Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 208 - 26. oktober 2007 Politiskur fyrilestur Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Christiansborg: Hann var mað­urin, sum stóð­ við­ stýrisvølin, tá risaveldið­ Sovjet datt sundur í 1991. Tann lágvaksni Mikhail Gorbatjov við­ tí eyð­kenda móð­urmerkinum hevur havt ein rættiliga avgerandi leiklut í heimssøguni. Sam­ an við­ amerikanska forseta­ num, Ronald Reagan, var hann fyrst og fremst tann politikarin, sum seinast í áttatiárunum legð­i lunnar undir at enda atomdubbing­ ina og kalda kríggið­ millum stórveldini USA og Sovjet­ samveldið­. Tað­ var ikki bara úti í heimi, at Gorbatjov gjørdi vart við­ seg. Við­ hansara kjarnuhugtøkum um “Perestroika” og “Glas­ noist”, sum á føroyskum merkja ávikavist opinleiki og umskipan, broytti hann eisini grundleggjandi sov­ jettiska samfelagið­. Mikudagin var tann nú 76 ára gamli Gorbatjov á vitjan í Fólkatinginum, har hann greiddi frá sínum visjónum fyri framtíð­ina, og hvørjar avbjóð­ingar standa fyri framman í heim­ inum í dag. Stuðlar Putin Tá tann 54 ára gamli Mikhail Gorbatjov kom til valdið­ í Sovjetsamveldinum í 1985, stóð­ hann beinleið­is í andsøgn við­ sínar undan­ menn í kommunistiska flokkinum. Hann varð­ sædd­ ur sum ein ágrýtin, litríkur og karismatiskur politikari, sum dugdi at tosa beinleið­is við­ fólkið­ í Sovjet. Ein egin­ leiki, sum hansara undan­ menn als ikki høvdu. Hóast Gorbatjov er komin væl upp í árini, hevur fyrr­ verandi stjórnarleið­arin framvegis karismu og fólkatekki. Undir sínum fyrilestri á Christiansborg var hann ikki bangin fyri at lata onkra stuttliga og speiska við­merking fella, með­an hann greiddi frá, hvussu hann sá støð­una í heiminum í dag. Og tað­ var ikki sørt, at Gorbatjov í ein­ støkum førum tók áhoyrar­ arnar á Christiansborg á bóli. Millum annað­ greiddi hann greiddi frá, at hann nærum treytaleyst stuð­lar kósini hjá sitandi russiska forsetanum Vladimir Putin. ­ Eg eri fullgreið­ur yvir, at Putin verð­ur umrøddur sum eitt bølmenni í fleiri londum í Evropa, men veru­ leikin er, at hann hevur roynst væl sum forseti í Russlandi. Tit gloyma ofta, at Russland er eitt torført land at stjórna, og at tað­ er ómetaliga stríggið­ at fremja reformar í einum so stórum landi. Vit hava heili 120 ymisk mál, og allar heim­ sins religiónir eru at finna í landinum. Tí er tað­ eitt bragd, at Putin hevur megn­ að­ at slóa fyri stabiliteti í Russlandi. Stabiliteturin í landinum hevur eisini havt við­ sær, at Russland nú er vorð­in ein álítandi orkuveit­ ari. Tí eiga tit at vísa honum nógv størri virð­ing enn tit gera, greiddi hann frá. Russland á veg Í kjalarvørrinum av harð­­ rendu framferð­ini hjá Vladi­ mir Putin í Tjetjenia og á morð­unum á fyrrverandi KBG­agentinum Alexander Litvinenko og atfinningar­ sama journalistinum Onnu Politkovskaja eru fleiri og fleiri atfinningarsom eygu í vesturheiminum vend ímóti stýrinum hjá Vladimir Put­ in. Vesturheimurin fílist millum annað­ á, at Putin hevur mið­savnað­ politiska valdið­ í Kreml og skert grundleggjandi frælsisrætt­ indi hjá bæð­i fólki og fjøl­ mið­lum í Russlandi. Sam­ stundis verð­ur russiski for­ setin lagdur undir at stjórna landinum sum ein eina­ ræð­isráð­harri, og hetta fær hansara kritikarar at saman­ bera Putin við­ gomlu zarar­ nar í Russlandi. . Men hesar atfinningar nerva ikki Mikhail Gorba­ tjov. Hann vísti á, at tað­ fram­ vegis ikki fyriliggja nøkur prógv um hvør beindi fyri Litvinenko ella Politkov­ skaju, og tí ynskti hann at halda seg til veruleikan, sum hann málbar seg. Hann greiddi frá, at støð­an í Russ­ landi var hættislig, áð­renn Putin kom til valdið­. Og henda veruleika hava evro­ pearar lyndi til at gloyma. ­ Russland var snøgt sagt í upploysn, tá Boris Jeltsin sat við­ valdinum. Hann lat stóran part av risa stórum almennum ognum nærum ókeypis til nakrar fáar vinnulívsmenn, sum aftur fyri hjálptu honum at varð­­ veita politiska valdið­. Russ­ Gorbatjov slær manng - Eg eri fullgreiður yvir, at Putin verður umrøddur sum eitt bølmenni í fleiri londum í Evropa, men veruleikin er, at hann hevur roynst væl sum forseti í Russlandi. Tit gloyma ofta, at Russland er eitt torført land at stjórna, og at tað er ómetaliga stríggið at fremja reformar í einum so stórum landi. Tí er tað eitt bragd, at Putin hevur megnað at slóað fyri stabiliteti í Russlandi, heldur fyrrverandi sovjetiski stjórnarleiðarin Mikhail Gorbatjov. Mikudagin helt Mikhail Gorbatjov fyrilestur á Christiansborg Í íshavið eftir olju Kanadiska oljufelagið­ Imperial Oil ætlar sær nú at vita, um olja og gass munnu vera í undirgrundini í Beaufort Havinum, sum er havið­ norð­an fyri amerikanska meginlandið­. Imperial Oil hevur júst fingið­ rættindi til at leita saman við­ Exxon Mobil, men tað­ hevur kostað­ felagnum meiri enn tríggjar mia. krónur at fáa rættindini, skrivar Reuters. Men talsmað­urin hjá Imperial Oil sigur, at felagið­ væntar at fáa pengarnar aftur og meiri enn tað­. Eykafloksting í Tjóðveldinum Tjóð­veldið­ fyrireikar seg til Fólkatingsvalið­, sum bleiv útskrivað­ mikudagin og boð­ar til Eykafloksting sunnudagin 28.oktober, klokkan 15 á Hotel Hafnia, skrivar flokkurin í tíð­indaskrivi. Tey, ið­ hava atkvøð­urætt, eru umboð­ sum økisfeløgini senda til tingið­, umframt Að­alstjórnin og starvsnevndin, saman við­ umboð­um hjá Unga Tjóð­veldinum. Á skránni fyri fráboð­að­a eykaflokstinginum hjá Tjóð­veldinum er uppstilling til fólkatingsval 2007 og ymiskt.