hósdagur 25. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 207 - 25. oktober 2007
Gallupkanningar vísa,
at um fólkatingsval
var í dag, fór Anders
Fogh Rasmussen at
varðveita meirilutan í
Fólkatinginum. Men
hann hevði kortini
tódnað í mun til
verandi meiriluta
POLITIKKUR
Leo Poulsern
leo@sosialurin.fo
Hóast tað hevur ligið í luft
ini leingi, at fólkatingsval
fór at verða innan alt ov
langa tíð, so kom tað kortini
eitt sindur óvart á fleiri, at
Anders Fogh valdi at skriva
út nýval so tíðliga.
Sjálvur
grundgevur
Anders Fogh Rasmussen
avgerðina við, at tað standa
týdningarmiklar
avgerðir
fyri framman, og tað er
óheppi, um tinglimir hugsa
meiri um eitt komandi
fólkatingsval heldur enn
tey málini, sum neyðug eru
at gjøgnumføra.
Eisini væntar Fogh, at
flokkar fara at spekulera í
valinum og ábyrgdarleyst at
yvirbjóða hvønn annan í
kostnaðarmiklum ætlanum.
Men eisini andstøðan
heilsar einum nývali væl
komið. »Vit eru til reiðar«,
er boðskapurin hjá øllum
andstøðuleiðarunum. Spurd
um hví hon heldur, at
Andres Fogh skrivar val út
júst nú, sigur Helle Thor
ningSmith,
formaður
í
Sosialdemokraterne:
Teir standa framman
fyri so nógvum og stórum
avbjóðingum, sum teir ikki
megna, og tí velja teir at
skriva út nýval.
SF hevur somu hugsan
og teir hava verið klárir til
eitt
fólkatingsval
síðani
september.
Kanning hjá Gallup sigur,
at Anders Fogh Rasmussen
varðveitir ein meiriluta í
Fólkatinginum, men hesin
fer eftir øllum at døma at
minka við fimm mandatum.
Sambært hesi kanningini
missir Enhedslisten sína
umboðan á Fólkatingi, með
an nýggi flokkurin hjá
millum
øðrum
Nasser
Khader fer at fáa sjey
umboð.
Ikki óvart á
Heldur ikki føroysku fólka
tingsumboðini eru ovfarin
av, at fólkatingsval verður
nú, tó at tey høvdu væntað
tað nakað seinni.
Eg kann ikki siga, at tað
kemur óvart á. Men hin
vegin roknaði eg heldur
ikki við, tá eg fór frá húsum
í morgun, at val fór at verða
útskrivað á miðdegi í dag,
segði Anfinn Kalsberg við
Rás2 í gjár.
Hann er annars ikki ser
liga fegin um, at fólkatings
valið kemur júst nú, tí hann
metir, at hetta fer at ávirka
arbeiðið í løgtinginum.
Hetta merkir bara, at
valstríðið fer at byrja nú.
Tað byrjar við fólkatings
valinum, og tá tað er av
heldur tað fram til løgtings
valið. Og hetta kann bert
ávirka arbeiðið í løgting
inum skeiva vegin, heldur
Anfinn Kalsberg.
Hann metir annars ikki,
at tað er tann stóri munurin
á einum fólkatingsvali og
einum løgtingsvali. Men
hesaferð kann fólkatings
valið metast sum ein gene
ralroynd til løgtingsvalið,
nú Føroyar eftir øllum at
døma verða eitt valdømi.
Spurningurin verður
meiri um persónar hesaferð,
sigur Anfinn Kalsberg.
Hin føroyski fólkatings
maðurin, Høgni Hoydal,
sigur, at danska valið longu
hevur ávirkað føroyskan
politikk.
Røðurnar av tingsins
røðarapalli bóru týðilig boð
um hetta, sigur Høgni Hoy
dal.
Hann vísir á, at fólkatings
val ongantíð hava verið
avgerðandi fyri Tjóðveldi.
Tað hevur altíð verið
nakað kollutt nakað, og vit
skulu eisini minnast til, at
Tjóðveldi ofta als ikki
hevur stillað upp til donsku
valini. Eg rokni við at stilla
upp eisini hesaferð, men
vóni, at hetta verður sein
asta fólkatingsvalið við før
oyskari luttøku, sigur Høgni
Hoydal.
Logandi brennievni høvuðsorsøk til flogvanlukku
Orsøkin til vanlukkuna á Stord, sum kostaði fýra fólkum lívið og sjey álvarsligan skaða, tá eitt flogfar hjá
Atlantsflog fór út av vøllinum undir lending fyri góðum ári síðani, var logandi brennievni, sum kom inn í
kabinuna. Hetta er niðurstøðan í eini fyribils frágreiðing, sum norska skaðanevndin er komin við. »Den
foreløpige rapporten fra Statens Havarikommisjon for Transport er klar, og et av de viktigste funnene er at
brennende drivstoff var en viktig årsak til, at ulykken fikk fatale konsekvenser. Ulykken fikk fatale konsekvenser
på grunn av at brennende drivstoff kom inn i kabinen«, skrivar norska Aftenposten.
Fogh stendur at vinna
Hetta er ein avgerð,
sum eg havi tikið fyri
langari tíð síðani,
sigur Anfinn Kalsberg
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað vóru ábendingar um
tað í gjár, og í dag váttar
Anfinn
Kalsberg
fyri
Sosialinum, at hann stillar
ikki upp til komandi fólka
tingsvalið í november.
Hetta er nakað, eg havi
tikið avgerð um fyri langari
tíð síðani um ikki at stilla
upp, so tað er ikki nakað,
sum er komið knappliga á,
sigur Anfinn Kalsberg.
Hann sigur, at fólkatings
arbeiðið í veruleikanum
ikki hevur so stóran týdning,
og føroyingar hava sum
heild lítlan áhuga í tí.
Tað koma kanska eini
trý uppskot um árið fyri
tingið, sum hava nakað við
Føroyar ella føroysk viður
skifti at gera, vísir Anfinn
á.
Hann sigur seg leingi
hava havt ætlanir um at
skrúva eitt sindur niður fyri
blussinum og avvísir, at
hann tekur seg aftur fyri
ikki at forða fyri undirtøku
hjá nýggja formaninum,
Jørgen Niclasen.
V i ð v í k j a n d i
løgtingsvalinum er støðan
ein onnur.
Eg havi boðað Norðoya
Fólkafloksfelag frá, at eg
lati meg stilla upp aftur til
løgtingsvalið. Men verða
Føroyar eitt valdømi er ilt
at siga, hvussu tað verður
við uppstilling. Tá verður
tað
helst
nakað,
sum
flokkurin skal taka støðu
til, sigur Anfinn Kalsberg.
At Anders Fogh Rasmussen
hevur skrivað út nýval hevur
skapt rættiligan valfepur í
løgtinginum, halda føroysku
fólkatingsumboðini
Anfinn stillar ikki upp
Anfinn Kalsberg stillar ikki
upp til fólkatingsvalið, men
verður at síggja á listanum til
løgtingsvalið