Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 207 - 25. oktober 2007 Himmalin var klárur og veðrið var gott, tá ið føroyska frumframsýningin »Eggin« var á Norðuratlants­ bryggjuni seinasta fríggjadag Keypmannahavn Annika Hedegaard Isfeld annika@sosialurin.fo Størstu nøvnini innan før­ oyska sniðgevaraheimin sýna brot úr nýggjastu kollek­ tiónum teirra frá 2007 á framsýningini. Millum hesi nøvn eru m.a. Guðrun & Guðrun, Beinta Willhelmsen og Barbara í Gongini. Barbara í Gongini hevur eisini staðið fyri arbeiðinum undan framsýningini. ­ Hóast nógvir ymiskir sniðgevarir eru við á framsýningini, hevur tað ikki verið so trupult at fáa framsýningina gjørda. Eg fekk lykilin til hølið fyri nøkrum døgum síðani og tí havi eg eisini havt góða tíð til at fyrireika alt, sigur Barbara við einum stórum smíli. Tá ið man kemur inn í hølið sæst beinanvegin, at nógv hevur verið gjørt burtur úr smáu detaljunum. Í einum horni, har Dennis Agerblad sýnir serligu koll­ ektión sína, standa nøkur sjónvørp, sum vísa nakrar listarligar filmar. Hóast tað sýnist eitt sindur trupult at fáa greiðu á, hvat hesin filmurin snýr seg um, standa fleiri fólk og granska filmarnar. Meðan sniðgevarirnir standa og greiða áhugaðu áskoðarunum frá kollektiónunum, spælir populera danska dj­parið ArtRebels nøkur friðarlig løg, ið hóska sera væl til serliga huglagið inni á Norðuratlantsbryggjuni henda dagin. Framsýningin verður at síggja á Bryggjuni til og við 19. januar 2008. Stuðul Annika Hedegaard Isfeld annika@sosialurin.fo Margarinfabrikkin er farin undir at skipa fyri einari stórari stuðulsverkætlan við heitinum „Ung hjálpa Ungum“. Í hesum sambandi hava vit fingið eitt prát við Lindu Petersen, sum er ein av samskiparunum av hesi verkætlan ­ Fyrr hevur Margarin­ fabrikkin árliga skipað fyri tiltakinum kallað „Børn hjálpa Børnum” og tað er her, at hugskotið til ”Ung hjálpa Ungum” er sprottið úr, byrjar Linda. Hesi tiltøkini hava verið sera væl umtókt og pengarnir, vit savnaðu inn herfrá, eru m. a. farnir til neyðstødd børn í Sri Lanka og til leiku á barnadeildini á Lands­ sjúkrahúsinum. ­ Í ár vilja vit so fegin varpa ljós á tey ungu. ”Ung hjálpa Ungum” verkætlanin snýr seg um, hvussu ung kunnu vera við til at hjálpa og stuðla øðrum ungum. Alt yvirskotið frá verk­ ætlanini fer til „Tú & Eg“ –ráðgevingina, tí vit fegin vilja stuðla hesum frálíka tiltaki, sum hjálpir ungum í Føroyum, ið onkursvegna hava brúk fyri ráðgeving. Øll tey, ið eru partur av tiltakinum, eru sjálvboðin ung. Vit hava sett okkum í samband við ymisk kend og minni kend listafólk, og øll hava verið sera jalig og hjálpsom, sigur hon. Fjølbroytt tiltak Í verkætlanini „Ung hjálpa Ungum“ eru nógv fjølbroytt tiltøk. Vikuskiftið 26. og 27. oktober fer Margarin­ fabrikkin at hava eina bás á Torginum í SMS, har tey ungu selja t­shirtir og ungir tónleikarir spæla. Motivið til t­shirtirnar hevur 17­ára gamla Solveig Hansen gjørt. Hon hevur millum onnur málað fleiri veggir í Margarinfabrikkini. 27. oktober verður eisini uppboðssøla av málningum hjá ungum listarfólkum, har alt yvirskotið eisini fer til „Tú & Eg“­ráðgevingina. 24. november kl. 20 verður stóra ”Ung hjálpa Ungum”­stuðulskonsertin í Margarinfabrikkini. Á skránni hetta kvøldið verða m.a. Guðrið Hansdóttir, Boys in a Band, The Ghost og Euthanasia, ið er ein bólkur av ungum talentum í Margarinfabrikkini . Atgongumerki á 50 kr. eru longu nú til keyps í Margarinfabrikkini. ­ Tiltakið er ætlað teimum ungu og annars øllum øðrum, ið hava hug at fáa eina góða tónleika­upp­ living, meðan tey stuðla einari góðari sak. Tað er avmarkað atgongd, so tí er neyðugt at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð, endar Linda. Fansy føroysk frumframsýning Ung hjálpa Ungum ”Hesin kjólin er heilt serligur fyri meg,” sigur Barbara í Gongini um stóra svarta kjólan, sum stendur mitt í rúminum. ”Tað er eins og mítt vørumerki at hava ein sovornan við.” Barbara hevur seinastu árini gjørt nógv um seg í útlondunum og hon hevur m.a. sínar kollektiónir til sølu í Italia, Spania og Hong Kong Barbara í Gongini hevur í síðstuni starvast saman við donsku Tine M. Jensen um at gera eina kollektión, sum tær rópa »Tvær hugsanir«, til heystið og veturin 07/’08. Úr hesari kollektiónini eru m.a. hvítu kjólarnir hjá Tine. Kjólarnir eru siðbundnir og tað sæst væl á teimum, at Tine er úr klassiska skúlanum Í síðstuni hava danir eisini fingið eyguni upp fyri Guðrun & Guðrun, aftaná at høvuðssjónleikarin í sjónvarpsrøðini »Brotsgerðin« var í einari av troyggjum teirra. Her síggjast nakrir av nýggjastu kjólunum frá Guðrun og Guðrun MARMAR við Marionnu Mørkøre og Mariu Arnell sýna eisini nakrar svart-hvítar myndir til framsýningina. Hesar myndirnar av fimm gentum í svørtum kjólum, sum skulu endurspegla ungdómin í óspiltu náttúruni við íblástri frá sterkum grafiskum kompositiónum Ringt er at fáa eyguni burtur frá serligu litføgru kollektiónini hjá Dennis Agerblad. Hesin starvast m.a. sum sangari, tónleikasmiður, performari, listamaður, grafikari, balettdansari og flogskipari. Hann hevði gjørt eina heilt serliga kollektión við einum heilt ávísum huglagi. Í myndatekstinum til kollektiónini stendur skrivað: - Tað, sum eg eri mest áhugaður í, er at venda øllum skeivan veg. At blanda sannleika saman við lygn.” og hetta er eisini tað, sum merkti hesa kollektiónina