Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 207 - 25. oktober 2007 - Nógvir politikarar tosa um, hvussu stóran týdning, gransk- ing hevur. Men tann kaldi veruleikin, er, at vit brúka minni og minni part av okkara bruttotjóðarúrtøku til gransking og menn- ing, sigur Magnus Danielsen, professari á Fróðskaparsetrinum GranskinG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hóast nógvir politikarar ofta tosa um, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit granska, er veruleikin tann, at vit brúka alsamt minni og minni part av okkara fíggjarligur orku til gransk- ing og menning. Tað sigur Magnus Daniel- sen, professari á Fróðskap- arsetrinum. Hann staðfestir, at veru- leikin er, at føroyingar brúka alsamt minni og minni part av okkara bruttotjóðarúrtøku til gransking og menning. - Vinnuvitan upplýsti ein dagin, at í 2008 fer gransk- ingin at fáa fimm milliónir krónur afturat. Lagt verður afturat, at av teimum skulu 1,8 millión brúkast til KST útbúgvingar. - Veruleikin er, at sambært OECD, er hægri útbúgving ikki flokkað sum gransking, hóast talan er um vísindaligt arbeiði. - Sostatt fer granskingin ikki at fáa fimm milliónir afturat næsta ár, men góðar tríggjar milliónir. Tær skulu so aftur býtast ímillum granskingargrunnin, sum fær tvær milliónir og fiski- vinnugranskingina, sum fær eina millión krónur. Í 2003 gjørdi granskingar- ráðið upp, at føroyska kvot- an til gransking og menning hetta árið, var 84 milliónir. - Hetta var upphæddin, vit brúktu til gransking í 2003 og her er talan um bæði almenna og privata játtan. Eitt nú játtaðu oljufeløgini hampiliga stórar upphæddir til gransking í 2003 og tí var játtanin í 2003 kanska størri enn árini framman- undan, men kanska eisini størri enn árini síðani. Hann sigur, at síðani 2003 er ongin dagførd skjalprógv- að uppgerð komin á borðið, men mett verður ikki, at upp- hæddin er nógv størri nú. Men tað merkir so aftur, at landskassin letur ikki serliga nógv til gransking í Føroyum. Regulerað fall Magnus Danielsen sigur, at í krónum er játtanin til gransk- ing á fíggjarlógini hækkað tríggjar milliónir krónur. Árliga játtanin til gransk- ing er 84 milliónir krónur og sostatt er talan um ein vøkstur upp á 3,6% - Men hetta merkir ikki, at talan er um ein veruligan vøkstur. Tvørturímóti er játtanin til gransking ein fallandi partur av bruttotjóð- arúrtøkuni og hækkingin næsta ár, kann í besta føri metast sum at fallið verður regulerað eitt sindur. Magnus Danielsen sigur, at samstundis sum at játtanin til gransking hækkar í 3,6% í krónum næsta ár, má eisini staðfestast, at Landsbankin hevur gjørt upp í juni í ár, at bruttotjóðarúrtøkan nú veks- ur 8 % um árið og harafturat verður mett, at eisini lønar- vøksturin hevur verið eini 8 % um árið. - Sostatt er veruleikin, at næsta ár falla íløgurnar til gransking og menning yvir 4% í mun til bruttotjóðarúr- tøkuna, tá í alt annað annars er óbroytt. Magnus Danielsen vísir á, at OECD hevur mælt til, at hvørt land eigur at brúka 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og menning. Samstundis heldur OECD, at tað er hóskandi, at av hesum, eigur tað al- menna at lata 1% og vinnu- lívið 2%. Men í smáum londum við veikum vinnulívi, eigur tað almenna at átaka sær størri byrðu í hesum sam- bandi. Og veruleikin er eis- ini, at vinnan í Føroyum brúkar ímillum nakað og onki til gransking. - Í 2003 brúktu føroyingar 0,87% av