Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 207 - 25. oktober 2007 ] Fremad Amager hevur verið meira og meira frammi í miðlunum í Føroyum, seinasta árið. Felagið á Amager í Danmark, hevði eitt keðiligt kappingarár í fjør, tá besta lið felagsins, flutti niður í triðbestu donsku deildina. - Í ár, og framyvir, sær heldur betur út fyri felagið á Amager, sigur Todi Jónsson nevndarformaður í Fremad Amager A/S FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Todi Jónsson, ið allir før­ oyingar kenna, sum ein tann besta føroyska áleyp­ aran í nýggjari tíð, hevði eina trupla tíð, móti endan­ um av tíðini í FC Køben­ havn, og valdi at seta eitt meiri góðkent punktum fyri einari glæsuligari yrkisleið hjá sær. Tí valdi hann at fara til Start í Noregi at spæla. Longu í FCK­tíðini byrjaðu tankarnar at sveima um hetta hugskotið, sum í dag er væl áleiðis til at blíva veruleiki. Eitt samlað, so­ kallað superlið á Amager. Eitt lið, ið kann kappast móti teimum allarbestu lið­ unum í Superliguni. ­ Hetta vóru tankar eg spældi mær við, og tað tók kanska longri tíð enn man hevði væntað, áðrenn tað bleiv veruleiki, fortelur Todi um upprunan til hug­ takið F.C. Amager. Byrjanin ­Tað var ein trupul tíð í byrjanini, tá eg kom til felagið. Tað var eitt felag, ið lá beint yvir niðurflyting­ arstrikuni, og organisatións­ messigt var tað lítið skil í felagnum, sigur Todi Jóns­ son og heldur á fram at siga, at tá so úrslitini eisini byrja at ganga skeiva vegin, so kollapsaði korthúsið. Todi metur at tað kanska var tað besta, sum kundi henda felagnum, tí hetta hevur givið teimum tíð at skipa seg rættuliga og fáa skipaði viðurskifti, øllum viðvíkjandi. ­ Hetta var kanska gott fyri okkum, tí vit kunnu nú nýta optimismuna í og kring felagið til at byggja brýr og menna felagið enn meira. Ein fótbóltskunnugur maður varð settur í felag­ num, Mikkel Madsen, við teirru uppgávu at finna leikarar, ið vóru góðir nokk til at klára seg í deildini, Fremad, akra vóru fluttir niður úr, so at teir kundu sikra sær ein nøkunlunda hampuligan hóp. Ikki kann sigast annað enn at hesin hevur gjørt eitt gott arbeiði, tí felagið liggur klárt á odda í deildini og ávegis upp aftur í næstbestu deildina í Danmark. Tað gekk striltið at fáa samanspælt hetta nýggja liðið, tí nógv nýggj andlit vóru komin til felagið. Men dygdin av teimum nýinn­ keyptu var á tílíkum støði, at hóast spælið ikki var nakað at reypa av, so vunnu teir 1­0 og 2­1 sigrar. 12 dystir eru nú leiktir av kappingini, og er Fremad Amager klárt á odda við 31 stigum, fimm fleiri enn F. C. Roskilde á øðrum plássi. Seinastu sjey dystirnar hev­ ur Felagið hjá Toda vunnið, so tað sær lovandi út fyri nærlagda føroyingin á Amager. Framtíðin Todi fortelur at dygdin á teimum nýinnkeyptu spæl­ arunum er rættuliga góð, men staðfestir samstundis at hópurin má styrkjast í dýpd til næsta ár, um man skal gera sær vónir til at halda sær uppi. Samstundis Todi vil »Fremad« Føroyskur stórsigur Føroyska manslandsliðið í hondbólti vann stórt á Malta í fyrsta dystinum í Challenge­Trophy. Kappingin fer fram í Luksemburg, og eftir fyrstu dystirnar tykjast Føroyar og Ongland vera liðini, sum skulu bjóða vertunum og favoritt­ unum av. Sum skilst, so var ongan tíð nakar ivi um útfallið av dystinum í dag. Hóast føroyska liðið ikki var í sterkastu uppstilling, so gjørdist talan um 37­18 sigur til Føroyar. Eitt nú var Hans Ái Dal­Christiansen als ikki á vøllinum, og Heini Hanusarson kemur ikki til Luksemburg fyrr enn í kvøld. Fyri Føroyar var Carl Herup Olsen besti málskjútti við 11 málum. Hjalti Jacobsen skeyt 6 mál. Herborg og Sára til NM Norðurlendska Talvsambandið skipar komandi vikuskifti á fyrsta sinni fyri NM í talvi fyri gentur. Vertur fyri NM kappingina 2007 er Danmark. Telvað verða ­ eins og í vanligu NM kappingini ­ 5 umfør. Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum og verða Føroyar umboðaðar í yngsta og elsta bólki­ num. Kappingin verður telvað í Blokhus í Jútlandi. 17 ára gamla Herborg Hansen, úr Klaksvíkar Talvfelag, sum gjørdist Danmarksmeistari í sínum aldursbólki í 2006, telvar í elsta bólkinum fyri telvarar upp til 20 ár. 12 ára gamla Sára Traber Olsen, úr Havnar Telvingarfelag, gjørdist Danmarks­ meistari í sínum aldursbólki í 2007 og telvar hon í yngsta bólkinum fyri telvarar upp til 13 ár. Ferðaleiðari á ferðini verður Klæmint Hansen, meðan Ingolf Gaard verður venjari hjá Herborg og Sáru. Todi Jónsson á tíðingafundi á Amager STØÐAN / 2. DIVISION ØST 2007/08 Nr. Felag D V J T Mál Stig 1. Fremad Amager (N) 12 10 1 1 31-10 31 2. FC Roskilde 12 8 2 2 21-13 26 3. Brøndby II 12 7 2 3 32-15 23 4. Brønshøj 12 7 2 3 23-17 23 5. Greve 12 6 2 4 13-12 20 6. Skjold 12 4 5 3 18-16 17 7. Værløse 12 5 2 5 18-18 17 8. Stenløse 12 4 4 4 16-16 16 9. B93 12 4 3 5 18-20 15 10. Skovlunde 12 5 0 7 16-18 15 11. Slagelse 12 3 3 6 16-23 12 12. Søllerød-Vedbæk 11 4 0 7 16-26 12 13. KB 12 2 5 5 16-19 11 14. Holbæk 12 2 4 6 14-23 10 15. B1908 (O) 12 2 3 7 14-24 9 16. Glostrup FK 11 2 2 7 10-22 8