Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 208 - 26. oktober 2007 Landsstýrimaðurin í Mentamálum, Jógvan á Lakjuni, skilir væl kritikkin, sum foreldur, áhugabólkar og lærarafelagið komu við í Sosialinum 24. oktober. Mentamálaráðið hevur seinasti árini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hjálpa veiku næmingunum, men enn er ikki komið á mál, sigur hann Fólkaskúlin Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Jógvan á Lakjuni leggur dent á, at Mentamálaráðið hevur gørt eitt stórt arbeiði fyri at betra um umstøðurnar hjá veikum næmingum og børnum við serligum tørvi. - Tá eg so síggi eina slíka forsíðu í Sosialinum – Skúlin svíkur veiku børnini – verði eg eitt sindur keddur, tí hon er eitt sindur ógvuslig. Greinarnar inni í blaðnum vísa eisini, at tað er nógv, sum foreldrini eru glað fyri, men at alt ikki er gott, sigur landsstýris- maðurin. Hann sigur, at eitt av hansara fremstu málum hevur verið at gera tað betri fyri teir veiku næmingarnar. Undir honum sum menta- málaráðharra er skúlin á Trøðni skildur sundur frá Sernámsráðgevingini, og økini úti í skúlunum eru styrkt við ráðgevingar- stovum. Í Runavík er NSR – Náms- og Sálarfrøðiliga Ráðgevingin – byrjað, og slíkar ráðgevingarstovur lata í næstum upp í Suðuroy og í Havn. - Tað altíð okkurt, sum ikki er heilt gott, men Mentamálaráðið hevur lagt lagt eitt stórt arbeiði í at styrkja hetta økið. Eg haldi, at játtanin til økið er hækkað við 15 milliónum seinastu árini, og av hesum eru 10 milliónir komnar frá Mentamálaráðnum. Foreldur ónøgd við stuðulsskipanina Í Sosialinum 24. oktober eftirlýstu Dávur Eyðunsson Sørensen og Sigrun Næs Joensen betri arbeiðsum- støður fyri tey, sum arbeiða sum stuðlar hjá børnum við serligum tørvi. Dóttir teirra, sum hevur ein mildan form fyri autismu, hevur brúk fyri stuðli í skúlanum. Tey bæði hava verið sera væl nøgd við teir stuðlar, sum hon hevur havt bæði í skúla og frítíðarskúla, men stuðlar støðast ikki, og nýggja skipananin, har stuðlar ikki eru knýttir at einstaka næminginum er eitt afturstig til gomlu skipanin, siga tey. - Eg skilji væl trupul- leikan, sigur Jógvan á Lakjuni. - Stuðlarnir eru í tveimum ymiskum skipanum, har børn í skúlatíð fáa stuðul frá sernámsráðgevingini, og uttan fyri skúlatíð fáa stuðul frá almannastovuni. Har eru eisini nøkur ting, sum ikki virka nóg væl í dag. Hetta er ein nýggj skipan, og hóast afturmeldingarnar nógva staðir hava verið sera góðar, so virkar hon kanska ikki líka væl alla staðni. Tí skilji eg væl, at fólk kenna seg ørkymlaði. - Vit eiga at taka í móti hesum kritikkinum og rætta upp á tað so frætt sum vit kunnu, staðfestir lands- stýrismaðurin. Barnaøkið í eina skipan Formaðurin í Lærarafelag- num segði í samrøðu við Rás 2 í gjár, at støðan hjá teim veiku næmingunum í skúlanum ikki verður nøkt- andi fyrrr enn alt barnaøkið verður lagt undir eitt ráð, og múrurin millum barna- garð og skúla verður niður- brotin. Nøkur børn verða hjálpt í barnagarðinum, men tá tey koma í skúla fylgir vitan og hjálp ikki við av sær sjálvum. Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaðurin, sigur, at tað leingi hevur ligið í kortinum at flyta barnagarðsøki yvir í Mentamálaráðið, og vilji tykist vera til hetta frá øllum pørtum, eisini fak- feløgunum. - Tá ráð ella øki undir tveimu ráðum skulu leggjast saman, liggur uppgávan hjá løgmanni. Men eg vænti, at hetta verður gjørt um ikki so langa tíð. Men vit sleppa nokk ongantíð burturúr býtinum millum Menta- málaráðið og Almannaráðið, tí tá sjúka eru uppi í liggur økið hjá Almannaráðnum. Ráðgeving styrkjast Jógvan á Lakjuni heldur tað hava stóran týdning at styrkja ráðgevingina til foreldrini, og náms- og sálarfrøðiligar ráðgevingar- stovur, sum NSR í Runavík, fara at styrkja hetta øki. - Endamálið við hesari tænastu er, at foreldur fara hartil og fáa hjálp í staðin fyri at fara frá peri til pól sum tað verður lýst í greinini í Sosialinum. Eg veit, at tað ikki fungerar nóg væl allastaðni, men vit hava eisini fingið ótrúliga postivar afturmeldingar frá tænastuni í Eysturoy. - Tað hevur stóran týdn- ing, at vit halda áfram at styrkja náms- og sálarfrøð- iligu ráðgevingin runt land- ið, tí vit eiga at taka okkum av teimum veiku – tað er okkara størsta skylda, sigur Jógvan á Lakjuni avgjørdur. Nógvar betringar eru gjørdar - Stuðulsskipanin er júst løgd um, og hóast afturmeldingarnar nógva staðir hava verið sera góðar, so virkar hon kanska ikki líka væl alla staðni. Tí skilji eg væl, at fólk kenna seg ørkymlaði, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður - Tað hevur stóran týdning, at vit halda áfram at styrkja náms- og sálarfrøðiligu ráðgevingin runt landið, tí vit eiga at taka okkum av teimum veiku – tað er okkara størsta skylda, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum Mynd: Savnsmynd Airbus kann lenda í Grønlandi Heimsins størsta ferðamannaflogfar, Airbus A380, fær ongar trupulleikar við at neyðlenda í Grønlandi, skuldi tað fingið brúk fyri tí einaferð. Grønlendska útvarpið KNR sigur, at við fullari last skal Airbus A380 hava eina lendingarbreyt, sum er minst 2.600 metrar long og 65 metrar breið fyri at seta seg. Sostatt kann flogfarið seta seg á flogvøllin í Kangerlussuaq, tí har er lendingarbreytin 2.985 metrar long og júst 65 metrar breið. Eykafloksting í Tjóðveldinum Tjóðveldið fyrireikar seg til Fólkatingsvalið, sum bleiv útskrivað mikudagin og boðar til Eykafloksting sunnudagin 28.oktober, klokkan 15 á Hotel Hafnia, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi. Tey, ið hava atkvøðurætt, eru umboð sum økisfeløgini senda til tingið, umframt Aðalstjórnin og starvsnevndin, saman við umboðum hjá Unga Tjóðveldinum. Á skránni fyri fráboðaða eykaflokstinginum hjá Tjóðveldinum er uppstilling til fólkatingsval 2007 og ymiskt.