Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 206 - 24. oktober 2007 ] VB vann móti Stjørnuni, men tapti móti StÍF. Í útsetta dystinum móti Stjørnuni í Vági, vann VB ein kanóndyst móti Stjørnuni, men dagin eftir taptu tær móti StÍF á útivølli. – Dysturin kvøldið fyri hevur óivað ligið í beinunum hjá ogra leikarum, tá tær fóru inn á Skálafjørðin sunnudagin, sigur Bogi Mortensen, heimildarmaðurin av Skála, hendan dagin HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo VB og Stjørnan spældu ein fysiskt krevjandi dyst leygardagin 20. oktobur, har kvinnurnar úr Vági megnaðu at koppa meistar­ unum úr Klaksvík, við ein­ um 26­24 sigri, aftaná hálv­ leiksstøðuna 12­8. Stjørnubyrjan Stjørnan kom annars best frá byrjan og løgdu seg á odda 0­2, men so raknaði VB við og løgdu seg á odda. Støðuna hildu vágskvinnur og vóru tær frammanfyri allan fyrra hálvleik. Gamaní javnaði Stjørnan í tveimum førum, til ávíkavist 3­3 og til 8­8, men VB endaði omaná, fingu fýra mál aft­ urat, og so var hálvleikur. Lyklaleikarar Lyklaleikarar hjá VB høvdu ein góðan dag á Vágseiði leygardagin, og Daiva Tou­ maite, Laila Jespersen, Gurið Mortensen traðkaðu virkuliga í karakter og vunnu dystin fyri VB. Viljin sigraði Stjørnan megnaði at javna til 18­18, tá annar hálvleikur var hálvrunnin, og løgdu seg enntá á odda 21­22, men so var tað sum at støðg­ ur kom í hjá klaksvíks­ kvinnum, tí hóast útvísingar til VB móti dystarenda, megnaðu vágskvinnur at enda at vinna við tveimum málum. Dagin eftir Eftir ein harðan dyst leygar­ dagin, fóru vágskvinnur inn á Skála at spæla móti StÍF. Dystarferðin var lítil og málini enn færri, og týðuligt var at síggja, at beinini á Vágskvinnum vóru tung frá dystinum leygardagin. Hvussu var og ikki, so royndu tær, hvat tær vóru mentar. StÍF, ið vóru stjørnuskotið Ninnu Johansen fyri uttan, løgdu seg á odda og gongdin var jøvn, inntil støðan var 3­ 3, tí tá var Daiva so óheppin at fáa ein alboga í andlitið og noyddist tískil av vøllinum til viðgerðar. Hon fekk ein snudd yvir eygnalokinum, og kom ikki inn í dystin aftur, fyrr enn umleið 10 minuttir vóru farnir av øðrum hálv­ leiki. Hesa løtuna, Daiva var úti, megnaðu StÍF at vinna sær passaligan fyrimun, men tó kempaðu vágskvinnur fyri­ myndarliga, sjálvt um lítið kom burturúr. Hálvleiksstøð­ an varð 7­5. Kreftirnar gingu undan Meðan Daiva hevði verið úti við skaða, vóru kreftirnar á hinum VB­arunum uppbrúkt­ ar, so tá hon kom inn aftur, var tað ein einmansherður móti stinnu StÍF verjuni, sum gjørdu sær dælt av hesum og kempaðu seg til eina fína føring uppá 12­9, eftir 18 minuttum í øðrum hálvleiki. VB gjørdi eitt síðsta sprell og kom uppá javnleik 12­12 tá seks minuttir írestaðu, men tá var øll orkan nýtt, og tá so StÍF skorar til 13­12, minutt­ in seinni, megnar VB ikki nakað aftursvar, og tískil vinnur StÍF ein heldur lin­ ligan dyst, hvat tempo viðvíkur. Gongur svingandi hjá VB VB – Stjørnan 26-24 (12-8) Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 12 (3), Laila Jespersen 4, Ruth Lisberg 4, Monika Samuelsen 