leygardagur 19. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult20 cyan20 magenta20 svart20
gult21 cyan21 magenta21 svart21
6
Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Nairn: Staðið er væl valt
og sera væl egnað til at
halda summarfrí í. Her er
strond, spælipláss, tilboð
til teirra, sum eru seint
uppi, eins og stutt er inn í
miðbýin.
Sólin skínur, og beint
niðan fyri heyggin aftan
fyri vognin hoyrist sjóðið
av havinum, sum er í ferð
við at taka seg niðan aftur
eftir fleiri fjórðinga longu,
hvítu sandstrondini.
Munurin á flóð og fjøru er
stórur her, og fyri trimum
tímum síðan var breiddin á
sandinum á leið sum
longdin á sinum fótbólts-
vølli.
Eg havi sett meg uttan
fyri at skriva. Fólk stákast
í ymsu vognunum nær-
indis. Tað hoyrist tónleikur
onkunstaðni, onkur er við
at fáa sær okkurt at eta,
dugi eg at lukta, og her og
har er eisini barnaspæl at
hoyra.
Og børnini hava góðar
umstøður her á staðnum.
Eg kann livandi ímynda
mær, hvussu her fer at
síggja út, tá fólk rættiliga
hava fingið summarfrí, og
fara at manna allar hesar
støðuføstu vognarnar, eins
og tey fara at koma við
egnum campingvognum og
tjøldum, sum góðir
møguleikar eru fyri at seta
her á støðuplássinum.
Frálíkur vognur
Vognarnir, sum búð verður
í á campingplássinum
Nairn Lochloy, eru stórir
og sera væl útgjørdir. Til
víddar eru teir meira enn
40 fermetrar og innrættaðir
sum rættilig hús. Stova,
køkur, tvey sovirúm, baði-
rúm við wc umframt eitt
lítið wc í stóra sovirúm-
inum. Sofurnar í stovuni
kunnu eisini brúkast sum
Summarfrí í skotskum húsvogni
Innarlaga á syðra armi á Moray Firth í Skotlandi standa tveir húsvognar, hjá Atlantic Airways, sum ætlaðir eru at leiga
føroyingum at halda summarfrí í
Sera hugnaligt og vakurt er at ganga fram við ánni í Nairn
Húsvognurin er sera væl og hugnaliga innrættaður
Frálíka strondin gevur nógvar møguleikar
sovipláss.
Teppi eru á øllum gólv-
unum uttan í køkinum. Tað
kann tykjast eitt sindur
óheppi at hava teppi á
gólvinum í baðirúminum,
tí hvørja ferð hurðin til
brúsukabinuna verður latin
upp, dryppar á teppið, sum
soleiðis kann gerast heldur
ráligt.
Stovan er útgjørd við
tveimum hornasofum, um-
framt stóli. Har eru borð at
eta við, og vanligt lítið
sofaborð. Stereoannlegg
og sjónvarp eru inni.
Atlantsflog hevur fingið
til vega leikur frá BR,
soleiðis at børnini skulu
fáa sum mest burturúr.
Umframt eru eisini video-
filmar sum eitt nú Karius
og Baktus og Olsen
Banden, sum nógv føroysk
børn ivaleyst eisini kenna.
Í køkinum er alt, sum
hoyrir til eitt vanligt húsar-
hald. Pottar og pannur.
Bestik og servica. Har
manglar einki. Gasskom-
fýrur er inni, eins eins og
ovnarnir í vonginum ann-
ars eisini eru gassriknir.
Væl útgjørt
campingpláss
Umstøðurnar á camping-
plássinum annars eru
minst líka góðar, sum tær
eru í sjálvum vogninum.
Økið er rímiliga stórt,
og har standa nógvir
vognar fast. Eisini er gott
pláss til vognar, sum koma
og fara, umframt at tjald-
ingarpláss er.
At hugsað er um børn-
ini, sæst beinanveg, tá ein
kemur inn á økið. Har eru
tvey spælipláss uttanfyri,
umframt at minigolf vøllur
eisini er beint framman
fyri sjálvum høvuðsbygn-
inginum. Innandura eru
millum annað svimjihøll,
fitnessrúm og sólmiðstøð.
Til tann aktiva frítíðar-
gestin er ein sera vakur
golfvøllur beint uttan fyri
hegnið, sum er sett upp
fram við vegnum inn á
campingplássið. Og ikki
nýtist heldur at vera nakar
drivin golfspælari fyri at
koma higar, tí her er eisini
venjingarvøllur til tey, sum
ongantíð hava roynt hetta
spælið fyrr.
Til hetta campingplássið
er knýtt eitt sonevnt »cent-
ur«, har tú finnur alt, brúk
er fyri. Móttøka og upp-
lýsing er sjálvandi á staðn-
um, har ein fær at vita um
alt tað, sum rørir seg í um-
ráðnum. Ikki bara inni á
sjálvum campingpláss-
inum, uttan eisini í býnum
og upplandinum.
Handil er, sum selur
allar vanligar matvørur og
slíkt, hugsast kann at brúk
verður fyri á eini frítíðar-
ferð. Eisini ávísar apotek-
aravørur kunnu fáast í
hondkeypi her.
