leygardagur 19. mai 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult24 cyan24 magenta24 svart24
gult25 cyan25 magenta25 svart25
10
Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001
Kim Simonsen
“Tað finnast fólk, ið eru so
ólukkulig, at tey ikki
hava ein kropp; partvíst
kann hár teirra detta
tumma fyri tumma,
saman við døpru ondini”
César Vellejo
Vinnarin av Prix du Jury í
Cannes 2000 »Sånger från
andra våningen« er film-
listarliga ein áhugaverdur
filmur. Roy Andersson
sigur sjálvur um filmin, at
fyri at skilja hetta film-
projekt og hugskotið aftan
fyri uppbyggingina, er
neyðugt at hugsa øðrvísi
og royna at frígera seg frá
nærum allari vannligari
hugsan um, hvat ein filmur
er ella eigur at vera.
Hetta er filmur, ið vil
bróta niður garðar, ella
víðka um teir, ið eru í
løtuni innan filmlist.
Hetta er ikki ein vanligur
filmur, her eru 46 brot.
Kameraið er púra stilt í
øllum brotunum. Tað
verður bert klipt ímillum
ymisku brotini. Hetta
merkir, at filmurin ikki
hevur nakrar nærmyndir.
Roy Andersson roynir at
vísa kenslurnar hjá fólki
langt frá í teirra saman-
hangi og í teirra rúmi.
Roy Andersson hevur
skapt filmin »Sånger från
andra våningen« (Sangir
av øðru hædd) sum eina
fotoframsýning. Fotomynd
aftaná fotomynd verða
settar saman til eina heild.
Tónleikurin í filminum
er av Benny Andersson, ið
vit kenna frá Chess og
bólkinum ABBA. Ein
reyður tráður er vakra
yrkingin »Snávandi
millum tvær stjórnur«av
yrkjarinum César Vallejo
(1898-1938) frá Peru.
Hesin yrkjarin minnir um
chilenska yrkjaran og
nobelprísvinnaran, Pablo
Neruda. Hann hevur henda
suðuramerikanska longsul-
in, patos og vakrar meta-
forar.
Í filminum er henda
yrkingin yrkt av Tomas,
soninum hjá Kalla, ið er
vorðin sálarliga sjúkur og
innlagdur. Faðirin, Kalle,
meinar, at sonurin er
vorðin svakur av at skriva
yrkingar. Men í veruleika-
num er hann ein av hesum
menniskjum, ið ikki megna
at liva, tí tey eru ov við-
brekin til at liva. Bróðurin,
Stefan, dugir heldur ikki
annað enn at drekka lívið
burtur. Hetta er til stóra
sorg fyri Kalla, og hann
sigur ferð eftir ferð grát-
andi, at sonurin er vorðin
svakur í høvdinum av
skriva yrkingar.
Kalle er ávegis til eina
barr, har hann skal møtast
við yngra soninum, Stefan.
Kalle kemur ov seint.
Stefan situr og svevur yvir
eina bjór. Barrin er tóm og
minnir nógv um tómu
barrirnar í melankolsku
málningunum hjá ameri-
kanska listamálarinum
Edward Hopper.
Uttanfyri er ólag á
ferðsluni. Øll royna at
koyra bil, men eingin kem-
ur úr stað. Kalle hevur ein
pappírsposa við, ið er fylt-
ur við øsku. Hann sigur:
– Tað ikki er lætt at vera
menniskja.
Síðani sigur hann frá,
hvussu handilin hjá honum
er brendur í grund – men
ikki, at hann sjálvur hevur
sett eld á.
Sonurin Stefan spyr, eftir
langa tøgn, Kalla, hvat
hann vil tosa um. Kalle
svarar:
– Jú, um framtíðina,
hvussu vit skulu klára
okkum, hvussu vit skulu
fáa mat á borðið og hava
Onkunstaðnis á norðaru hálvkúluni er tað ein gandakallur, hvørs gandakynstur miseyðnast. Ein embætismaður verður
rendur á ein sera mannminkandi hátt. Ein innflytari villist í býnum og verður álopin á alljósum degi, meðan hin
miðaldrandi Kalle stendur smurdur í sóti frá niðurbrenda handli sínum, ið hann sjálvur hevur sett eld á fyri at fáa
peningin frá tryggingini. Tað eru tekin um kaos, og í býinum kunnu bilarnir ikki koyra meiri. Tað nýggja ártúsundið
leggur seg sum ein dýna yvir tilveruna og skapar samanbrot í filminum “Sånger från andra våningen” av svianum
Roy Andersson frá 2000
Elskaður veri hann ið setur seg
»Sånger från andra våningen« av Roy Andersson
Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001
11
tað eitt sindur gott.
