hósdagur 25. oktober 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 25. oktober 2007
13
viðmerkingar
Havnar Handverkarafelag
lýsir her sín fulla stuðul
til Havnar
Arbeiðsmannafelag í
sambandi við málið um
portørar og ambulansu
starvsfólk.
Fakfeløg eiga eins og
Havnar
Arbeiðsmannafelag at
stríðast fyri vunnum
rættindum og økjum. Í
hesum føri hevur Havnar
Arbeiðsmannafelag havt
samráðingarrættin í meiri
enn 40 ár.
Tí mæla vit øllum fak
feløgum í Føroyum til at
standa saman um ikki at
gera seg inn á øki, har
annað fakfelag hevur
havt sáttmála í áravís.
Havnar Handverkara
felag heldur tað eisini
vera sera ósømiligt, at
umboð fyri portørar og
ambulansufólk í
Útvarpinum tosa
niðursetandi um
formannin í Havnar
Arbeiðsmannafelag, tá
hesin ikki er til staðar og
tí ikki fær vart seg.
Tað er átaluvert og
stórt spell, at
Starvsmannafelagið
leggur upp til spjaðing og
stríð innan føroysku
fakfelagsrørsluna. Vit
heita tí staðiliga á
Starvsmannafelagið um
at leggja dent á samstarv
heldur enn spjaðing.
Í hesum føri er talan
um sáttmálaøki hjá
Havnar
Arbeiðsmannafelag, tað
eigur ongin ivi at vera
um tað.
Tórshavn, hin 23.
oktober 2007
Vegna Havnar
Handverkarafelag,
Eli Brimsvík, formaður
YVIRLÝSING: 23.10.2007
Allan týsdagin, og dagar
nar uppundir, hava vit hoy
rt alskyns grundgevingar
fyri hví vit skulu varveita
valdømini og yvirumboðan
av minnilutum. Men satt at
siga, so hevur megin part
urin av hesum grundgev
ingum einki sum helst við
málið at gera.
Onkur tosaði um klan
stríð og valskipanir so
langt burturi sum í Afgan
istan, valdømi í Bretlandi
og annað slíkt, meðan aðrir
tosaðu um alt Kongaríkið
Danmark sum eitt valdømi.
Enntá undirsjóvartunnlar
skuldu vevjast uppí málið.
Fullkomiliga óviðkomandi.
Sum teimum allarflestu
kunnugt, snýr tað seg ein
ans um, at vit í dag hava
stórar skeivleikar í okkara
valskipan. Summastaðni
sleppa tinglimir inn fyri líti
og lætt, meðan aðrastaðni
mugu upp í tríggjar ferðir
so nógvar atkvøður til. At
hetta er skeivt, er so sjálv
sagt, sum tað kann vera
fyri ein og hvønn.
Fyri tað skal ikki sigast,
at trupulleikin ikki hevði
kunna verið loystur á ann
an hátt. T.d. við at umskipa
valdømini. Harundir kan
ska lagt Suðuroynna og
Sandoynna saman, og
umrokna alla umboðanina
um alt landið, so hon svar
aði betur til fólkatalið í
einstaka valdøminum. Ella
kanska okkurt heilt triðja.
Men tað er júst hetta, ið
ongantíð hevur borið til.
Alt tos um broytingar hev
ur verið avhøvdað í føðing
ini. Tí er eingin annar
møguleiki enn tann eina
bastanta loysnin, ið er at
skipa Føroyar sum eitt
valdømi. Einki tos, og
ongar tingingar, tí tær
bera tíanverri ongan veg
kortini. Her má tað vera
alt ella einki.
Hinvegin er trupult at
fáa eyga á, hvør illgerðin
er. Tað ljóðar á nógvum
mótstøðufólki, sum um
onkur hevur stolið nakað
frá teimum. Men hava tey
yvirhøvur mist nakað?
Allir veljarar sleppa at
velja júst sama valevnið
sum við síðsta val, treytað
av, at viðkomandi stillar
upp sjálvandi. Umframt
hetta, hava veljarar nú
eisini møguleika fyri at
velja onkran heilt annan
uttanfyri teirra vanliga
valdømi. Hví er tað so
ræðuligt, at tey hava
fingið hesi víðkaðu rætt
indi? Kunnu vit rokna
við, at tey tilvitað koma
sær í óføri av hesum,
soleiðis, at vit mugu verja
tey ímóti sær sjálvum? Ja,
ikki er lætt at finna nakra
skilagóða meining í
hesum.
