Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 24. oktober 2007 37 Citroën almanna­ kunngerða nú fyrstu myndirnar av nýggja Citroën C5, sum kemur á marknaðin í 2008 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Komandi ár kemur ein heilt nýggjur Citroën C5 á marknaðin. Nýggi C5, sum verður nakað størri enn tann núverandi, verður at fáa við tveimum ymiskum fjaðraskipanum, sum kund­ in kann velja ímillum. Talan verður um hydraulisku skip­ anina »Hydractive 3 Plus« og ein vanligan undirvogn við stálfjaðrum. Báðar útgávurnar hava multilink hjólupphang framman og aftan av sama slagi sum tann størri Citroën C6. Tríggir benzin­ og fýra dieselmotorar vera at velja ímillum. Minsti bensinmot­ orurin verðu ein 1,8 við 127 hk. Toppmodellini fáa V6­ motorar við ávikavist 218 (bensin) og 208 hk (diesel). Stórur dentur verður lagdur á kvalitet og ljóðdoyving, eins og trygdini við t.d. upp til níggju airbag. Citroën C5 verður gjørdur sum sedan og stationcar. Fyrstu myndirnar av nýggja C5 Citroën C5 verður ein nútímans bilur við flottum designi Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Mazda CX­7 og Mitsubishi Outlander, annar ein sonevndur Crossover og hin ein SUV Bilar Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 24. oktober var ein Mazda CX­7 við 2,3­litra bensinmotori við 260 hk. Mazda CX­7 er ein sonevndur Crossover ­ ein kombinatión av fleiri ymisk­ um biltypum við bæði sportsligum og SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikum. Bilurin verður drivin av øll­ um fýra hjólunum. Leðurkabinan er bæði snøgg og sportslig við góð­ um plássi til fimm vaksin og teirra viðføri. Innrættingin er liðilig og koyrieginleikar­ nir eru bæði góðir og stabilir við eitt nú 18” hjólum. Bilur­ in sum var royndarkoyrdur kostaði kr. 498.000. Hann hevur t.d. BOSE­ljóðan­ legg, xenon forlyktir og el­ stilling av førarasetrinum. Mazda CX­7 kann síggj­ ast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 448.000. Mitsubishi Outlander Seinni bilurin varð ein Mitsu­ bishi Outlander, ein sonevnd­ ur SUV (Sport Utility Veh­ icle). Talan er um ein arbeiðs­ ligan bil við liðiligari og praktiskari innrætting, t.d. er baklúkan tvídeild, soleiðis at lessihæddin er sera lág (60 cm). Við einum knøtti í við­ førisrúminum kunnu bak­ setrini ómakasleyst leggjast elektroniskt niður. 2.0 DI­D dieselotorurin við 140 hk passar við sín­ um snúningsmomenti upp á 310 Nm, væl til bilin, soleiðis at hann er kvikur, orkar væl og hevur yvirskot av kraft. Hóast Outlander er ein 4x4, ber til við einum knøtti at stilla um til at drívmegin einans er á forhjólunum. Bilurin fæst bæði við 5 og 7 sitiplássum. Mitsubishi Outlander fæst í tveimum 2.0 DI­D útgávunum: Intense og Instyle (við 7 setrum), sum kosta ávikavist 350.000 og 399.000 krónur. Annars er ein útgáva við 2,4 litra bens­ inmotori við 170 hk komin á marknaðin, sum í Invite útgávuni kemur at kosta umleið 320.000 krónur. Bil­ urin kann síggjast og royn­ ast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin. Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummæl­ arar vóru Óla Jákup Rólants­ son frá Vikublaðnum, Rann­ vá í Stórustovu, bilentusiast, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum. mg Outlander og CX-7 í Kringvarp- inum Mazda CX-7 er ein sonevndur Crossover - ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum Mitsubishi Outlander er ein SUV (Sport Utility Vehicle) við 7 sitiplássum Rannvá í Stórustovu er ein av bilaummælarunum. Fróði Løksagarð er vertur í sendingini Citroën C5 stationcar bilar Citroën C5