fríggjadagur 26. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 208 - 26. oktober 2007
Nýggj samskiftisfyritøka stovnað
1. november yvirtekur nýstovnað fyritøka, p/f
Ikon, virksemið hjá reklamuvirkinum Petur &
Petur. Eigarar og stovnarar av Ikon eru Dánjal
Jacobsen, Henning Nicodemussen, Hákun
Steingrimsson, Arne Leivsgarð, Petur Mohr
Reinert, Petur Slyne og Árni Arge við líka stórum parti hvør. Flestu hava
frammanundan tilknýti til Petur & Petur. Stjóri í Ikon er Árni Arge. Um ársskiftið
flytir fyritøkan í nýggjj hølir í Niels Finsensgøtu við síðuna av Auto. Ikon heldur í
løtuni til á Íslandsvegnum.
Semja um sildakvotu
Samráðingarnar í London 25. oktober 2007 millum strandalondini
Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland endaðu við eini semju um at mest
loyvda veiðan av norðhavssild í 2008 ikki skal fara upp um 1,266 mió.
tons. Hetta er ein litil minking samanborið við heildarkvotuna í ár.
Avtalan gevur Føroyum tilsamans 65.326 tons. Av hesum kunnu góð
38.573 tons fiskast í norskum sjógvi. Semjan um heildarkvotuna fyri
2008 byggir á eina avtalu millum strandalondini um langtíðarumsiting av
norðshavssild. Hendan avtalan hevur millum annað ein veiðisetning og
ásetir eitt fast býti av heildarkvotuni millum londini, skrivar
Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.
Nógv eru hugskotini
til at bøta um javn
støðuna. Í Týsklandi
hava tey ein dag sum
eitur: Vit babba til
arbeiðis. Mikukvøldið
var fundur í Miðla
húsinum um lágu
kvinnuumboðanina í
Føroyum
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Eini fjøruti fólk, einamest
kvinnur, stóðu ímóti regni
num mikukvøldið, og leit
aðu sær oman í Miðlahúsið,
har Demokratia skipaði fyri
fundi um CEDAW próv
tøkuna. CEDAW er stovnur
undir ST, sum arbeiðir fyri
at beina fyri mismuni móti
kvinnum. Føroyar dumpaðu
á fýra økjum til próvtøkuna
í fjør: Í politikki, í akadem
iska umhvørvinum, í leið
andi størvum og at lønar
munin millum menn og
kvinnur er ov stórur. Kitty
May Ellefsen, sum umboð
aði Føroyar til próvtøkuna í
fjør, greiddi á fundinum frá
um próvtøkuna.
Hon segði, at nógvir
spurningar
vórðu
settir
Føroyum. Trupulleikarnir í
Føroyum vóru slíkir, sum
danir stríddust við fyri 20
árum síðan. Har stríðast tey
harafturímóti við kvinnu
handli og prostitutión í
dag.
Tiltøk aðrastaðni
KittyMay Ellefsen vísti á,
at í londunum, sum vit van
liga samanbera okkum við,
hava tey arbeitt miðvíst við
at minka um munin millum
kynini í nógv ár. Eitt nú
hava tey í Danmark sett
eina skipan í verk, har øll
virkir skulu lata inn frá
greiðingar um kynsbýtið á
arbeiðsplássinum,
og
hvussu tey ætla at minka
um munin millum kynini.
Endamálið við hesum er
ikki at kontrollera, men
heldur at gera fólk varug
við trupulleikan.
Danski ráðharrin í javn
støðumálum, Eva Kjær Han
sen hevur eisini tikið stig til
ein sáttmála, sum virkir og
fyritøkur kunnu gera við
hana, um hvussu tey vilja
arbeiða við javnstøðuni.
Eisini vísti KittyMay frá
um eitt øðrvísi tiltak í
Týsklandi, har tey hava ein
sokallaðan “við babba til
arbeiðisdag”, har døtur fáa
frí úr skúlanum 26. apríl á
hvørjum ári, fyri at fara við
pápanum.
Ongar formellar
forðingar
Við pallborðið sótu Heidi
Petersen, Hans Pauli Strøm
og Bjarni Djurholm, meðan
Bjart
Samuelsen
leiddi
fundin. Øll vóru samd um,
at ongar formellar forðingar
er fyri javnstøðu her á landi,
men kortini er støðan alt
annað er nøktandi. Nakað
av ósemju var um Føroyar í
veruleikanum
dumpaðu
próvtøkuna. Millum annað
bar Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í Vinnumálum,
fram, at vit dumpaðu ikki,
men fingu nøkur punkt at
arbeiða meira miðvíst við
framyvir.
