Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 207 - 25. oktober 2007 Fundamentalisturin er heitið á leiki, sum verður frum­ framførdur á Maiarínum leygar­ kvøldið. Leikurin spyr, hvør í veruleikanum er religiøsur funda­ mentalistur? Tey, sum halda seg hava sæð ljósið, ella tey, sum halda seg vera upplýst? LeikList Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á einari vakrari skál liggja nýbakaðar Jesuskøkur. Tað eru ljósar smákøkur við skapi sum krossar, við hvít­ ari glasing og lillavornum vióldrússi – hóskiligar og festligar júst í dag. Fundamentalisturin er heitið á finskum leiki, sum leikbólkurin Tvazz frum­ framførir á Maiarínum leyg­ arkvøldið. Tí hevur bólkurin bjóðað til upplýsing og Jesuskøkur í morgun. Kring borðið sita leikarar­ nir báðir, Gunnvá og Bárð­ ur, danski leikstjórin Petra Berg Holbek og Egil B. H. Hansen, ljóssniðgevi. ­ Tittulin og leikritið rak­ ar beint niður í føroysku konfliktina. Navnið á leikritinum fangaði áhuga mín beinanvegin, og tá eg hevði lisið tað, varð eg sann­ førd um, at hetta var ein leikur, sum hevði verið upp­ lagdur at sett upp her, sigur Gunnvá Zachariassen, stig­ takari til leikbólkin Tvazz, og annar av teimum báðum leikarunum. Hon og Bárður Persson spæla ávikavist fundamentalistiska Heidi, og Markus, sum er farin úr starvinum sum sóknar­ prestur. ­ Íblásturin er sjálvandi sprottin úr øgiliga orðaskift­ inum í sambandi við 266b. Vit høvdu kanska roknað við, at vit føroyingar eru ein homogenur fólkabólkur, men knappliga brast bumb­ an, sum gjørdi, at fólk kendu seg beinleiðis for­ fylgd – bæði samkynd, litt fólk, trúgvandi og human­ istar, sigur Gunnvá Zachari­ assen, sum tó saknaði listar­ liga ískoytið til eintáttaða orðaskiftið. Psykologist drama Tað hevur verið sagt um leikin, at hann er eitt gløgt og sera neyvt uppbygt psykologiskt drama um tvey fólk, sum hava ein ómetaligan tørv á at søkja sannleikan. Í hesi strømmu og einfaldu søgu um tvey fólk við sera ymiskari til­ gongd til Kristnu trúnna, kannar finska leikskaldið Juha Jokela, hvat átrúnaðar­ lig sannføring er, umframt vandarnar av átrúnaðarligari fanatismu og hvussu skjótt og lætt vit onnur, sum ann­ ars halda okkum verða væl upplýst og frísinnað, kunnu gerast líka so sjálvrættvís og dømandi sum funda­ mentalistar. Jokala viðger óvikiliga hesi fyribrigdi og uttan at døma ella hevja peikifingrar hyggur hann eftir evnunum trúgv, mani­ pulasjón og sárbæri. Hvør er fundamentalistur Og spurningurin, sum sting­ ur seg upp við borðið her á Maiarínum í morgun er, hvør í veruleikanum er fundamentalistur? Er tað tey, sum eru sannførd um, at alt sum stendur í heilagu skriftunum er einasti og reinasti sannlikin, ella er tað eisini hini, sum halda seg vera upplýst og tolin? Eru tey ikki í veruleikanum minst líka so snævurskygt og fordómsfull, sum hini? ­ Religiøs fundamental­ isma er um allan heimin. Amerikanski forsetin hevur uppruna í einum djúpt fundamentalistiskum bak­ landi, og er hvørki frægari ella verri enn muslimsku fundamentalistarnir. Báðir partar hava tað í felag, at teir trúgva upp á, at allur sannleiki stendur í einari heilagari bók, sigur leik­ stjórin Petra Berg Holbek, sum heldur hetta vera ein avleiðing av einari tíð, sum er eyðkend av mentunar­ ligum upploysni. ­ Tá er tað natúrligt, at fólk leita aftur í hitan og royna at finna fokus í til­ veruni, sigur hon, og vísir á, at hetta eisini er orsøkin til, at júst hesin leikurin er spennandi at seta upp í Føroyum. Og