hósdagur 25. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 207 - 25. oktober 2007
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Herdis Müller fer til gravar úr Ebenezer fríggja
dagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Herdis
kunnu lata Zarepta eina gávu. Konta í peninga
stovnum.
Andlát og jarðarferðir
Í døgunum 25.30. oktober
fer Astrid Mouritsen, lista
kvinna, at sýna málningar
fram í Smiðjuni í Lítluvík.
Málningarnir eru allir akryl
upp á lørift. Myndevnið hjá
Astrid er sum oftast náttúran
og menniskju, lýst á ein
abstraktivan hátt. Henni
dámar væl at spæla við ym
iskum litsamansetingum.
Astrid er úr Klaksvík og
búsitandi í Sørvági. Hon
hevur teknað og málað frá
barndómi av. Hon hevur
verið á háskúla í Danmark
og í kvøldskúla hjá Archi
bald Black og Pól Skarðenni.
Hon hevur tikið ymisk skeið,
m.a. hjá Randi Gunnarsdóttir,
og hjá danska listamanninum,
Birger Møller. Astrid hevur
sýnt fram ymsastaðni, m.a. á
Norðoyastevnuframsýning,
Lions Club, Café 45 og í
Snarskivuni í Tórshavn.
Málningar
eru
eisini
javnan at síggja í Glarsmiðj
uni í Havn. Astrid arbeiðir
sum miðlagrafikari, og tekur
sær tíð til at mála eftir
arbeiðstíð. Í løtuni er hon í
barnsburðarfarloyvi. Við á
framsýningini verður eisini
Dagny Tróndheim, mamma
Astrid.
Framsýningin letur upp
hósdagin 25. oktober kl.
15.00, har øll eru hjartaliga
vælkomin at støkka inn á
gólvið. Annars er framsýn
ingin opin frá 25. til 30.
oktober, allar dagar frá kl.
15.0019.00.
Framsýning í Smiðjuni
Tíðindaskriv
3. november verður hátíðar
dagur í missiónshúsinum
Tabor á Toftum í sambandi
við at 50 ár er liðin síðan
streingjakórið byrjaði.
Streingjakórið á Toftum
var fyrsta streingjakór í
Heimamissiónini. Tað var
Søren Hansen (nú Stein
hólm), sum saman vi systr
unum Judith og Danu
stovnaði kórið.
Søren hevði verið á
bíbliuskúla í Norra, og har
upplivdi hann nógvan sang
Innan fyri missiónina. Hann
fekk so íblástur til at byrja
eitt streingjakór í heimbygd
ini. Søren spældi gittara og
Judith umsetti sangir, sum
kórið kundi syngja.
Judith doyði í 1982, og
við gravarbakkan segði
Søren, at hann sum leiðari
hjá streingjakórinum altíð
var komin til dekkað borð,
tí at Judith hevði umsett
sangir, sum hann kundi
velja ímillum.
Streingjakórið
hevði
stóran týdning fyri tey
ungu tey fyrstu árini, sigur
Dana. Søren var leiðari
hjá
streingjakórinum
í
nógv ár, inntil Hans Jacob
Hansen, sum enn er leið
ari, tók yvir.
Hátíðarhald
Nú tað eru 50 ár liðin síð
an kórið byrjaði, skipar
streingjakórið fyri einum
hátíðardegi, har øll, sum
hava sungið við gjøgnum
árini, verða boðin við.
Dagurin verður hildin
leygardagin 3. november
við morgunmati kl. 10, og
tað verður hildið fram all
an dagin við sangvenjing,
hugna og ábiti. Endað
verður við einum sangmøti
kl. 19.30.
Vit vóna at síggja so
nógv sum gjørligt, sum
hava sungið við kórinum
gjøgnum árini, siga fyri
reikararnir.
Heitt verður á fólk um
at boða frá luttøku áðrenn
31. oktober hjá Kaj á tlf.
447406/237272 ella Peturi
á tlf. 447851/217851.
Streingjakórið
á Toftum 50 ár
Dagurin
26. oktober. Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navn
ið, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama
halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað
verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir:
tann sum eigur at verða elskaðu
Við at fáa bara eitt val
dømi, er ein av stóru orsøk
unum til vælkenda før
oyska klandri burtur.
Føroyingar eru protek
tionistiskir. Tá talan er um
lokalpolitikk, hugsa vit
bara um okkara lítla
umráði. Vit eru í kapping
við restina av føroyingum.
Vit skulu hava áðrenn tey,
ella blíva vit fornermað og
stemma ikki fyri onkrum
uppskoti, sum kemur frá
teimum. Tað er líkamikið
um teirra íløga er fornuftig
ari og betri fyri alt landið.
Nú eiga vit tørn, so skít
verið við rest!
Vit eru protektionistisk,
tá talan er um uttanríkis
politikk. Tá hugsa vit bara
um okkara lítla land. Vit
eru í kapping við restina av
heiminum. Vit skulu hava
meir enn hini. Vit skulu
sleppa at starvast og hátta
okkum sum vit hava hug,
hvar sum helst, men ongin
skal koma her og hava
nakað við okkum at gera. Í
Føroyum hava vit nokk í
okkum sjálvum, vit mugu
verja okkum so ongin kem
ur og ger íløgur í vinnur
her á landið, tí í síðsta
enda vilja tey sjálvandi
yvirtaka alt virksemi, so
onki er eftir til okkum. Vit
mugu verja okkum so ong
in kemur at starvast her.
Vinnan liggur gott nokk á
knæ og skríggjar eftir
arbeiðsmegi við sínum
síðstu kreftum, men tá
hendan arbeiðsmegi er
komin, so er ongin vegur
aftur, so eru tey ein hóttan
ímóti okkum.
Tá talan er um annaleiðis
hugsandi menniskju, ella
menniskju við lívsstíli,
sum líkjist ov nógv frá
”føroyska norminum”, so
eru vit eisini protektionist
isk. Vit eru bangin fyri at
muslimar skulu yvirtaka
landið, vit eru bangin fyri
avkristnan, vit eru bangin
fyri homoseksuellum og
reyðvínsnjótarum. Vit eru
bangin fyri fólki við ov
stórum ætlanum osv.
Hendan provensiella
ræðslan er væl á veg at
doyggja út, við at vit fáa
eitt valdømi. Nú er ein
stemma líka góð hvar sum
helst í landinum hon kem
ur frá og allir dómadagspro
fetarnir, sum hava trútta
hendan óttan inn í føroying
ar mugu reka veruligan
landspolitikk. Nú er slutt
við protektionismu og
suboptimering.
Føroyingar skulu standa
saman um hetta lítla land
ið. Vit eru bara 50 túsund
fólk á fáum kvadratmetr
um, so tað átti ikki at verið
ógjørligt at verið meira
góð við hvønn annan. Her
skal vera pláss fyri okkum
øllum somlum í Føroyum.
Eitt valdømi = minni klandur
HD/U og sjálvstøðugur
vinnurekandi
RóalduR
Jákupsson
viðmerkingar
Í døgunum 25.-30.
oktober hevur Astrid
Mouritsen, listakvinna,
málningaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
Lesið