leygardagur 19. mai 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult22 cyan22 magenta22 svart22
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Firouz Gaini
Oran: Millum Miðjarðar-
havið og Sahara, Andalusia
og Atlasfjøllini, liggur
spansk-fransk-arabiskur
býur, kendur úr “Pestini”
hjá Albert Camus, reistur
fyri 1100 árum síðani, ið
er aðalhandilsbýur við
nógvum ídnaði í risalandi
(1714 ferðir størri enn
Føroyar), sum hevur verið
undir rómverskum,
sponskum, turkiskum og
fronskum stýri heilt til
frælsið í 1962. Umleið
hálv millión fólk búgva í
Oran, ið “misháttur býur
er, annað sigst ikki”
(Camus). Býurin, við
sínum gomlu sporvognum
og støvutu strætum, doyv-
andi hita og yðjandi hand-
ilslívi, lívskáta ungdómi
og fátøku innflytarum úr
fjøllunum, skøkjuhúsum
og kabarettum, spældi ein
týðandi leiklut í tí blóðuga
og bestialska frælsis-
krígnum hjá Front de
Libération National móti
franskmonnum (1954-62),
ið endaði á fundinum í
Evian, har Charles De
Gaulle noyddist at viður-
kenna Algeria sum frælsa
tjóð. Í Oran, við sínum
gomlu sponsku og
modernaðu fronsku bý-
lingum, eru hvørki trø ella
dúvur, og høvuðsáhugamál
fólksins er og verður
handil. Tað stendur í “Pest-
ini”, ið hevur gjørt hin
løgna havnabýin uttan árs-
tíðir kendan: býin uttan trø
og sál (Camus). Ein dapur
deyðsstaður uttan vón og
lívsmegi, úr bókini, verður
í 1970’unum víðagitin fyri
sín kynsøsandi og kenslu-
sama dansitónleik, ið
kemur fram í teimum
gomlum havnarkabarett-
unum, har menn og
kvinnur dansa og drekka
til tann ljósa morgun,
áðrenn hann á bíligum
kassettubondum røkkur,
fyrst út til ta algerisku
fjøldina, og síðan um
Miðjarðarhavið til Evropa
og Amerika.
Kabarettir og
brúdleyp
Oran er ikki longur einans
kendur av teimum, ið hava
lisið “Pestina”, tí raïtón-
leikurin hjá Sahraoui,
Fadela, Cheb Khaled,
Cheb Mami og øðrum
sangarum, sum hoyrist
kring allan heim ídag,
hevði sína vøggu her: í
fátækrabýlingum í sálar-
leysa Oran. Raï slapp
ógvuliga skjótt úr aftur-
latna kabarettumhvørvi-
num, tí vinylplátan
“doyði”, og kassettubond-
ini komu fram í Algeria
síðst í 1970’unum - júst tá
ungir menn úr arbeiðara-
stættini í Oran fóru at
syngja um rúsdrekka,
kvinnur, veitslur og kær-
leika, eyðkend temu í
raïtekstum úr 1970’unum.
Upptøkurnar vóru at byrja
við bíligar og góðskan
hareftir, tó var kappingin
millum framleiðarnar av
bondum til svarta tónleika-
marknaðin sera stór.
Upprunaliga hoyrdist raï
bara í kabarettum og brúd-
leypum, har áhoyrararnir
veruliga kunnu bróta
mørkini úr dagligdegnum,
tí gerandislívið verður vent
á høvdið, og sangararnir
royna av øllum alvi at
sinnisrøra og undirhalda
áhoyrararnar við at senda
teimum heilsur, viðmerkja
teirra bros og atburð,
syngja um tey, og so fram-
vegis. Oftani er sangurin
ein rein improvisiatón við
nøkrum lyklasetningum, ið
ganga aftur og aftur, og
hetta serkenda samskiftið
millum tónleikara og
áhoyrara hvørvir sjálvandi
á kassettubondunum. Raï
endurspeglar býin hjá sær
við at hava røtur í anda-
lusiskum arabiskum tón-
leiki, forngomlum norður-
afrikanskum sangi,
trummurútmum hjá
bedouinum í Marokko og
Algeria, og shikhâ, ið er
“skitin” bedouintónleikur
úr 1950´unum (minnir um
vulgerar partar av sigoyn-
aratónleikinum í Evropa).
Men tónleikurin broyttist
nógv tey fyrstu árini, tí
ljóðborð og bassgittarar
komu inn ístaðin fyri
floytur, fiólir og trompetir,
so rockur og poppur úr
vesturheiminum eisini
sluppu at seta teirra dám á
raïtónleikin, ið so við og
við varð ein blanding av
8
Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001
Raï — modernaður
heimstónleikur úr Algeria
Oran er ikki longur einans kendur av teimum, ið hava lisið »Pestina«, tí raïtónleikurin hjá Sahraoui, Fadela, Cheb Khaled,
Cheb Mami og øðrum sangarum, sum hoyrist kring allan heim ídag, hevði sína vøggu her: í fátækrabýlingum í sálarleysa
Oran
Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001
9
øllum millum himmal og
jørð, tó sermerktur av
tekstunum og mátanum
sangararnir brúka røddina
hjá sær.
