leygardagur 19. mai 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 19. mai 2001
27
gult26 cyan26 magenta26 svart26
gult27 cyan27 magenta27 svart27
12
Sosialurin Nr. 95 - 19. mai 2001
Meðan norðmenn flestir
fyrireika seg til tjóðardagin
17. mai, so halda tær norsku
pisurnar sær á gleimi. Og tað
gongur vilt fyri seg.
Í Noreg er fyribrygdið
studentaskúli burtur, meðan
tað vit forbinda við studenta-
skúla verður rópt »Videre-
gående skole«. Har kann man
lesa alt frá heilsufak, frisørfag
hondverkarafak, aling o.s.fr.,
men eisini tey upprunaligu
»almennfakini«, sum norð-
menn rópa tey: mál, mate-
matikk, fysikk o.s.fr. Avgangs-
næmingarnir, ella pisurnar, ið
ganga á handilsskúla verða
róptir »blá-russ«, meðan hini
eru »rødruss«.
Tær norsku pisurnar ganga
ikki í hattum eftir at tær hava
lokið prógv, men í reyðum
ella bláðum ketildraktum ella
smekkubuksum og keppum í
nakrar vikur fram til 17. mai,
sum er tjóðardagur Noregs. Á
teimum reyðu og bláu búnun-
um stendur skrivað, hvørjum
skúla næmingarnir koma frá,
onkur vísdómsorð, autograf-
urin frá onkrum klassavini og
kanska hondavtrikkið frá eini
unnustu.
Pisurnar ganga soleiðis
ílætnar í einar tvær vikur fram
til tann 17. mai. Próvtøkuna
hava flestu pisur ikki stundir
at hugsa um fyrr enn aftaná
feiringina.
Tær ófloygdu pisurnar koyra
í gomlum stórum bussum,
sum eru málaðir reyðir ella
bláðir, og sum eru prýddir við
ymiskum áskriftum, málning-
um og onkrum reklamum. Á
takinum hava hesir bussarnir
stórar hátalarar, sum fyri hvørt
ár gerast alsamt størri og
sterkari. Vanligt er eisini, at
bussarnir hava ein tilhangara
til streymaggregatið til tón-
leikaannleggið – og tað
hoyrist, tá ein »russ«-bussur
er í nærheitini.
Hvør »russ« hevur eitt
visittkort, sum børnini kappast
um at fáa. Á hesum kortinum
er oftast ein mynd av viðkom-
andi, navnið og upplýsningar
um, hvørjum skúla viðkom-
andi gongur á – og ikki minst
okkurt vísdómsorðið. Eitt
dømi uppá eitt slíkt er: »Pilsen
kommer ikke til deg, du må
komme til pilsen«.
Pisurnar hava eisini eina
kapping sínamillum. Henda
kappingin gongur út uppá at
fáa flest møguligar knútar og
ting fest í keppin. Eitt av ting-
unum, pisurnar kunnu fáa í
keppin, er ein proppur frá
einum uppvaskidunki. Propp-
urin vísur til, at viðkomandi
hevur svomið, ella baðað, í
einum springvatni við
uppvaskisápu í – nakin. Tískil
er tað eisini vanligt, at øll
springvøtn í Oslo eru full av
skúmi tann 17. mai.
Tann 16. mai er hæddar-
punktið av festini. Tá er tað
mesta loyvt, og fyri mong
blívur náttin bæði long og
váttlig. Tann 17. mai masjera
tær ófloygdu pisurnar aftast í
gonguni, og hvørt ár verður
sagt, at ongantíð hevur tað
verið verri og villari enn tað
sama.
Villar norskar pisur
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Turid Mørkøre, turid.morkore@akvaforsk.nlh.no
Dagur 17.05.01
Til: eirikur@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Tann 2. mai var bert ein av
óivað fleiri nýggjum
heimasíðum fyri fyrstu
ferð á netinum. Heima-
síðan pop.fo sá dagsins
ljós, og er tað manningin
handan Studio Pegasus í
Klaksvík, ið stendur aftan-
fyri.
