hósdagur 25. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 207 - 25. oktober 2007
- At brúka 130-140
milliónir upp á eina
granskarapark, kann
verða ein ólukka fyri
vísindaligt arbeiði
í Føroyum, heldur
Magnus Danielsen,
professari á
Fróðskaparsetrinum
Granskarapark
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sum støðan í samfelagnum
er nú, er tað skeivt at brúka
135 milliónir upp á at
byggja eina nýggja gransk-
arapark í Føroyum.
Tað heldur Magnus Dani-
elsen, professari á Fróðskap-
arsetrinum.
Sostatt mælir hann løg-
tinginum frá at taka undir
við ætlanini at byggja eina
nýggja granskarapark.
Løgtingið viðgerð í løtuni
eitt uppskot um at byggja
eina granskarapark, sum er
mett at kosta 75 milliónir
krónur.
- Hetta er peningur til
ein bygning og ikki til vís-
indaligt arbeiði, staðfestir
Magnus Danielsen.
Men harafturat er ætlanin
at brúka útvið 60 milliónir
krónur at reka parkina fyri
tey næstu fýra árini. Sostatt
fer granskaraparkin at kosta
skattgjaldaranum tilsamans
einar 135 milliónir krónur.
Ein koddi
Magnus Danielsen sigur, at
fara politikararnir at brúka
eina so stóra upphædd upp
á ein bygning, er vandi fyri,
at hetta verður ein koddi so
at tað fer at vera torført eis-
ini at fáa teir at játta pening
til vísindaligt arbeiði.
Magnus Danielsen heldur,
at hetta er ein veruligur
vansi, serliga tá ið hugsað
verður um, hvussu torført
tað higartil hevur verið at fáa
politikararnar at játta pening
til vísindaligt arbeiði.
- Brúka teir 135 milliónir
upp á eina granskarapark er
vandi fyri at politiskur vilji
ikki eisini verður til at játta
meiri pening til veruligt
granskingarvirksemi.
Hann sigur, at upphæddin
til granskaraparkina skal
samberast við, at vit annars
ikki brúka meiri enn 84
milliónir til gransking í
Føroyum um árið - og tá er
talan um bæði privata og
almenna fígging.
- Við tí í huga, at politiski
viljin at økja um gransking-
ina í Føroyum er á einum út
av lagi lágum støði, kunnu
hesar 130-140 milliónirnar
til eina granskarapark fáa pol-
itiska viljan til íløgur í veru-
liga mennandi gransking
aftrat, til at falla til næstan
eitt nullpunkt, sigur hann.
Professarin heldur, at tað
hevði verið nógv betri at
brúkt peningin til at styrkt
teir vísindaligu stovnarnir,
vit hava.
- Varð peningurin brúktur
til beinleiðis at fremja
gransking á teimum stovn-
unum vit hava, høvdu vit
fingið nógv skjótari úrslit,
enn vit fáa við eini gransk-
arapark.
Niðurpínt
Men er tað ikki bara gott, at
tað almenna ger eitt muna-
gott átak fyri at bøta um
karmarnar fyri gransking-
ina?
- Tað skuldu teir gjørt við
at styrkt teir granskingar-
stovnarnir, sum eru, fyrst
og fremst Fróðskaparsetrið,
sum er universitetið í Føroy-
um,
men
eisini
aðrar
stovnar.
- Tað, sum føroysk gransk-
ing líður so illa undir, er, at
vit hava eitt niðurpínt Fróð-
skaparsetur og tað er støðan í
Føroyum, hóast londini rund-
anum okkum júst leggja stór-
an dent á at menna univer-
sitetsgransking.
- Sjálvandi er tað av
alstórum týdningi at vit
menna
gransking,
men
trupulleikin við granskara-
parkini er, at peningurin
verður brúktur skeivt eftir
mínum tykki, tí hann var
betri farin, var hann brúktur
til at menna Fróðskaparsetrið
og aðrar vísindaligar stovn-
ar, sum fáast við gransking,
sigur Magnus Danielsen.
Les eisini síðu 6.