Khaled
Zinadine Zidane og Khaled
Hadj Brahim, alias Khaled,
hava nakað rættiliga
sjáldsamt í felag: teir eru
sera vælumtóktir í
Fraklandi, hóast teir eru
algerar; annar fótbólts-
leikari og hin raï-kongur,
annar avgjørdi finaluna í
fótbólti (HM 1998, í Frak-
landi) og hin hevur verið á
hitlistunum við “Didi”,
“Wahrane”, “Aïcha”,
“Oran Marseille” og
øðrum sangum. Zidane, av
kabylskum uppruna, er
uppvaksin í stórbýnum
Marseille, meðan Khaled -
sjálvandi - er úr Oran,
føddur í 1960 í familju
uttan tónleikarar á ættar-
talvuni. Blaðungur verður
hin smílandi lítli maðurin,
ið ikki tímdi at ganga í
skúla, kendur fyri sína
rødd, ið hoyrist úr kaba-
rettum og bandavspælarum
í bilum og kjallarum í
býnum, og seytjan-ára
gamal hevur lívsnjótarin
Khaled longu fimm band-
útgávur aftan fyri seg, allar
við tekstum, ið seta seg
ímóti traditionella moral-
inum og algersk arabisku
mentanini, ið var fyri
ógvusligum álopi frá ung-
dóminum, sum í 1968 í
Evropa. 1978: Tónleikurin
hjá Khaled streymar út á
marknaðin uttan at hann
sjálvur fær nakað burturúr
peningaliga; hávarnir ríka
seg upp av piratbondunum,
ið selja sum heitt breyð og
ferðast úr Oran til Alger til
París og restina av Frak-
landi, har meira enn ein
millión norðurafrikanarar
búgva. Hóast hin ungi
Khaled droymir um at flyta
um Miðjarðarhavið, ganga
nógv ár áðrenn dreymur
hansara verður veruleiki: í
1986 kemur hann til
Fraklands, har hann hevur
stóra konsert í Bobigny,
París, og síðani byrjar
fyrsta heimskonsertferð
hansara. Í 1985 var stór
raïfestival í Oran, stuðlað
av hinum harðrenda
stjórnarflokkinum FLN,
fyri fyrstu ferð í søguni.
Síðst í 1980’unum, tá ið
borgarastríðið í heim-
landinum herðist, fekk
Khaled sær fastan bústað í
París, har hann við fløguni
“Khaled” (1992) gjørdist
ómetaliga umtóktur raï-
kongur og slapp sum fyrsti
arabi nakrantíð upp á topp
10 listan við “Didi”. Hann
umboðaði eisini Frakland á
risastórari uttandura tón-
leikastevnu í New York
(1991) - ikki líka væl dámt
av øllum arabum - sama
árið sum honum ognaðist
fína heiðursmerkið
“Chevalier de l’ordre des
Arts et des Lettres” og
hann skrivaði distributións-
sáttmála við PolyGram.
Ungdómsuppreistur
Khaled hevur seinni út-
givið fløgurnar “N’ssi
N’ssi”, “Sahra”, “Hafla” og
“Kenza”, tvær uppkallaðar
eftir døtrum hansara, ið
allar fýra verða mettar sum
tónleikaperlur í tí vaksandi
World Music-
umhvørvinum. “Sahra”,
komin á marknaðin stutt
eftir at Khaled og marokk-
anska Samina vórðu hjún
og lítla Sarah varð fødd,
upptikin í fleiri londum
saman við fleiri kendum
bólkum, seldi umleið hálva
millión eintøk, ikki minst
vegna vakra lagið “Aïcha”.
Khaled og Cheb Mami,
teir kendastu raïsangararnir
ídag, spæla við í tí fransk-
algeriska filminum “100%
Arabica”, 1997, ið er
skemtilig og speisk lýsing
av stríðnum í gerandis-
degnum í einum norður-
afrikanskum býarparti í
París, sjálvandi við
nógvum góðum og
eksotiskum tónleiki. Tann
lítli maðurin úr Oran við
síni gyltu songrødd var
partur av ungdómsupp-
reistri í heimlandi sínum,
ið upplivdi stórar sam-
felagsbroytingar síðst í
1970’unum, umleið tjúgu
ár eftir frælsið, millum
annað av tí vaksandi sam-
skiftinum við vesturheimin
og av at kvinnurnar komu
inn á arbeiðsmarknaðin.
Raï var hetjan í for-
tíðarkúgan og samtíðar-
uppreistri í Algeria, og
snúði seg ikki bara um
rúsdrekka og kvinnur,
hóast fjølmiðlarnir í Ev-
ropa hava lyndi til at siga
so, men líka nógv um sos-
ialar trupulleikar og pol-
itiska kúgan. Eftir at her-
urin knústi tað politiska
valdið hjá fundamentalist-
unum í landinum fyri um-
leið 10 árum síðani, fór
tónleikalívið at blóma
aftur, eftir myrka periodu
uttan nevnivert virksemi í
tónleikinum.
Khaled vendi aftur til
høvuðsstaðin í heimlandi-
num í november í fjør og
helt fyri fyrstu ferð í nógv
ár konsert fyri 10.000
áhoyrarum, ið fyri tað
mesta vóru ung úr borgar-
ligum heimum við góðum
inntøkum, ikki júst fólkið
úr kabarettunum í Oran,
har hann lærdi raï, og har
Camus skrivaði:
“Her verður hin sjúki eitt
einsligt menniskja. Hugsið
tykkum eitt fólk liggja og
doyggja her, umgyrt av
veggjum, sum braka av
varmanum, meðan alt hitt
býarfólkið, í telefon og í
kaffihúsum, um somu tíð,
tosar um vekslar,
kannossement og
diskonto”.
Camus skrivaði um
arbeiði, kærleika og deyða
í tí pestrakta býnum, ið
verður avbyrgdur frá
umheiminum, meðan
Khaled, sum ein yvirliv-
andi úr deyðans býi, fagn-
ast um hvønn dag, tilbiður
hvørja kvinnu, sum um
talan var um síðsta dag í
lívinum.
Endurgevingar úr “Pest-
ini” hjá Camus, Christian
Matras týddi til føroyskt.
C
M
Y
K
23
22