Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 208 - 26. oktober 2007 Eina náttina fyrr í ár fór ein orðadráttur ímillum tveir mans heilt yvir gevind Harðskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein ungur maður góðtók í Føroya Rætti fríggjadagin, at hann skal í fongsul í 40 dagar. Tað skal hann eftir at Føroya Rættur dømdi hann at sita í 40 dagar, eftir at hann varð funnin sekur í serliga grovum harðskapi. Tað var eftir eina váttliga nátt í býnum í Havn fyrr í ár, at ein illstøða ímillum tveir mans inni á einum vertshúsi í Havn fór heilt yvir gevind og endaði við grovum harðskapi. Orðadráttur tók seg upp ímillum hesar báðar menn­ inar og tað var ein orða­ dráttur, sum onkur vitni kallað skeldarí, men onkur onnur vitni meiri uppafataði sum eitt kjak teirra millum. Men orðadrátturin helt fram og úti á gøtuni fór alt upp á kók. Tað næsta tey, sum sóu tilburðin, uppfataði, var, at ein maður sat oman á einum øðrum, sum lá á búkinum á vegnum og bankaði høvdið á honum niður í vegin fleiri ferðir. Teirra meting var, at mað­ urin, sum var bankaður í vegin, hevði mist vitið, tí hann gjørdi ikki ferilin av mótstøðu. Hann bløddi rættiliga illa og varð førdur á Lands­ sjúkrahúsið. Tann ákærdi noktaði seg sekan, men hann segði, at hin hevði sligið fyrst. Dómari legði kortini dent á frágreiðingina hjá vitnun­ um og próvførsluna hjá ákæranum og dømdi mann­ in at sita í 40 dagar. Hann skal eisini betala manninum, hann gjørdi seg inn á, 10.000 krónur í endur­ gjaldi. Hann er ikki revsaður áður. Maðurin góðtók dómin, men ákærin fer at umhugsa um hann skal skjótast fyri landsrættin, tí kravið var, at maðurin skuldi sita í 60 dagar. - Løgmaður sigur, at landsfundurin hjá Javnaðarflokkurin hetta vikuskiftið verður heilt serligur, tí fyri framman standa heilar tvær uppgerðir við veljaran Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vit skulu duga betri at selja okkara politisku avrik. Javnaðarflokkurin hevur landsfund um vikuskiftið og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ivast ikki í, at eitt mál, sum kemur til við­ gerðar, verður, hvussu flokk­ urin kann gerast dugnalig­ ari at greiða veljaranum frá tí, sum flokkurin hevur avrikað í hesum valskeiðn­ um og, hvønn boðskap flokkurin skal hava til tey bæði næstu valini. Løgmaður sigur, at lands­ fundurin í ár verður nakað heilt fyri seg og hetta verður ein av teimum heilt týðandi landsfundunum. ­ Tað standa heilar tvær uppgerðir við veljaran fyri stavn, staðfestir hann og sipar til fólkatingsvalið 13. novembur og løgtingsvalið, sum í seinasta lagi verður um knappar tríggjar mán­ aðir. Og tað er við góðum vón­ um, at løgmaður skjýtur val­ stríðið ígongd. ­ Vit hava avrikað eina ørgrynnu av málum, ikki minst á vælferðarøkinum. Samstundis ásannar hann, at hóast avrkini hava verið mong, sæst hetta ikki aftur í teimum veljarakanningum, sum eru gjørdar. ­ Vit mugu ásanna, at vit hava ikki dugað nóg væl at selt okkara politisku avrik. Tað er ein trupulleiki, vit hava drigist við alt valskeið­ ið og tað mugu vit gera nakað við og tann spurn­ ingin fara vit uttan iva at umrøða á landsfundinum. Tað er ein orsøk til at for­ maður javnaðarfloksins vónar at síggja nógv fólk á landsfundinum og at tey taka dúgliga lut í kjakin­ um. Hinvegin stúrir hann ikki so illa fyri valinum, í hann sigur, at javnaðarflokkurin hevur mangan staðið seg illa í veljarakanningum. ­Vit hava eisini áður víst, at vit megna at lyfta okkum rættiliga langt upp á í einum valstríðið so sæð í tí ljósin­ um eru veljarakanningarnar góðar. Kundi ikki verið betri Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at landsfundur­ in kundi ikki ligið betri við tveimum valum fyri framm­ an. ­ Fundurin fer uttan iva at verða merktur av hesum og hetta er eitt frálíkt høvi til at seta hol á tey mál, sum vit fara at leggja dent á í val­ stríðnum og tey mál, sum vit halda, eiga at vera høv­ uðsmálini í valstríðunum. Sjálvur væntar hann, at støða Føroya í alheimsgerð­ ini og okkara vakstrarmøgu­ leikar í alheimsgerðini fer at vera eitt høvuðsmál og hann