Tann obligatoriski enski
Fish & Chips handilin er
sjálvandi eisini at finna.
Hevur tú betri hug at
fara út um kvøldið, er
sjálvandi tann møguleikin
eisini til staðar. Pub er,
sum fyrrapartin á kvøld-
inum skipar fyri ymsum
barnavinarligum tiltøkum,
men sum líður út, líkasum
skiftir stíl.
Til teirra, sum hava
góðan hug at spæla, ber
væl til at sleppa av við
pengarnar í automathøllini,
sum er opin seinnapart og
út á kvøldið. Maskinurnar
eru nógvar, sum fegnar
vilja taka pengar frá fólki.
Og tá klæðini skulu
vaskast eftir allan tann akt-
ivitetin, sum verið hevur,
er gott vaskarí at fara til á
økinum.
Rundan um
Beint niðan fyri sjálvt
campingplássið er fralíka
rein og rættiliga long, hvít
sandstrond.
Hóat vit eru stødd á
bretsku Norðsjóvarstrond-
ini, har annars nógv dálk-
ing hevur verið, er líkt til,
at júst hetta økið er slopp-
ið rættiliga væl undan
hesum trupulleikanum.
Ella eisini duga teir bara
serliga væl halda um-
hvørvið reint her uppi.
Onkur helt skemtandi
fyri, at vit eru jú i
Skotlandi, og skotar eru
ikki kendir fyri at blaka
nakað burtur soleiðis.
Tann hvíti, fíni sandurin,
sum minnir um lýggju
Miðjarðarhavsstrendurnar,
breiðir seg bæði inn og út
við firðinum. Vertur mín
segði mær, at út eftir
røkkur strondin einar
fimm míl, hiðani vit
standa.
Beint innan fyri plássið,
vit eru á, liggur havnin í
Nairn. Ikki stór, og ikki
verður hon longur, sum
hon varð í gomlum
døgum, nýtt til fiski-
vinnuhavn. Í dag eru tað
so at siga bert stuttleika-
bátar, sum liggja her.
Talan er tó kortini meira
um ein bátahyl við tveim-
um flótibrúm enn um eina
veruliga havn. Og
flótibrúgvin eigur at vera
rættiliga kærkomin her,
sum munurin á flóð og
fjøru er rættiliga stórur.
So stórur er hann, at á
hægstu fjøru kann sand-
urin vera til breiddar út og
inn sum longdin á einum
fótbóltsvølli, meðan flóðin
heinvegin røkkur heilt
niðan undir bakkan.
Býurin
Nairn er lítil, hugnaligur
býur, sum ikki er nakað
øðrvísi enn aðrir smáir
enskir býir. Grá steinhús
við nógvum skortsteinum,
sum skulu vísa, hvussu
nógv rúm húsini hava. Eitt
gamalt, bretskt statussym-
bol.
Býurin var fyrr
fiskivinnu- og landbúnað-
arbýur. Hann var bókstav-
iliga býttur í tvey, soleiðis
at tey høvdu egnan
»Fishertown« niðri í fjør-
uni, meðan restin búði
longri niðanfrá.
Alt broytist her í verð-
ini, og soleiðis eisini hesin
sermerkti býuin. Og her,
eins og aðrastaðni, var tað
fiskurin, sum gjørdi av,
hvussu umstøðurnar hjá
fólkinum lagaðu seg.
Tá sildafiskiskapurin
við gørnum minkaði burt-
ur, fóru teir at royna eftir
hvítum fiski við línu.
Brúktu øðu og krækling til
agn. Men eisini hesin
fiskiskapur var viðbrekin,
og í dag er ikki fiskibátur
eftir at kalla. Onkur
hendinga stutleikafiskari
sløðist millum hinar stutt-
leikabátarnar í hylinum.
Men fólki er blítt. Tað er
lætt at koma í tos við
íbúgvarnar. Øll heilsa
»Hello! A lovely day«, og
so er prátið byrjað. Hoyra
beinanveg, at her er
fremmandamaður, og vilja
vita, hvaðan hann er.
Jú, Føroyar kenna tey.
Onkur veit, at fleiri før-
oyskar konur komu til
Bretlands við hermonnum
eftir seinna heimsbardaga.
Onkur visti at siga, at før-
oyingar einaferð mundu
vunnið á Skotlandi í fót-
bólti. Tí vóru teir einki
stoltir av.
Val er útskrivað, og á
høvuðsgøtuni hanga pla-
katir á hvørjum steyra,
meðan onnur ganga við
traktatum. Øll tykjast vera
rakt av einum ringum til-
burði av valfepuri. Ein
maður býður mær traktat.
Eg sigi honum, at tað
loysir seg ikki, tí eg eri
fremmandur. Eri als ikki
breti yvirhøvur.
– You’re lucky, heldur
hann og vil vita, hvaðani
eg so eri. Føroyingur? Ja,
teir vilja jú hava fullveldi,
veit hann.
Hann er skotskur
tjóðveldismaður og vil
loysa frá UK.
Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001
7
Umstøðurnar hjá børnunum eru heilt góðar. Spæliplássini og onnur tilboð eru nógv
Sera hugtakandi er at sita millum sandheyggjarnar og síggja sólina seta handan Moray Firth
C
M
Y
K
21
20