Hetta endurtekur Kalle
gjøgnum allan filmin.
Men spakuliga byrjar Kalle
at fata, at lívið er heldur
absurd, og hvussu ringt tað
er at vera til sum menn-
iskja.
Tá Kalle vitjar Tomas á
sálfrøðisligu deildini, lesir
beiggin, Stefan, brot úr
yrkingini hjá César Vallejo
»Elskað veri tey, ið seta
seg – hetta ger Kalla í
øðini, og hann brølar óður:
– Hví skal man elska tey,
ið seta seg? Hygg at
beigga tínum. Hann situr
har hann situr.
Kalli verður síðani
togaður avstað av sjukrar-
hjálparum – hetta hendir
fleiri ferðir.
Alt stendur í stað. Stefan
koyrir hýruvogn, men tað
tekur tímar at koyra eini
hundrað metrar. Hetta
minnir meg nogv um
absurda leikin hjá írska
rithøvundanum Samuel
Beckett, “Waiting for
Godot”, øll bíða og tosa,
men eingin kemur.
Ólagið í samfelaginum
heldur á, og vísmenninir
halda fund í átta tímar.
Formaðurin fyri Sam-
felagsfrøðisligu Deildina
finnur ikki papp síni við
stuttskygdu framskriving-
unum. Ein professari endar
fundin við at siga, at:
– Nu kunnu vit bert
vóna.
Tá hann hevur sagt hetta,
fer bygningurin hinumegin
at flyta seg, og øll gerast
bangin. Hetta minnir um
tað absurda, ið hendir í
brotinum úr filmunum hjá
Terry Gilliam, har hann í
»The Meaning of Life«
letur eitt skrivstovuhús
sigla runt í heiminum sum
eitt sjórænaraskip, ið
loypir á stóru og peninga-
sterku feløgini í heiminum.
Í byrjandi brotinum eru
tað tveir stjórar. Pelle er
forætningsmaðurin í fínum
klædningi, ið kemur inn í
eitt solarium at tosa við
Lennart, ið er stjórin hjá
honum.
Hesin liggur undir sólini.
Hesir menn halda síðani
tann mest absurda fundin í
filmsøguni, meðan bert
føturnar hómast á stjóra-
num. Lennart sigur, at ikki
er nokk at siga 700 fólk úr
starvi, neyðugt er at siga
1000 fólki úr starvi. Pelle
heldur ikki, at tað er stutt-
ligt at skula siga fólk úr
starvi. Lennarrt sigur, at
tað eru nýggjar tíðir:
– Alt hevur sína tíð,
sigur hann.
– Pyramidurnar høvdu
sína tíð, og damptokini
høvdu sína tíð”
Seinni møta vit Lasse
heima hjá sær sjálvum, har
kona hansara roynir at
eggja hann til at vera
verandi heima, men Lasse
sigur, at hann ikki vil, tí
”hann ikki hevur forsømt
ein dag í 14 ár”. Sama dag
verður Lasse uppsagdur,
og hann hongur hjálpar-
leysur í brókunum á Pelle,
sum er bæði klossutur og
feitur. Lassi rópar, at hann
hevur verið í hesum starvi
í 30 ár. Starvsfelagirnir
gloppa allir hurðarnar á
skrivstovunum og hyggja
eftir hesi syndarligu sjón,
og tá Lasse fer, lata øll
hurðarnar aftur í senn.