væntar eisini, at umhvørvið verður eitt høv­ uðsmál. ­ Men at útbyggja væl­ ferðina verður sanniliga eis­ ini eitt høvuðsmál og har verður tað okkara uppgáva at tryggja vælferð fyri øll og at skapa tað góða sam­ felagið, eisini fyri tann partin av Føroya fólki, sum ikki er við í partabræva­ kappingini, so at vit tryggja, at tey ikki detta niður í millum. Herða stríðið ímóti fíggjarmálaráðnum og Havnar Arbeiðs- mannafelag. Portør- arnir fara nú at herða stríðið fyri at sleppa úr Havnar Arbeiðsmannafelag Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Portørarnir í heilsuverkinum fara nú at herða stríðið fyri at sleppa úr Havnar Arbeiðs­ mannafelag, so at teir kunnu gerast fullgyldigir limir í Starvsmannafelagnum. Mánadagin er ætlanin, at allir portørarnir, sum hava meldað seg inn í Starvs­ mannafelagið, skulu hittast á fundi og har fara teir at leggja taktikkin fyri, hvussu tað kann lata seg gera. Hvat fer at henda og, hvørji stig verða tikin, kann hann onki siga um enn. Ásbjørn Knudsen, sum er talsmaður hjá portørunum í Starvsmannafelagnum, sig­ ur, at tað einasta, sum er heilt vist er tað, at teir fara ikki at sleppa málinum nú. ­ Vit fara ikki at gevast, fyrrenn vit hava fingið okk­ ara rætt, sigur hann. Stríðið snýr seg um, at í eini 40 ár hava allir portørar í Føroyum verið limur í Havnar Arbeiðsmannafel­ ag. Sostatt er tað Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur samráðst við lands­ stýrið og fíggjarmálaráðið um sáttmálar fyri portør­ arnar. Men nú hava yvir 40 av teimum umleið 50 portør­ unum meldað seg upp í Starvsmannafelagið, tí teir halda, at tað tænir teimum betri. Men Havnar Arbeiðs­ mannafelag vil ikki sleppa samráðingarrættinum og fíggjarmálaráðið er samt í, at so leingi bara ein tann einasti portørur eru eftir í Havnar Arbeiðsmannafelag, er tað Havnar Arbeiðs mannafelag, sum eigur sátt­ málaøkið. Men hetta vilja portørarnir í Starvsmannafelagnum ikki góðtaka og nú hava teir boðað frá, at teir eru til reiðar at leggja arbeiðið niður fyri at fáa sín vilja og mánadagin fara teir at tosa um, hvørji tey næstu stigini vera. Sildrekaveiðan steðgað Íslendsku hvalabátarnir eru givnir at skjóta sildreka, sjálvt um teir hava 23 hvalir eftir av kvotuni í ár. Kvotan er 45 hvalir. Felagið hjá hvalabátunum sigur, at alt tvøstið er selt handlum og matstovum, og at tað hevur gingið væl betur at sleppa av við tvøstið í ár enn undanfarin ár. At bátarnir eru givnir nú kemst av, at veðrið hevur darvað teimum í seinastuni, eisini er dagurin farin at styttast, og harafturat skulu bátarnir í aðra vinnu, skrivar Vísir. Skattavald ger einki við S-Lán Fyri eini viku síðani kunngjørdi Suðuroyar Sparikassi nýggja produkt sparikassans, S­lánið. Í kjalarvørrinum á hesum varð í útvaprinum sáddur ivi um, hvørt hetta var lógligt. Av Toll­ og Skatt varð sagt, at tey fóru at kanna S­lánið. Suðuroyar Sparikassi staðfestir í dag, at Toll­ og Skattstova Føroya hevur kannað S­lánið, og at Toll­ og Skattstova Føroya ongar viðmerkingar. ­ Sostatt er S­lánið fult í samsvari við Kap italvinningsskattalógina, sigur Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi. Fongsul í 40 dagar Mugu duga betri at selja okkara avrik Herða stríðið Tað hevur gingið væl at gera ábøturnar á Smyrli og í kvøld í dag loysir hann aftur úr Svøríki Tað hevur gingið sum eftir ánni at gera tær ábøtur á Smyril, sum skuldi gerast. Sostatt er eisini greitt, at tíðarætlanin fer at halda. Tað merkir, at Smyril fer úr aftur Svøríki í kvøld, fríggjakvøldið og Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hann verður í Føroyum mánamorgun. Á veg til Føroyar skal hann til Hanstholm eftir farmi fyri Smyril Line, nú Norrøna er farin í dokk. Men hetta er ikki nakað, sum seinkar Smyrli nakað serligt, ikki meiri enn einar átta tímar, ella gott tað, heldur stjórin á Strandferðsluni. Sostatt verður Smyril í Havn mánamorgunin og so tekur tað ein dag at gera hann kláran at seta aftur í sigling ímillum Havnina og Suðuroy Sostatt verður hann settur í vanliga rutusigling týsdagin. ­Áki­ Smyril aftur mánamorgunin