bruttotjóðar- úrtøkuni til gransking og menning og talið er neyvan hækkað síðani. Hetta er munandi minni enn 3%, sum OECD mælir til. Professarin á Fróðskapar- setrinum metir leyðsliga, at landskassin fíggjar ikki meiri enn 0,5% av tí, sum granskað verður og tað er eitt tal, sum er nógv minni enn tað, sum OECD mælir til. - Í 2003 var bruttotjóðar- úrtøkan 9,7 milliardir krón- ur og í 2007 metir Lands- bankin, at hon verður 12 milliardir krónur. - Við eini sokallaðari meirjáttan næsta ár upp á tríggjar milliónir krónur, ið politikararnir bjóða føroysk- um granskarum, er veru- leikin tann, at játtanin til gransking í Føroyum minkar til 0,72 % av brutto- tjóðarúrtøkuni í 2008. Hann staðfestir, at hetta er ikki ein veruleiki, sum nógv politisk agitatión hev- ur róð uppundir. - Ella er tað kanska mein- ingin at blaka torvmold í eyguni á fólki, spyr hann. Hann sigur, at er verulig ætlan um at hækka granski- ngarstigið, er tað ein gongd leið at økja granskingaríløg- urnar einar 50 milliónir krónur um árið, uttan at blandað aðrar, óviðkomandi íløgur upp í. Og tann gongdin skuldi hildið fram til játtanin til gransking varð komin upp á 360 milli- ónir um fimm ár, tí so høvdu vit livað upp til til- mælið frá OECD um at brúka 3% av bruttotjóðarúr- tøkuni til endamálið. Hægri undirvísing er niðurpínd Magnus Danielsen vísir eisini á, at eftir fíggjarlógar- uppskotinum fyri næsta ár, skal 1,8 millión krónur set- ast av til nýggjar útbúgving- ar, sum eru KT og løgfrøði. - Tað er ikki eiti á sum politikarar kunnu fáa nógv fyri pengarnar. Hagtøl frá OECD vísa, at í 2004 brúktu framkomin lond umleið 1,4 % Bruttotjóðarúrtøkuni til hægri útbúgvingar. Hann leggur dent á, at hetta er umframt málsetn- ingin at brúka 3% gransking og menning. - Tí átti universitetið í Føroyum at havt eini 2% av bruttotjóðarúrtøkuni til hægri útbúgvingar og gransking, ella einar 250 milliónir í ár. Men veruleikin er, at í ár fær Fróðskaparsetrið 20 milliónir at arbeiða við, sigur Magnus Danielsen. Les eisini síðu 8. Vit eru niðurpínd Føroyska samfelagið er á skeivari kós. Hóast øll tosa um, hvussu stóran týdning tað hevur at menna gransking í Føroyum, er tann kaldi veruleikin, at vit brúka alsamt minni og minni part av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking,sigur Magnus Danielsen, professari á Fróðskaparsetrinum Fossar og áir í Leikalund Í morgin letur nýggj listaframsýning upp í Leikalund. Talan er um framsýning við málningum av Høgna Thomsen, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Áhugin fyri at mála stavar heilt frá barnaárunum, men rættulig gongd kom ikki í fyrr enn um 18 ára aldur. Høgni hevur skeið innan málningalistina, eitt nú hjá Alex Krylow og frá Famous Artist School. Tey myndaevni, ið hann hevur arbeitt við, eru fyri tað mesta sprottin úr føroysku náttúruni. Framsýnt verður fram til síðst í november mánaða. Opið er mánadag til fríggjadag frá 10 til 17.30 og leygardag frá 10-13. Valið órógvar nevnd Avgerðin hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, at skriva út nýval órógvar arbeiðið hjá sjálvsstýris- nevndini viðvíkjandi Grønlandi. Tveir av limunum, Kresten Touborg og Per Ørum Jørgensen, siga við KNR, at nevndin fær ikki stundir til at gera nakra niðurstøðu nú, tí nú val er útskrivað, steðgar arbeiðið. Tað ger, at nevndin verður ikki liðug fyri jól, sum ætlanin var. Tað er ikki greitt, hvussu valið fer at ávirka sjálva nevndina.