hósdagur 25. oktober 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 207 - 25. oktober 2007 ]
Írski landsliðsvenjarin sekkjaður
Leiðslan í írska fótbóltssambandinum FAI, er ikki nøgd við, at írska fótbóltslandsliðið
bert hevur fingið 16 stig í 11 dystum í EM-undankappingini. Tí hevur gamla Liverpool
og Aston Villa legendan Steve Staunton fingið sekkin. Og ikki nóg mikið við tí. Hjálp-
arvenjarin Kevin McDonald og málmansvenjarin Alan Kelly hava eisini fingið sekkin.
Tað eru serliga úrslitini ímóti Kýpros, sum ikki hava verið nøktandi. Írland tapti 2-5 á
Kýpros, og á heimavølli fingu teir bert javnleik 1-1. Á útivølli ímóti San Marino mundi
gingið galið. Tá fekk Írland sigursmálið í yvirtíðini. Formaðurin í FAI; David Blood er
vónsvikin av úrslitunum, og sigur, at fólk við góðum innliti til altjóða fótbólt fara at
finna tann rætta avloysaran. Steve Staunton avloysti Brian Kerr 1. januar 2006. Brian
Kerr var venjari, tá Írland tvær ferðir vann 2-0 á Føroyum í seinastu HM-undankapping.
John heldur fram á Skála
John Petersen og Skála hava gjørt av, at samstarvið mill-
um partarnar heldur fram í minsta lagi eitt ár afturat. John
gjørdist venjari, tá Skála gjørdist fyrsta felagið í Formula-
deildini, sum segði venjara sín úr starvi. Eftir hetta vendi
gongdin hjá felagnum nakað, og seinastu nógvu umførini
hevur niðurflytingarvandin ikki verið nakað, ið fólk á og
kring Skála hava givið serliga nógvan ans.
Fremad Amager er eitt danskt fótbóltsfelag á Amager.
Besta lið felagsins spælur í 2. deild, meðan næstbesta
liðið spælur í Seriu 1 undir Københavns Boldspil-Union
(KBU). Felagið var sett á stovn í 1910, og í 1929 fluttu teir
upp í divisiónsregi, og longu eftir fáum árum var felagið í
bestu deildini. Sum við so nógvum øðrum feløgum, hava
tað verið góðar tíðir, og minni góðar tíðir, men felagið er
tó ongantíð farið niðurum divisiónsregi aftur. Teir hava
megnað at hildið seg harumleiðir, síðan 1929.
Arbeiðarafelagið er skipað í tveimum nevndum, einari
amatør nevnd og einari professionellari nevnd, har
núsitandi nevndarformaðurin Todi Jónsson og samtakið
Fremad Amager Invest A/S, eru høvuðseigarar.
Umstøðurnar
Felagið venur og spælur sínar dystir í Sundby Idrætspark,
og hevur egið felagshús, við matstovu, skrivstovum og
skiftirúmum til seniorarnar. Ungdómsspælarar felagsins
og teirra mótstøðumenn skifta í skiftirúmunum í Sundby
Idrætspark, orsakað av plásstroti í felagshúsinum.
Kend nøvn
Av kendum nøvnum, ið hava spælt í felagnum av Amager,
teljast stjørnur sum Frank Arnesen og Søren Lerby. Hesir
vórðu í 1975, báðir seldir til hálendska stórfelagið AFC
Ajax. Tá vóru hesir, nú kendu fótbóltsnøvn, bert ávíkavist
18 og 17 ára gamlir.
Lerby var somikið ungur at pápi hansara, Kaj Lerby, noyd-
dist at skriva undir sáttmálan fyri sonin.
Forkunnugt
Fremad Amager kann av røttum kalla seg einasta
ósigraða danska liðið í europeiskum kappingum. Vejle
Boldklub vann The Double í 1972, og tískil skuldi teir av
Amager á fyrsta sinni í søgu felagsins, spæla europeiskan
fótbólt, meðan meistararnar úr Vejle valdu at luttaka í
meistarakappingini. Lutakastið hjá UEFA paraði felagið
við tveir dystir móti KS Besa Kavajë frá Albania. Fyrsti
dysturin, á heimavølli í Valby Idrætspark, endaði 1-1 eftir
at Erik Ryde javnaði í 67. minutti. Seinni dysturin í Durres
bleiv ein rótutur dystur, uttan mál. Fremad Amager reyk
tessvegna út úr kappingini uppá minst møguliga munin
- rekulin um útivallarmál. Men eftir stendur, at Fremad
Amager kann reypa sær av at vera einasta danska liðið, ið
enn ikki hevur tapt í Europa Cup.
FAKTA
metir hann at tað er av
týdningi at fáa eina sterkari
fíggjarliga støðu, so man er
klárur at taka kampin upp.
Hugtakið F.C. Amager
Hugtakið F.C. Amager, inni-
ber at man roynur at
samansjóva øll feløg á
Amager, uttan tey sosialu
feløgini, undir einum, F.C.
Amager. –Tað eru umleið
15 feløg, ið møguliga áttu
at verið við í hesum tiltaki,
og samráðingar eru við
hesi. Vónandi fáa vit hesi
samansjóvaði áðrenn næsta
kappingarár, tá vit væntandi
ætla at byrja uppá hetta,
sigur ein spentur Todi.
Føroyingar í
felagnum
Millum føroyingarnar, ið
hava spælt við Fremad
Amager, kunnu nevnast
Andrew av Fløtum, Jann
Ingi
Petersen,
Hjalgrím
Elttør og Tem Hansen. Teir,
ið nú eru í hópinum, eru
Hans
Jørgensen,
Erling
Jacobsen, Páll Klettsgarð
og Jóhan Ellingsgaard.
Hesir seinastu, ið nevndir
eru, eru allir ungir føroyskir
leikarar, ið eru í holt við
einari menning, ið, um hon
heldur fram, fær givið teim-
um ómetaliga nógv. Todi
sigur seg ikki ivast í, at um
framgongdin/menningin
forsetur, hjá hesum ungling-
um, vera teir at síggja á
besta liði felagsins, innan
eitt ár.
Menningin
Todi er av teirru áskoðan,
at hann fegin hevði viljað
verið við til at ment før-
oyskir leikarar, so at lands-
liðsfótbólturin her í Føroy-
um fær ein alt størri streym
av ungum, evnaríkum spæl-
arum, ið kunnu vera við til
at lyfta okkum hægri upp
eftir styrkislistanum.
- Eg vil vera við til at
menna føroyska landsliðið,
soleiðis, at vit her á Amager
kunnu upplæra nakrar ung-
ar føroyingar, ið á hendan
hátt fáa íblástur til yrkis-
fótbólt og leita sær leiðir
uttanlanda at spæla fótbólt,
í alt størri mun.
Føroyar-Kroatia í U-21 landsdysti. Hvør veit, um ikki onkur av hesum verður at síggja í Superliguni í Danmark, innan longi