Ein ólukka fyri vísindaligt arbeiði
- Veruleikin er, at politiski viljin at økja um granskingina í Føroyum er á einum út av lagi lágum støði, sigur Magnus Danielsen, professari á Fróðskaparsetrinu. Tí
stúrir hann fyri, at viljinj til at styrkja og menna granskingina fer at falla til næstan eitt nullpunkt, fara vit nú at brúka 130-140 milliónir upp á eina granskarapark
Í Havn er einki alment
wc opið um kvøldið
og náttina. Hetta
skapar trupulleiki
hjá fólki, sum ikki
eiga trupulleikan.
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
sigur, at arbeitt verður
við at nøkta tørvin á
almennum nátthúsum
til várs
UMHVØrVI
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tórshavn:
Tórshavnar
Kommuna hevur gjørt stór
og gagnlig tiltøk fyri at
kunna børnini og tey ungu
um umhvørvismál. Undir
herrópinum: “Lort í Býin”
hava okkara yngstu samfel-
agsborgarar lært at fara bet-
ur um umhvørvið, og at
halda býin reinan og fríðan.
Slagsangir eru skrivaðir í
hesum sambandi, og stór
tiltøk eru eisini framd fyri
at fáa boðskapin út um, at
ein eigur ikki at koma “Lort
í býin”. Men nú vísir tað
seg, at tað eru tey, sum ikki
ynska at koma í hesa støðu,
men av givnum orsøkum
enda í henni! Havnin mangl-
ar nakað, sum aðrir býir í
Norðanlondum
hava.
Í
øðrum støðum ber til at
nøkta ein ávísan neyðturvi-
ligan tørv við mynttoilett-
um. Men tey, sum fara ein
túr í býin í Tórshavnar býi
mugu hyggja langt eftir
mynttoiletunum. Tá fólk so-
leiðis koma illa fyri, endar
tað við, at tey banka á dyrn-
ar hjá teimum, sum einki
hava við henda trupulleika
at gera!
Hava ikki lov
Hjá taxastøðini BIL á, sum
húsast á Farstøðini er
støðan greið. Eftir at Far-
støðin er stongd, hava tey
ikki loyvi at lova nøkrum
fólki inn, sum ikki er í
starvi hjá P/F BIL. Har
hendir
tað
javnan,
at
avbygdafólk og útlending-
ar banka uppá, tí Havnin
ikki hevur mynttoilettir,
eins og tey hava tað í norð-
urlendsku býunum, sum
Havnin plagar at samanbera
seg við. Men hjá teimum í
BIL er støðan einfald.
Leigumálið við Strand-
ferðsluna tilskilar, at eingin
skal inn um dyrnar, sum
ikki er í starvi har. Kortini
verða tey í heilum órógvað.
Og tað er ein støða, sum
tey ikki kunnu liva við. Tí
tey mugu halda seg til leigu-
sáttmálan.
Eru eftirbátar
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri viðgongur, at Havnin
er ein eftirbátur á júst hes-
um økinum. Og at høvuðs-
staðurin ikki kann bjóða
seg fram, sum ferðamanna-
bý við tí manglandi útboðn-
um av almennum nátthús-
um, sum er nú. Heðin
Mortensen metir, at idealið
hevði verið at fingið somu
skipan sum Reykjavík.
Í miðbýnum í Reykjavík
eru nakrir diskretir kuplar,
sum virka, sum sjálvreins-
andi nátthús. Borgarstjórin
metir, at hesir kuplar høvdu
verið ein hóskandi loysn til
Havnina.
Í
Reykjavík
betalir ein 50 íslendskar kr.
(uml. 5 kr) fyri at sleppa
inn í ein slíkan kupil.
Á Rhodos sá borgarstjórin
eisini eina líknandi skipan,
sum fungeraði sera væl.
Býráðið hevur eitt alment
WC í Mylnugøtu. Har
starvast tvey fólk. Men
vanligt er, um ikki eitt
serligt tiltak er á skránni, at
stongt verður kl. 8 um
kvøldið.
Tvey
onnur
almenn WC eru. Í Kiosk
Steinatúni og á Farsstøðini,
tá Strandferðslan hevur
opið. Men eisini har verður
stongt lutfalsliga tíðliga
um kvøldið. Men gongur
tað, sum borgarstjórin ætl-
ar, verður Havnin ikki eftir-
bátur á hesum økinum.
Á vári 2008 kunnu av-
bygdarfólk og útlendingar
koma til Havnar, og koma
væl í býin.
Á wc í býnum alt samdøgrið