Við heimasíðuni hevur
føroyskur tónleikur fingið
ein kliva á netinum. Tón-
leikur, upplýsing og ikki
minst tíðindi eru at finna á
síðuni, ið tykist áhugaverd.
Umboð fyri manningina
aftanfyri hevur sagt, at
ætlanin er at nýta teir
møguleikar, ið alnetið
hevur sum miðil framum
gomlu, kendu miðlarnar.
Frumframførsla
Í sær sjálvum hevur síðan
verið ein frumframførsla,
nýhugsan. Men sum nakað
av tí fyrsta, kundi síðan
við einkarætti bjóða teim
vitjandi tónleik frá nýggju
fløguni við All That Rain.
Hetta var frumframførsla.
Her var síðan fyrst, tí
tónleikurin var at hoyra á
pop.fo, áðrenn tónleikurin
og fløgan gjørdust almenn.
Hervið hevur pop.fo
staðfest seg sum tíðinda-
miðil, ið roynir at verða
fyrst við tí nýggjasta.
I Am til Noregs
Nakað annað, sum pop.fo
avdúkaði er, at gospelbólk-
urin úr Klaksvík, I Am, er
boðin á festival. Og talan
er um størsta gospelfestival
í Norðurlondum og hesin
er í Noreg.
Eisini tíðindini um av-
lýstu konsertina hjá Jerusa-
lem komu fyrst á pop.fo.
Mangt forvitnisligt er
fyri tónleikaáhugað. Síðan
er virkin á tíðindaøkinum.
Fimtan tær bestu eru at
síggja á síðuni, eins og
síðan vísir 10 teir fremstu
sangirnar á føroyska Pop-
top listanum.
Kanning
Síðan hevur eisini eina
kanning. Aktuelli
spurningurin er, hvørt tikið
verður undir við, at lands-
kassin stuðlar útflutningi
av føroyskum tónleiki.
Fyrst í vikuni høvdu 646
vitjandi greitt atkvøðu.
62,1% søgdu seg vera fyri,
29,6 % ímóti og 8,4%
vistu ikki.
Spurningurin og svar-
úrslitið er áhugavert, nú
Prix Føroyar er farið aftur
um bak, og Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður við
vinnumálum, hevur sagt
seg taka undir við hugs-
anini, at slíkur útflutningur
verður stuðlaður.
Manningin handan Pega-
sus í Klaksvík hevur langt
síðani prógvað seg og sínar
eginleikar og hevur lagt
rygg til ein kreativan orku-
depil. Pegaus byrjaði sum
upptøkustudio, síðani
spruttu m. a. Kular Røtur
burtur úr og síðani send-
ingarnar, sum vit kenna úr
Útvarpi Føroya sunnu-
kvøld.
Nú er so lagt afturat og
sum ein nýggj – grøn –
grein á vaksandi stammui
er heimasíðan pop.fo
komin.
Tónleikur fingið føroyskt heimstað á netinum
Trýst teg inn á pop.fo á netinum, og tú ert inni á nýggja heimstaðnum fyri tónleik, har tónleikur, tíðindi og annað eru at
finna. M.a. er áhugaverd kanning millum tey vitjandi, ið vísir meiriluta fyri, at landskassin stuðlar útflutningi av tónleiki
og er hetta áhugavert, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum eisini hevur sagt seg vera fyri slíkum hugsanum
Sjúkrakassin
er stongdur vegna feriu. Opið verður aftur 30. mai.
Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi
Aðalfundur
Vísandi til grein 15 í Lógum fyri Ítróttasamband
Føroya, verður hervið lýst til aðalfund í Ítrótta-
sambandi Føroya at verða 16. juni 2001.
Tíð og stað verður kunngjørt seinni.
Ítróttasamband Føroya
Til handilin við Hoyvíksvegin og Gripsvegin verður
søkt eftir fyrikomandi
Krambakvinnu
Ring ella støkk inn á gólvið og spyr eftir Andreu.
Hoyvíksvegur 65
Tlf. 22 51 60 ella 31 21 61
C
M
Y
K
27
26