Skuld og fyrigeving
»Elskað veri oyrini hjá
meiniga manninum,
elskað veri tey, ið seta seg,
elskaður veri hin ókendi og
kona hansara
okkara næsti við ørmum,
kræða og eygum!«
Filmurin er settur saman
av trimum samanhangandi
fláum. Hin fyrsta er ein
staðfestan av, hvussu
støðan er, onnur fláin er
moralska ólagið, og hin
seinasta er um skuld. Fyrst
fáa vit at vita, at okkurt er
galið. Lasse verður rendur
og missir trúnna upp á sítt
egna lívsgrundarlag, sum í
30 ár hevur verið um at
møta rættstundis og um at
vera álítandi.
Gandakallurin gerst púra
fyri ongum, tá illusiónir
hansara ikki virka longur.
Okkurt er galið, ein nýggj
tíð er komin. Øll missa
svøvnin og sita still á
seingjarstokkinum um
náttina og skilja einki.
Onnur fláin er søgan um
Kalle, ið stendur skitin og
móður í einum toki. Hann
er ein partur av tí nýggju
tíðini, hann hevur, sum
hini, svikað og logið. Men
hann hevur mist tamar-
haldið. Honum vantar ein
veruligan moral og sam-
vitsku, men tað ringasta er,
at hann ikki veit tað sjálv-
ur. Hann heldur seg berjast
manniliga fyri at fáa dag-
liga breyðið á borðið
hvønn dag, men í veru-
leikanum er hann ein
svíkjari og ein maður, ið
ikki longur veit, nær hann
svikar og syndar. Hann
hevur svikið konu sína, tí
hann hevur eina elskar-
innu, og hann hevur svikið
síni egnu børn.
Kalle er eitt sera lítið
menniskja. Hann vil tað
rætta í tonkunum, men
hann handlar ótrúliga
skeivt. Hann hevur
fortrongt, kanska í nógv ár,
at hann hevur snýtt fólk og
hann lygur uttan at ivast
fyri Tryggingarfelaginum.
Seinasta fláin er um
skuld og ótta. Kalle er
náddur til endan á vegnum,
uttan nakað nýtt vinnulívs-
hugskot, uttan børn síni,
hann er einsamallur og í
døpurhuga. Her kemur for-
tíðin inn á hann aftur og
deyði starvsfelagin. Hann
stendur á einum ruskplássi
fylt við stórum og smáum
krossum, meðan tey deyðu
vilja í samband við hann.
Filmurin vil siga okkum
frá eini mynd av nútíðini,
men tykist tó ikki serliga
tíðar- ella staðarbundin.
Roy Anderson sigur sjálv-
ur, at filmurin vil viðgera
eina arketypiska kenslu av
tíðini aftan á annan heims-
bardaga í Europa og
Vesturheiminum. Sjálvur
sigur hann, at filmurin líka
so væl kann síggjast sum
um, at hann viðgerð eina
tíð frá 30’inum og eini 10-
20 ár fram í tíðina.
At missa trúnna
-Lívið sum ein
marknaður
»Elskaður veri tann, ið
hevur lús
tann, ið gongur í holutum
skóm regndagar
tann, ið vakir við tveimum
tannstikkum yvir líki av
einum breyði,
tann, ið fær fingurin
millum hurðina,
tann, ið ongan føðingardag
hevur,
tann, ið hevur mist skugga
sín í einum eldsbruna,«
Kalle vendir sær til
trúnna og vitjar eina kirkju
fyri at royna at loysa upp
fyri síni stóru sorg, men
presturin skilir hann ikki
og tosar bert um, at hann
ikki fær selt sítt hús. Hin
feiti Kalle stendur mitt á
kirkjugólvinum – kola-
svartur í sóti frá niður-
brenda handili sínum og
grátandi sigur hann:
– tað er ikki lætt at vera
menniskja…
Eitt slíkt brot er í sjálv-
um sær eitt listarverk.
Filmurin snýr seg um
eina tíð, har fólk hava mist
trúnna uppá nærum alt.
Fólk hava mist trúnna uppá
seg sjálvi, síni evni og
møguleikan at forma síni
egnu livikor. Stakkals feiti
smáborgarin Kalle missir
trúnna uppá alt og endar
við at keypa sær ein stóran
kross við tí krossefesta
Jesus, tí ein handilsmaður
til eina sølustevnu sigur
honum, at slíkir krossar
fara at selja væl í fram-
tíðini. Sjálvandi er tað
eisini føðingardagurin hjá
Jesusi, tað er hann, ið gerst
2000 ár. Trúgvin er enn ein
handilsvøra. Jesus ein per-
sónur, ein kann tjena pen-
ing uppá.
