mikudagur 24. oktober 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 206 - 24. oktober 2007 ]
Herfyri helt Bragdið
60-ára stovningardag
í Miðlahúsinum, og
fitt av gestum vóru
uppmøttir. Røður
vórðu hildnar og mill-
um annað fleiri av
upprunaligu stovnar-
unum av Bragdinum
vórðu møttir. Onkur
teirra hildu eisini
røðu. Kaffi og gott
ábit var eisini at fáa
í Miðlahúsinum í
Vágsbotni hendan
oktoburs seinnapart
FØÐINGARDAGUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fitt av fólki var samlað í
Miðlahúsinum
hendan
seinnapartin
í
oktobur.
Fyrsti
røðarin
hendan
seinnapartin var formaður
Bragdsins, Robert Vilhelm
sen. Hann fortaldi um byrj
anina og tók stutt samanum,
um søgu felagsins og takkaði
stovnarum tess fyri megnar
arbeiði teirra fyri frælsa
ítrótt. Eisini treyv hann í
týdningin av einum tílíkum
felagi, og at tað nú loksins
fær virðuligar umstøður.
Røðarar
Eftir
at
formaðurin
í
Bragdinum hevði hildið
eina røðu, vóru ymiskir, ið
hildu røðu og hugleiddu um
farna tíð, framtíðina og útlit
hennara.
Nógvur
aktivitetur
hevur verið síðan stovn
ingardagin. Millum annað
høvdu vit longu vitjan í
1949 av Ísafjørðinum úr
Íslandi, segði formaðurin í
Ítróttar Sambandi Føroya
(ÍSF) m.a. Hann takkaði
eisini fyri gott samstarv,
gjøgnum tíðina, ið farin er
og vónaði at tað fór at halda
fram og mennast.
Tað er heilt fantastiskt
at Toftamenn bjóðaðu seg
fram til at gera eitt stadion,
sum kundi nýtast í 1989,
annars kundi ongir leikir
haldast her, sama ár, sigur
hann og leggur afturat, at
krøvini økjast, og uttan
ítróttarhøll til frælsan ítrótt,
kunnu vit ikki fáa oyggja
leikirnar hendan vegin í
2015, sum ætlað.
Heri Ziska, formaður í
Frælsum
Ítrótti
Føroyar
(FÍF), helt eisini røðu, og
gleðist hann um at vit kunna
taka í nýtslu, eitt stadion á
altjóða støði, og gleðist
alsamt um at tað nú gongur
væl, aftaná byrjunartrupul
leikar í projektinum. Hann
endar við at takka fyri
megnar arbeiðið, ið stovn
ararnir hava lagt eftir seg.
– Uttan teir vóru vit ikki
her í kvøld, og kundu nokk
heldur ikki taka í nýtslu
glæsuligt stadion, á sumri
næsta ár.
Hevur stóran týdning, at
Bragdið hevur megnað at
skipað fyri so nógvum
stórslignum tiltøkum, gjøgn
um tíðina, m.a. Tórshavn
Marathon
Íblásturin
Millum aðrar, helt Palli
Gregoriussen, ein av teim
um átta stovnarunum av
Bragdinum, eina røðu, har
hann fortaldi um søguna,
og um merkiligu kensluna,
at standa her aftaná 60 ár.
Vit vóru bert 1516 ára
gamlir, og høvdu allir alsk
fyri frælsum ítrótti, og
tiltikna olympiadan í Berlin
í 1936, var kanska íblásturin
til hetta felag. Einastandandi
avrikið hjá litta ameriku
manninum, Jesse Owens,
fekk áhugan bert at veksa.
Tá
Íslendingar,
av
Ísafjørðinum, vóru á vitjan
í 1949, varð fótbóltsvøllurin
í Gundadali máldur upp og
nýttur, fortelur Palli frá og
tekur at enda samanum og
sigur at hann gleðist almikið
um at tað enduliga eru
nøktandi umstøður ávegis,
fyri
klassisku
ítróttar
greinina Frælsa ítrótt.
Frælsur ítróttur bjarta framtíð
Nakrir av stovnarum felagsins vóru møttir til hesa hugnaløtuna niðuri í Vágsbotni
Robert Vilhelmsen, formaður
í Bragdinum
Útlendska vitjan
Polina Notchevnova, Mall Kalve nøvn sum eru
kend innan fimleikaheimin, serliga innan estetiska
fimleikaheimin, eisini í Føroyum. Hesar hava
verið í Føroyum og undirvíst okkara fimleikarum,
venjarum og dómarum.
Móttøka í Badmintonhøllini
Stór móttøka verður í Badmintonhøllini í Havn í dag, kl. 17.00.
Føroyska landsliðið, ið hevur verið í Grønlandi til Islands
Badminton Event 2007. Føroysku íðkararnar koma heim við
fimm heiðursmerkjum, og er hetta tað mesta nakrantíð.