Heldur man henda
nýggja skipanin fara at
verða okkum til mikið
gagn. Millum annað rokni
eg við, at prosentvísa
umboðanin av kvinnum á
tingi við einum valdømi
man fara at nærkast
prosentvísa atkvøðu
talinum hjá sama kyni.
Ein annar kærkomin
vinningur er eisini, at
Føroyar við hesi nýggju
skipanini gert ein eind,
heldur enn ein samling av
klandursskotum. Teir
breiðu gákarnir fara ikki
longur at fáa nakað burtur
úr at niðurgera tey í
grannavíkini. Tey eru jú
eisini veljarir.
Eitt land ella 18 oyggjar?
Petur í GonG
Tá landið hevur brúk
fyri tær
Nú er tað aftur vorið í lagi
at arbeiða hjá tí almenna
til tú til fyllur 70 ár.
Alt gott um tað, men
hvør er veruliga orðsøkin
til at landið nú hevur brúk
fyri fólki yvur 67 ár? Fyri
fáum døgum síðani var
tað knívskorið, at eingin
slapp at halda á framm í
sínum stavið, eftir at tey
eru fyllt 67 ár.
Eg havi stóra virðing
fyri teimum, sum orka at
arbeiða við t.d.
menniskjum líka til tey
fylla 67 ár, so sum
pedagogar og hjálparfólk,
ið arbeiða í barnagarði
ella innan serøkið, tí hetta
er ikki nøkur løtt uppgáva.
Arbeiðsuppgávan er
krevjandi bæði kroppsliga
og sálarliga og lítil og
eingin førleikamenning er
skipað fyri hetta økið.
Manglandi arbeiðsmegi
er orðsøkin
Fyri mær at síggja er eing
in fakpolitisk ætlan í hesu
nýggju avgerð. Hetta er ein
neyðloysn tí landið nú
manglar arbeiðsmegi.
Við vanda fyri at koma
at skera øll yvur ein kamb,
vil eg staðfesta, at eg veit
at starvsfólk eru øll ymisk
og tað er ymiskt hvørji
krøv vera sett til tann ein
staka, og hvussu stóra orku
tú hevur at røkja eitt 40
tímar starv líka til tú fyllur
70 ár.
Er nøkur kanning gjørd
av innihaldinum í almennu
arbeiðsuppgávunum?
Og hvat við teimum sum
longu hava pakkað saman,
teimum sum ikki var brúk
fyri, áðrenn politiski
mynduleikin knappliga
kom í tankar um at hann
hevði brúk fyri teimum
alíkavæl.
Kanningar vísa tørvin
Ein kanning átti at verið
gjørd, sum vísir tørvin á
útbúgving, sum lýsir hvørji
starvsøkir serliga koma at
mangla starvsfólk, hvørjar
førleikar tørvur er á og
hvussu ein skipað førleika
menning kann tryggja eina
famhaldandi góða tænastu.
Eg kann her vísa á eina
kanning, sum var gjørd í
fjør, um hugburðin til eldri
starsfólk á pedagogiskum
arbeiðsplássum. Hendan
kanning vísti, at starvsfólk
í stóran mun mettu tað vera
neyðugt at ein skipað før
leikamenning fer framm á
pedagogiskum arbeiðs
plássum og at møguleki
skal vera fyri ørvísi arb
eiðsuppgávum til eldri
starvsfólk. Ein stórur part
ur segði seg eisini ynskja
at sleppa niður í tíð og
ynskir at pensjónsaldurin
fer niður. Tey halda tað
vera ov strævi at arbeiða
sum pedagogur ella hjálp
arfólk til ein fyllur 67 ár.
Hetta stendur tí í bein
leiðis ansøgn við nýggju
útmeldingarnar.
Eg haldi tað vera sera
umráandi at gera lýsingar
av innihaldinum í arbeið
num innan tað almenna og
at tryggja ungum sum eldri
ein skipaða førleikamenn
ing alt arbeiðslívið.
Krepputiltøk heldur enn langtíðarætlanir
Maud WanG
Hansen
Aftursvar til Kára P.