Kalle og handilsmaðurin
vilja tjena pening uppá
Guð. Somuleiðis vitja tey
deyðu Kalle og kæra hon-
um sína neyð, men hann
ynskir tey bert burtur.
Serligaer tað Sven, ið er
ein deyður starvsfelagi, ið
Kalle hevur snýtt fyri
287.000 krónur, ið hann
ysnkir langt vekk. Kalle
hevur ta lívsfilsofi, at
marknaðurin er alt:
– Lívið er ein marknað-
ur, so einkult er tað. Tað er
um at keypa okkurt,
gjørligt er at selja við
einum ekstra nulli.
Hetta endurtekur Kalle
gjøgnum allan filmin.
Hetta gongur út yvir alt,
bæði trúgv og mentanina.
Á sinnissjúkrahúsinum
sigur Kalli við sjúka sonin,
at einki nyttar at skriva
yrkingar, hetta at lívið er
ein marknaður, hava øll í
heiminum skilt uttan hann.
Seinni møta við seljar-
inum á einum ruskplássi,
har hann blakar smáar og
stórar krossar burtur, tí
sjálvt hann hevur mist
trúnna uppá, at slíkir
krossar kunnu seljast
longur. Og tá hann koyrir
burtur í bilinum, koyrur
hann á ein kross – eftir
stendur Kalle. Tað er
torført ikki at síggja hetta
brotið, sum umboð fyri
reina ateismu.
Tey deyðu koma fram
aftur. Menniskju sum Kalle
vilja ikki loyva sær at vera
opin fyri teim deyðu, og
hetta er tað syrgiliga, tí
postivi boðskapurin er, at
tey deyðu kanska eru meiri
livandi enn tey, ið liva. So
absurd tað ljóðar, er boð-
skapurin møguliga, at tey
deyðu kunnu vísa vegin,
men hetta krevur, at menn-
iskjað aftur torir at trúgva
uppá lív aftan á deyðan. Tá
menniskjað torir hetta, fer
tað aftur at tora at trúgva
uppá seg sjálva. Men hetta
er bert ein møguleiki, ein
møgueliki, ið fólk sum
Kalle ikki tora at rúma.
Gjøgnum allan filmin
eskalerar alt, kreppan er
allarstaðir, og bilarnir
standa í stað. Tað tekur
tímar at koyra eini 100
metrar. Alt økist í ferð, og
tað kenst, sum um menn-
iskjuni eru umborð á eini
søkkjandi skútu. Alt og øll
eru á ferð í eini rørslu og
eini leitan eftir eini mein-
ing, ella einum máta at liva
og yvirliva uppá. Ein ferð
fylt við iva, meðan tíðin
gongur og gerst alt knapp-
ari. Vit møta nógvum fólki
í ymiskum umhvørvi, sum
ikki altíð hava nakað við
hvørt annað at gera.
Á eini jarnbreytarstøð
hevur ein maður fingið
hondina kleimda í millum
hurðina á tokinum. Øll
rundan um hann hyggja
bert og eingin tykist at
vilja gera nakað við hetta.
Kalle kemur framvið við
einum stórum krossi, men
aftan á hann kemur Sven.
Sven er deyður, hann tók
lívið av sær, og nú fylgir
hann eftir Kalla.
Roy Andersson vil, sum
allir góðir listamenn, royna
at skilja, hvat menniskjað
er – ella kann vera. Tað er
menniskjað, sum fænomen
og skabningur, undir
ymiskum samfelagsviður-
skiftum, ið er høvuðs-
persónur í filminum.
Filmurin vil royna at seta
nakrar myndir fram av
okkara virðum. Hetta ger
sjálvandi filmin rættuliga
torføran, men hetta verður
javnvigað av, at filmurin er
so sjúkliga stuttligur. Tað
groteska og tragiska
minnir nógv um tað tragi-
komiska, og tað tragi-
komiska er mangan eitt
støði undir góðari list.
(greinin heldur fram í
næsta Vikuskifti)
C
M
Y
K
25
24