Barnsburðafarloyvi
til bæði
Hans P. Strøm, fyrrverandi
landsstýrismaður í javn
støðumálum, staðfesti, at
javnstøða er ikki ein spurn
ingur um mannarættindi,
men ein spurningur um
sivilisatión. Hann vísti til
fimm øki, sum vit eiga at
varpa ljós á:
1. Vitan. Vit mangla vitan,
bæði tøl og aðrar kanningar
um livikor, arbeiðs familju
og frítíðarlív, sum kunnu
geva svar upp á spurningar
um kynsleiklutum, uppal
ingarmynstur, útbúgvingar
val og arbeiðsval.
2. Tað almenna rúmið.
Tað er her, hugmyndirnar
um kyn verða skaptar, end
urskaptar og broyttar. Eitt
nú kunnu fjølmiðlarnir vera
vísa til kodeks fyri atferð.
3. Barsilsskipan við 6 mðr.
til kvinnur og 6 mðr. til
menn. Ein slík skipan kann
broyta nógv fyri komandi
ættarlið viðvíkjandi kyns
leiklutum, arbeiðsmarknaði
og familjulívi. Børnini fáa
aðrar fyrimyndir og tey
vaksnu eitt annað mynstur.
4. Í politisku skipanini eiga
vit at yvir til commitments
við at hava kynsliga rað
festing.
5. Javnstøðuarbeiði. Par
lagið millum Javnstøðu
nevndina og Demokratia
eigur at tryggjast, eisini
aftaná 1. januar.
Til endans í orðaskiftinum
segði Hans Pauli Strøm, at
eftir hansara tykki hevði
mest kollveltandi tiltakið
verið, at longt barnsburða
farloyvið upp í eitt ár, eitt
hálvt ár í part til mammuna
og pápan.
Eru ikki dumpað
Bjarni Djurholm, núverandi
landsstýrismaður í javn
støðumálum, segði seg vilja
bíða við at avgera framtíðina
hjá Demokratia, til nevndin
hevði latið honum álitið við
hugskotum og møguleikum
um at fáa økta kvinnu
umboðan í politikk. Síðani
verður støða tikin til, um
Demokratia skal halda fram
eftir ársskiftið. Hann helt
heldur ikki, at tað var heilt
rætt, bara at siga, at Føroyar
dumpaðu, tí heilt onki er
ikki komið burturúr síðani
síðstu próvtøku. Og vit
fingu nógvar ábendingar
um, hvar vit skulu seta harð
ari inn. Eitt nú hevur Vinnu
málaráðið sett eina kommi
sión, sum skal koma við
ítøkiligum uppskotum til
tiltøk, sum kunnu bøta um
javnvágina millum arbeiðs
og familjulív.
Nógv hugskot
Heidi Petersen, løgtings
kvinna fyri tjóðveldi, fýltist
eisini á, at Demokratia eftir
øllum at døma skal niður
leggjast. Nevndin er eitt
úrslit av einum tilmæli frá
Útnorðurráðnum,
sum
mældi til, at ein nevnd slík
nevnd skal hava eina hálva
millión krónur árliga í 5 ár,
fyri at nakað munagott skal
spyrjast burtur úr.
Eisini vísti hon á, at Tjóð
veldi hevur meldað út, at
flokkurin bindur seg til at
raðfesta javnstøðu í vali av
landsstýrisfólki, framsøgu
fólki og týðandi sessum í
flokkinum.
Annars vildi hon mæla
til, at vit krevja av public
service miðlunum, at teir
raðfesta javnstøðu. Umsorg
anarstørv eiga at verða rað
fest hægri, og umstøðurnar
viðvíkjandi
pensjón
til
kvinnur eru ikki nóg góðar.
Eiheldur eiga vit longur
at góðtaka umberingar um,
at tað ikki ber til at finna
kvinnur til almennar nevnd
ir og ráð. Tað eru nógvar
væl skikkaðar kvinnur, og
næstan 300 standa á list
anum hjá Kveik.fo
Kvinnur ella fiskur
Nakrar viðmerkingar vóru
úr salinum. Onkur vísti á,
at tað er løgið, at vit góðtaka
at helmingurin av tilfeing
inum í landinum sleppur at
liggja ótroytt. Hetta hevði
ikki verið, um talan var um
fisk ella olju.
Við babba til arbeiðis
Við pallborðið sótu Heidi Petersen, Hans Pauli Strøm og Bjarni Djurholm, meðan Bjart Samuelsen leiddi fundin
Eini fjøruti fólk, einamest kvinnur, stóðu ímóti regninum mikukvøldið, og leitaðu sær oman í
Miðlahúsið, har Demokratia skipaði fyri fundi um CEDAW próvtøkuna.