hósdagur 25. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 25. oktober 2007
15
Tá SMS lat upp fyri
30 árum síðani,
gekk alt virksemið
fyri seg í húsinum á
Trapputrøðni. Í dag
er øðrvísi, nú liggur
ein stórur partur av
virkseminum, íalt 9
handlar, uttan fyri
húsið. Tó vissar Niels
Mortensen stjóri um
eitt: - Tit hava ikki
sæð tað síðsta enn
30 ÁRA DAGUR
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Tann 2. november 1977 læt
SMS upp á fyrsta sinni.
Handlarnir, ið lótu upp
saman við SMS, vóru 11 í
tali, harav fleiri av teimum
eru har enn. SMS átti sjálvt
handilin Superland, ið eftir
navnakapping i 1978 fekk
navnið Miklagarður. Tað
var í bygninginum á Trappu
trøðni, at alt virksemið hjá
SMS gekk fyri seg.
Men so er ikki longur.
Ikki einans er SMS blivið
umbygt og víðkað 3 ferðir,
og talið av handlum í bygn
inginum komið upp á 31,
men eisini er virksemið hjá
SMS uttan fyri sjálvan bygn
ingin
vaksið
munandi
seinnu árini. Hendan gongd
in hevur havt við sær, at
SMS er blivið væl meiri
umfatandi enn tann stásiligi
bygningurin
á
Trappu
trøðni.
Alsamt meiri virk
semi uttan fyri húsið
Síðani Niels Mortensen
kom í leiðsluna í SMS í
1997 hevur hann lagt stóran
dent á at økja um virksemi
– ikki einans í húsinum á
Trapputrøðni, men í stóran
mun uttanfyri húsið eisini.
– Tá vit høvdu 20 ára føð
ingardag í 1997 var nógv
tað mesta virksemi hjá okk
um inni í húsinum, men í
dag er heilt øðrvísi, sigur
Niels Mortensen.
Í 1999 hevði SMS ein
handil uttan fyri, sum var
Rúnar í Runavík. Men síð
ani er í miðal komin ein
handil afturat um árið uttan
fyri, so at SMS í dag eigur
9 handlar afturat tí sum er í
bygninginum
á Trappu
trøðni. Hesir eru: Bónus í
Klaksvík, á Glyvrum, í Mið
vági, í Havn og á Tvøroyri.
Brotið í Runavík og tríggjar
Mylnuhandlar í Havn.
Niels Mortensen fegnast
um, at tað hevur eydnast at
fjøltátta virksemið so nógv
runt um í landinum.
Tað er einki yvir at
dylja, at hetta bæði fjøltáttar
virksemið og spjaðir váðan,
vísir hann á.
Tað er longu alment kent,
at einaferð í næstum kemur
ein Mylna afturat við Karla
magnusarbreyt í Hoyvík.
Men annars er stjórin í SMS
varin við at avdúka ítøki
ligar ætlanir fyri framtíðina.
Tó vissar hann um eitt:
Vit hyggja altíð eftir
møguleikum fyri at fjøltátta
enn meiri, og eg kann siga
so mikið, at tit hava ikki
sæð tað síðsta enn, sigur
Niels Mortensen.
Politikarar meiri
at sær komnir
Í næstum verður farið undir
higartil nógv ta størstu verk
ætlanina í Føroya søgu,
nevniliga Stórutjørn. Eingin
ivi er um, at hetta verður
ein kollvelting fyri føroyskt
handils og mentanarlív,
eins og SMS var ein koll
velting í 1977. Á tann hátt
kunnu hesar báðar verkætl
anirnar samanberast – men
tó so.
Hóst hann var smádrong
ur, tá SMS varð bygt mið
skeiðis í sjeytiárunum, so
heldur Niels Mortensen seg
kunna siga fyri vist, at tíð
irnar eru broyttar til tað
betra á tann hátt, at politik
arar eru meiri at sær komnir
nú, tá tað kemur til at við
gera slíkar byggiumsóknir.
Eingin ivi er um, at
politikararnir eru meiri pro
fessionellir nú á døgum.
Fyri 30 árum síðani var ofta
farið eftir persóninum í stað
in fyri at viðgera verkætlan
ina. Lagt varð eftir mannin
um í staðin fyri bóltinum. Í
dag haldi eg meg kunna
siga, at tað er øvut. Hava
politikarar hug at finnast at,
so er tað grundað á verk
ætlanina, og ikki persónin
um aftan fyri hana, heldur
Niels Mortensen fyri.
Í so máta roknar roknar
hann við, at Jákup á Dul
Jacobsen og Bárður Nielsen
(persónarnir handan Stóru
tjørn verkætlanina, red.)
sleppa undan nøkrum av
teimum trupulleikum, sum
pápi hansara, Hans Morten
sen, mátti dragast við mið
skeiðis í 70’unum.
Niels Mortensen vil ikki
úttala seg um, hvørt P/F
SMS og P/F Stóratjørn hava
nakrar ætlanir um samstarv.
Men hann er als ikki bangin
fyri, at Stóratjørn skal ger
ast nøkur hóttan fyri SMS.
Nei, avgjørt ikki. Tvørt
urímóti fegnist eg um Stóru
tjørn og vóni, at verkætlanin
verður framd øll sum hon
er. Eg unni hasum projekt
inum alt tað besta. Eg rokni
við, at pláss verður fyri báð
um pørtum. Havnin stendur
alsamt í vøkstri og er longu
nú ein handilsmagnet fyri
allar Føroyar. Við Stórutjørn
vænti eg, at hendan magnet
in verður enn sterkari, sigur
Niels Mortensen.
SMS og handlarnir uttan
fyri hava eina sterka posi
tión í dag. Hendan positión
in væntar Niels fer at standa
við í framtíðini.
SMS: – Tit hava ikki
sæð tað síðsta enn
Feðgar við nógvari ferð gjøgnum 30 ár ... Aftan fyri
Hans og Niels Mortensen sæst listaverkið hjá Tróndi
Patursson, sum verður tendrað í dag kl. 17.00
Mynd: Álvur Haraldsen
➘