Gunnvá skoytir uppí, at orðaskiftið um grein 266b var eyðkent av bøkka­ kasti, og at har avgjørt vantaði eitt listarligt ískoyti. Spurd, hvussu listin kann vera eitt íkast til kjakið, sigur hon, at hon kann flyta mørk og seta málið í eitt annað ljós, tí hon nemir kenslurnar á ein annan hátt, við til dømis at seta tingini upp á ein spíss. Tekur ikki støðu Leikurin snýr seg um tvey sera ymisk kristin, Markus, sum av samvitsku ávum er farin úr starvi sínum sum sóknarprestur, og Heidi, hansara fundamentalistiskt virkna vinkona, hittast aftaná tjúgu ár. Heidi hevur funnið Guð í eini bráari og bergtakandi uppvekjan, og Markus er djúpt skelkaður av hennara avgjørdu sannfør­ ing. Tann djúpa ósemjan, sum sprettur teirra millum, og tey ymisku sjónarmiðini, sum koma fram um kær­ leika, kynslív, menniskjaliga ábyrgd og tað at verða góð­ tikin, drívur bæði tvey út á eggina í eini sálarligari fløkju. Leikurin kastar ljós á, hvat fundamentalisma er fyri nakað ­ við øllum sín­ um fellum og fløkjum. ­ Í leikinum uppliva vit eina ítøkiliga konfrontatión, sum kundi ímyndað eitt orð­ askiftið við lesarabrøvum í bløðunum. Men báðir leik­ lutirnir hava reel motivir fyri at vera, sum tey eru. Sostatt verður støða ikki tikin fyri ella ímóti einum alla hinum, og leikurin tek­ ur ikki støðu til, hvør hevur rætt. Tað er upp til áskoðar­ an, sigur Gunnvá Zacharias­ sen. Avbjóðing av møtast Leikstjórin Petra Berg Holbek greiðir frá, at leik­ urin staðfestir, at funda­ mentalisma er til, og at hon aftaná nógv hundrað ár, eisini er vorðin ein politisk ideologi. So á aðrari síðuni hava vit fólk, sum halda fast í heilagu skriftini, og á hinari síðuni stendur humanisman. ­ Tí er avbjóðingin onk­ ursvegna at skilja hesa støðuna, og at fyrihalda seg til hana, sigur Petra Berg Holbek, sum sjálv onki boð hevur upp á, hvussu hesir partarnir kunnu læra at skilja hvønn annan betur. Men Bárður Persson skoytir upp í, at tað er ongin meining í at seta ein leik upp, sum dýpir gjónna millum føroyingar. ­ Tað er ikki løgið, at vit hava fundamentalismu, og øll eru vit meiri ella minni fordømandi. Vit liva í einari tíð, har vit alla tíðina skulu taka støðu til og meta um alt møguligt. Kanska skuldu vit heldur roynt at fokusera øðrvísi, lurta eftir og møtt hvørjum øðrum við opnari sinni og kærleika, sigur hann. Viðkomandi leikir Leikbólkurin Tvazz er rættiliga nýggjur og slóð­ brótandi innan føroyska leiklist. Gunnvá Zacharias­ sen var stigtakari til bólkin, og hon greiðir frá, at eitt av málunum við bólkinum er at seta upp verk, sum raka og eru aktuellir. ­ Vit seta ikki leikir upp, sum vit rokna við, at nógv fólk vilja síggja. Vit skapa eitt frírúm, har til ber at upp­ liva ymsar áskoðanir, og vónandi geva eina for­ loysing í listini, sigur hon. Fundamentalisma á føroyskan leikpall Leikurin Fundamentalisturin verður frumsýndur 27. oktober 2007. Leikurin er finskur, skrivaður í 2006 av finska leikskaldinum Juha Jokela. Leikurin hevur higartil bert verði framførdur í Finnlandi, har hann varð sýndur yvir hundrað ferðir fyri fullsettum húsum. Juha Jokela kemur til Føroyar í sambandi við at leikurin verður settur upp. Leikstjórn Petra Berg Holbek, leikstjóri Pallur og ljós Egil Barclay Høgenni Hansen, ljóssniðgevi Leikluturin Markus Bárður Persson, sjónleikari Leikluturin Heidi Gunnvá Zachariasen, sjónleikari Týðing Gunnvá Zachariasen og Annika Hoydal Sangur Annika Hoydal Plakat og leikskrá Heiðrik av Heygum Tøkni Símun Pauli Hansen FAKTA