Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 206 - 24. oktober 2007 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Frá míni tíð í felagnum kenni eg felagið, og eg kenni krøvini, sum verða sett. So hetta er á ongan hátt nakað, sum ræðir meg Rúni Nolsøe Vistu hann kom aftur Í HB-leiðsluni hava tey ongan tíð verið í iva um, at Rúni Nolsøe fyrr ella seinni var at síggja aftur í felagnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir 10 ár við útlendskum venjarum er tað nú ein føroysk loysn, sum skal roynast í HB. At eitt somikið sigursvant felag velur at seta ein rættiliga óroyndan venjara, kann væl tykist nakað vágið, men stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, ristist als ikki á hondunum, tá sáttmálin varð undirskrivaður. - Tað kann væl vera, at Rúni ikki hevur tær heilt stóru royndirnar sum venjari. Men hann hevur so vunnið uppflyting til Formula-deildina við øðrum feløgum tvey ár á rað, sigur Steinfinnur. - Men hinvegin vita vit, hvat Rúni stendur fyri. Hann er ein vinnaratypa, sum bæði undir venjing og dysti gongur á odda. Og hann hevur ein sera hollan kunnleika til HB. Bæði um felagið sjálvt, og um spælarahópin. Og Steinfinnur leggur afturat, at teir ongan tíð ivaðust í, at Rúni fyrr ella seinni var at síggja aftur í HB. - Tað hevur onkurs- vegna altíð ligið í kortun- um. Síðani hann gavst sum spælari hjá okkum í 2005, havi eg verið púr- asta vísur í, at vit fingu hann aftur. Antin sum venjara ella kanska innan nevndararbeiðið í fel- agnum. - Og hartil kemur so, at tíðin helst eisini var búgvin, til at vit í HB nú aftur hava eina føroyska loysn. Vit hava havt útlendskar venjarar í 10 ár. Og hóast tað eisini hevur hilnast væl, so var tíðin helst komin til nak- að annað. Og tá møgu- leikin nú beyðst við Rúna, so ivaðust vit onga løtu, haldi eg meg kunna siga. Mikumorgunin skrivaðu HB og Rúni Nolsøe und­ir sáttmála. Metmaðurin hjá HB er maðurin, sum komand­i árið skal lyfta HB Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur ljóðað í eina tíð, og mikumorgunin varð tað so endaliga staðfest. Rúni Nolsøe verður nevnliga nýggjur venjari hjá Formula-liðnum hjá HB. Við Rúna Nolsøe fær HB ein venjara, sum enn ikki hevur tær stóru royndirnar sum venjari. Men bæði í ár og í fjør hevur hann tó staðið við stýrisvølin á liði, sum hevur vunnið sær rætt til Formula-fótbólt. Kennir krøvini Men tað, sum honum vantar í venjararoyndum, verður kanska uppvigað av sera góða kunnleikanum, ið Rúni hevur til HB. Hóast uppvaksin í Vági og VB, so gjørdist Rúni at kalla synonymur við besta HB- liðið, har hann spældi frá 1993 til 2005 og har hann fýra ferðir kundi lyfta FM- steypið. Og við í alt 347 dystum er hann eisini mað- urin, sum eigur dystarmetið í felagnum, har hann í fleiri ár var liðskipari. Í 2006 varð Formula-fót- bólturin lagdur á hillina, og ístaðin gjørdist Rúni spæl- andi venjari á Argjum, har hann var við til at tryggja felagnum sess í fremstu før- oysku deildini. Hetta fyri fyrstu ferð í felagssøguni. Og í ár hevur hann so verið venjari hjá B68, ið mest sum einaráðandi spákaði upp aftur í Formula- deildina. Men tað er munur á at venja oddalið í fyrstu deild og so at venja mest siðvanda felagið í landinum. Eitt felag, ið á hvørjum ári meddar eftir avgjørda topp- inum í føroyskum fótbólti. - Sjálvandi er munur á. Og innan føroyskan felags- fótbólt er venjarastarvið í HB størsta avbjóðingin, sum tú kanst fáa. Men frá míni tíð í felagnum kenni eg felagið, og eg kenni krøvini, sum verða sett. So hetta er á ongan hátt nakað, sum ræðir meg, sigur Rúni Nolsøe. Men eftir eitt mest sum miseydnað ár eftir HB- mátistokki við einum 4. plássi í landskappingini. Eru krøvini so ikki eyka hørð í ár? - Tað eru tey kanska. Men hjá mær ræður um at hyggja frameftir. Mín uppgáva er at arbeiða móti komandi kappingarári, har vit vilja røkka einum betri úrsliti. FM ella steyp vil eg als ikki tosa um nú. Oktober mán- aður í 2008 er langt burturi, og áðrenn vit koma hagar, eru altso nógvir dystir, sum skulu spælast – og helst vinnast. Til tíðir tóktist tað kanska, sum varð tann læran løgd á hillina í ár. Sum tað so ofta hevur ljóðað frá onkrum øðrum liði, so ræður um at taka ein dyst í senn. - Men tað er púra greitt, at eg ikki geri nakað einsa- mallur. Saman við spælar- unum vilja vit royna at lyfta lagið í hópinum og annars at fara í arbeiðsklæðini. Enn er ikki endaliga greitt, hvussu hópurin fer at síggja út, men hesin verður á leið tann sami sum í ár. - Sum eg havi skilt tað, so hava flestu spælararnir eisini sáttmála fyri komandi kappingarár. Eg havi havt ynski um styrk á einstøkum plássum, men enn er tó alt ov tíðliga at tosa ítøkiliga um hetta, sigur nýggi venj- arin. Hjálparvenjari á gáttuni Hvør verður hjálparvenjari hjá Rúna er enn ikki greitt. Tað hevur ljóðað, at Heðin Askham er eitt rættiliga sannlíkt boð, men sum skilst er hetta enn ikki komið endaliga upp á pláss. Hinvegin er greitt, at talan ikki verður um Albert Ellef- sen, sum seinastu trý árini hevur virkað sum hjálpar- og síðani eisini høvuðsvenj- ari í felagnum. Orsøkin til hetta er, at Albert í løtuni ikki sær sær møguleika at røkja borgarliga starv sítt, samstundis sum hópatals tímar skulu nýtast til fót- bóltin á hvørjari viku. Rúni skal venja HB Hóast uppvaksin í VB, so er Rúni at kalla Mr. HB. Hann hevur dystarmetið í felagnum, og í bróðurpartinum av hansara 13 árum sum HB-spælari bar hann eisini liðskiparabindið um armin Mynd: Jens Kr. Vang Føddur 21. mai 1971 3 A-landsdystir Spælt við: VB 1988-1992 HB 1993-2005 AB 2006 (spælandi venjari) B68 2007 (spælandi venjari) Vunnið: 4 FM-heitið (HB) 3 steypasigrar (HB) 1. deild (B68) FAKTA