Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 206 - 24. oktober 2007 Bilverkstaður Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilverkstaðurin hjá Reyni Service hevur í mong ár ver­ ið eitt fyridømi í so nógvar mátar, eitt nú við at har altíð er reint og ruddiligt. Heðin Hansen, verkførari hjá Reyni Service, sigur, at ein góð vaskimaskina er hjartað í allari reingerð. Fyri at lætta um arbeiðið við rein­ gerðingini, keyptu vit fyri seks árum síðan eina ”Taski Combimat 2500” reingerð­ ingsmaskinu, sum hevur verið brúkt hvønn dag við sera góðum úrsliti. Reingerð­ ingin bleiv so nógv lættari og effektivari í allar mátar, har er so at siga eingin sam­ anbering. Fyrr var avfeittari stroyddur á gólvið, og vit vaskaðu við kustum. Maskinan verður brúkt allan dagin. Tá ein umvæling er liðug og bilurin farin út, vaskar tann sum hevur gjørt umvælingina økið, har bilur­ in hevur staðið, so tað er klárt til næsta bil. Soleiðis verður verkstaðurin hildin reinur gjøgnum dagin. Um­ framt tað verður eisini vask­ að, áðrenn vit fara til hús fríggjadag. Tí hevur tað so stóran týdning at vaskimask­ an er løtt at handfara og at umgangast í tí dagliga. Góð tænasta Av tí at vit leggja so stóran dent á reint arbeiðsum­ hvørvi, hava vit nú fingið eina nýggja og enn meira effektiva vaskimaskinu. Tal­ an er um eina Taski Swingo XP. Hendan er gjørd soleiðis, at tann sum koyrir maskin­ una hevur sera gott útsýni, har sum hann vaskar. Mask­ inan arbeiðir skjótt og eff­ ektivt, eins og hon er løtt at koma runt við á gólvinum. Maskinan er tøkniliga framkomin og umhvørvis­ vinarlig. Hon brúkar lítla orku, í mun til tað hon kann og ikki meira vaskievni enn hægst neyðugt. Einki fer til spillis. Sjálvar bustirnar undir maskinuni eru soleið­ is gjørdar, at tær bæði vaska og skúra samstundis. Tænastan er sera góð. Um vit av ósketni koma at bróta okkurt á maskinuni, fáa vit eykalutir beinanveg­ in, og einferð um árið verð­ ur eftirlit gjørt, sigur Heðin Hansen, verkførari hjá Reyni Service. Tað er Åge H. Jensen í Havn, sum eigur og rekur fyritøkuna Sp/f A.H.Jensen í Stoffalág, ið umboðar Taski reingerðingsmaskin­ urnar í Føroyum. Fyritøka selur alt innan reingerð, frá vaskiklútum til stórar rein­ gerðingsmaskinur. Heðin Hansen, verkførari hjá Reyni Service, Sofus Hansen, testkoyrari, Åge H. Jensen, frá Sp/f A.H.Jensen, og Sámal av Reyni frá Reyni Service SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Sofus Hansen testar nýggju Taski Swingo XP vaskimaskinuna Taski Swingo XP: Maskinan er hjartað í reingerðingini So hvørt sum reint arbeiðsumhvørvi fær hægri raðfest­ ing fáa tær nýggju framkomnu vaski­ maskinurnar alt størri týdning hjá teimum ymisku fyritøkunum. Reyni Service í Hoyvík hevur fingið eina nýggja Taski Swingo XP