Højgaard, løgtingsmann
Góði Kári,
Sjálvandi eru nógv onnur
atlit at taka enn Kyoto og
orkunýtslu, tá ið høvuðs
farleiðin um Leirvík skal
leggjast. Eg skal nevna
nøkur her, sum koma bein
leiðis í konflikt við upp
skot títt um høvuðsfarleið
um Leirvík:
Tað er bert ein útbygging
armøguleiki í Leirvík, og
tað er niðaneftir
Vegurin kemur beint
ígjøgnum viðarlundina
Møgulig fornminnir fara
fyri skeyti
Vegur fer beint ígjøgnum
byggilendi
Bygdin verður deild í
tvey
At leggja vegin har
niðri hevur sjálvandi
eisini sínar negativu
avleiðingar, treyðugt so.
Men hóast alt eru bert fá
sethús har, umframt at
vinnan seinastu trý árini
hevur fingið áleið 20.000
m2 meira at ráða yvir, og
sostatt hevur góðar útbygg
ingarmøguleikar har niðri
kortini.
Tá ið talan er um Kyoto,
nyttar lítð at tosa um gaml
ar tíðir og gomul minnir.
Nei her mugu vit øll skifta
kós og læra okkum at hand
la í dag heldur enn í morg
in, skulu vit náa málsetn
inginum.
Sjálvur haldi eg ikki, at
eg eri komin við einum
tómum pástandi um, at
CO2 útlátið meira enn tví
faldast við at leggja høv
uðsfarleiðina omanfyri
bygdina. Haldi meg heldur
hava víst á ein verðuleika,
sum ikki er so torførur at
rokna uppá – verður vegur
in lagdur í erva, verður
hann áleið 1 km longri enn
har niðri, sum gevur oman
fyri 50% í øktum CO2
útláti, meðan nógv orka
eisini fer til hæddarmunin
á uml. 70 metrar og eyka
kavarudding v.m.
Dugi ikki at síggja,
hvussu tú kanst samanbera
nýggju vegaføringina
millum Skála Strendur og
Runavík – Gøtueiði við
títt egna uppskot um
vegaføring um Leirvík.
Báðar hesar farleiðir liggja
omanfyri alt byggilendi á
staðnum, meðan títt egna
uppskot um Leirvík, liggur
ígjøgnum besta byggilendi
í bygdini, viðarlund og
møgulig fornminnir. Eisini
liggja báðir portalarnir í
láglendi og virkar tað tí
púra burturvið at fara
niðan í brekkuna bert fyri
at venda omanaftur. Tá
talan er um vegastrekkið
Skála – Strendur varð
henda loysnin eisini
samtykt og arbeiðið byrjað
áðrenn 28. september ella
tann dagin løgtingið
samtykti Kyotosáttmálan.
Haldi tað er óheppi, at
málið aftur skal í løtingið,
nú ein loysn hómast fyri
framman, og arbeiðið har
niðri í bygdin kann byrja
um stutta tíð. Haldi heldur
ikki at tað er rætt at trýsta
eina vegaføring omanfyri
bygdina ígjøgnum, beint
ímóti fólkaviljanum í
Leirvík. Tá hevði tað sømt
seg betri hjá løgtinginum
at heitt á Leirvíkar bygd
arráð um at skipa fyri eini
vegleiðandi fólkaatkvøðu,
áðrenn tingið viðjørdi
málið aftur.
Havi eisini, eins og Kári
P. Højgaard, seinast hálva
árið billað mær inn, at
ætlanin hjá kommununi
var at leggja høvuðsvegin
um Leirvík uppi á Brekk
um. Men sambært nýggja
stu tekningini á heimasíð
uni hjá kommununi, er
vegurin fluttur frá uppi á
Brekkum og umleið 30 m
longur oman í sjálva
brekkuna. Hvat sigur Kári
P. Højgaard til tað?
Hóast eg ikki eri samdur
við Kára P. Højgaard um
vegaføringina um Leirvík,
haldi eg at Sjálvstýrisflokk
urin annars førir ein sera
skilagóðan umhvørvis
politikk, og eiga tit alt rós
uppiborið fyri tað.
Vegaføringin um Leirvík
bygdarráðslimur
Leirvík
Poul andrias
Joensen
Lesið Sosialin - so eru tit við