí
almenna sum í Íslandi. Tað sigur OECD, sum hevur
roknað seg fram til, at íslendski landbúnaðurin fekk 15
mia. íslendskar krónur í almennum stuðuli í fjør. Tað
mesta verður latið bøndrum, sum hava seyð ella neyt,
men lutfalsliga eru tað høsnagarðarnir, sum fáa mest. 66
prosent av inntøkuni hjá einum íslendskum bónda er
almennur stuðul. Í Noregi er talið 65 prosent og í ES 32
prosent.
Kópalýsi kann lekja
Nýggjar kanningar, sum NAMMCO hevur staðið fyri,
vísa, at kópalýsi kann brúkast til heilivág. Granskararnir
siga, at í kópalýsi er so mikið av omega 3-feittsýru, at
lýsið kann brúkast til at viðgera sjúkur í tarmunum hjá
fólki. Kanningarúrslitið varð lagt fram á einari altjóða
kóparáðstevnu í Vasa í Finnlandi í síðstu viku, og har var
semja um, at Norðurlond eiga at halda fram við
kanningunum, sigur. Norðurlendska Ráðharraráðið.