3, Theresa Joensen 3 Stjørnan: Simona Petersen 11 (5), Bára S. Klakstein 4, Durita Christophersen 4, Una Olsen 2, Joan M. Djordjevic 1, Hanna Mikkelsen 1, Anna K. Samson 1 Brotskøst: VB 3, Stjørnan 6 Útvísingar: VB 2, Stjørnan 3 Dómarar: Hans Tomasen & Hanus Kúrberg StÍF – VB 13-12 (7-5) Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7 (2), Bára Danielsen 3, Ata Gregerssen 1, F. Danielsen 1 Elsa H. Rasmussen 1 VB: Svava Vestergaard 5, Daiva Toumaite 4 (2), Bára Mortensen 1, Miriam Michelsen 1, Monika Samuelsen 1 Brotskøst: StÍF 2, VB 3 Útvísingar: StÍF 3, VB 1 (venjarin) Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA Sunnudagin 21. oktober fór A-mans- landsliðið til Dan- markar, og týsdagin gekk leiðin víðari til Luksemburg til Challenge Trophy kappingina, ið byrjar í dag 24. oktobur HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Føroyska manslandsliðið í hondbólti fer í kjalavørinum hjá kvinnulandsliðinum, at luttaka í Challenge Trophy Cup. Hetta er ein kapping, ætlað smátjóðum innan hondbólts ítróttina. Kapp­ ingin byrjar í dag, 23. og er liðug sunnudagin, 28. Ferðalagið fór longu úr Føroyum sunnudagin 21. og steðgaðu teir í Helsingør, har tveir av okkara leikarum spæla til dagligt. Fyri at samansjóva hópin, spældu okkara menn ein venjingar­ dyst móti Helsingør3000, har okkara vunnu 32­29, eft­ ir hálvleiksstøðuna 15­15. Vónirnar hjá okkara monn­ um eru ikki heilt sørar. Kappingin er deild í 2 kappingar. Ein í Luxemburg og ein í Georgia. Okkara kapping er deild í tveir bólkar, har nr eitt og tvey koma víðari úr hvørjum bólki. Okkara menn hava ivasaman kunnleika til mót­ støðuliðini í bólki sínum, og teir meta at tað skuldi verið møguligt at vunnið sær eitt annað pláss í bólkin­ um, og tessvegna komið í hálvfinaluna. Vinnarin av kappingini í Luxemburg og vinnarin av kappingini í Georgia skulu møtasat í einari finalu, ið er ætlað sum ein eyka vinning­ ur. Tí hendan finalan skal spælast sum ein upphitingar dystur til EM­finaluna 2008 í Drammen í Noregi. Challenge Trophy Cup 2007 Dystarskráin hjá føroyska manslandsliðnum sær soleiðis út: 24/10 kl. 17:00 Føroyar ­ Malta 25/10 kl. 15:00 Írland ­ Føroyar 26/10 kl. 15:00 Føroyar ­ Skotland 27/10 kl. 15:00 Føroyar ­ England 28/10 kl. 12:30 Luksemburg ­ Føroyar Luxemburg er 1 tíma framman fyri okkum. Føroyskur ítróttur í framtíðini Leygardagin 10. november kl 10 til 18 fer Ítróttasamband Føroya at halda ein evnisdag á Hotel Føroyum. Ætlanin við hesum degi er at seta føroyskan ítrótt í brennidepilin, og saman finna útav hvørjum málum vit skulu arbeiða framímóti. Kvinnulandsliðið venur á Eiði Vikuskiftið 27. og 28. oktober venur nýggi bruttohópurin hjá kvinnum í Ítróttarhøllini á Eiði. Venjingarnar byrja leygarmorgunin kl. 10 og enda við venjingardysti sunnudagin 28. oktober kl. 15:00. Hetta er liður í fyrireikingunum hjá kvinnulandsliðnum til landsdystirnar móti Íslandi síðst í november. SunSet dystirnir, ið vóru settir til hetta vikuskiftið, eru allir fluttir. Laila og Ruth royna at seðga Unu, meðan Svava hyggur at