fríggjadagur 26. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 26. oktober 2007
11
tíðindi
garð um Putin
iska mafian hevði eisini
góðar dagar undir Jeltsin,
men leikluturin hjá henni er
minkaður undir Putin, held
ur fyrrverandi stjórnarleið
arin.
Samstundis
eftirlýsti
Gorbatjov, at evropearar
royna at skilja støðuna í
Russlandi betur. Hann vísti
á, at landið hevur framvegis
langt á mál.
Evropearar eru rættiliga
skjótir at finnast at Russ
landi, tí tað eftir teirra tykki
gongur ov seint at fremja
neyðugu reformarnar. Eftir
mínum tykki hava árini við
Putin sum stjórnarleiðara
verið við til at gera Russland
meira demokratiskt. Vit
eru bara komin helmingin
av leiðini til at gerast eitt
demokratiskt og frælst land
eftir at hava verið í haftinum
av kommunismuni í stórum
parti av 1
20. øld. Tí er tað týdn
ingarmikið, at tit hava tol
við okkum, fortaldi hann.
ES og Russland
hond í hond
Fleiri eygleiðarar hava sein
astu árini spátt, at komandi
árini fer Russland – eins og
Sovjet undir kalda krígnum
aftur at fáa eina lyklastøðu
í heimspolitikki. Metingin
er, at stríðið um orkukeldur
fer at seta dagsskránna í
enn størri mun enn tað ger í
dag. Og í tí sambandi hevur
Russland við sínum ovur
hondsstóru olju og gass
keldum eitt frálíkt útgangs
støði. Evropa Samveldið
hevur í løtuni stóran tørv á
bæði olju og gassi úr Russ
land, og hetta gevur Russ
landi sera góð kort á hond
ina í samráðingum við ES.
Evropeiskir leiðarar bera
ótta fyri, at Russland fer at
gera sær dælt av støðuni og
leggja hart trýst á tey evro
peisku londini í samráðing
um.
Ræðumyndin í Vestur
evropa er, at Putin fer at
føra ein revolvarapolitikk
mótvegis restini av Evropa
á orkuøkinum. Hesa ræðu
mynd kennir Mikhail Gorba
tjov ikki aftur. Retoriskt
setir hann spurningin, hvør
fær nakað burtur úr tí?
Tað er burtur úr vón og
viti at hugsa sær, at Russ
land fer at trýsta ES við sín
ari góðu støðu á orkuøki
num. Russland hevur stóran
tørv á ES bæði ESvaluta
og
ESforbrúkarum.
Tí
haldi eg talan er um eina
mistonkiliggering, tá hesir
tankar vinna frama. Vit eiga
at hava skilagóð viðurskifti
millum ES og Russland.
Uttan mun um vit nakrantíð
gerast limir í ES, so síggja
vit russarar okkum sum
evroperarar, heldur Gorba
tjov.
Global kreppa
Undir fyrilestrinum nam
Mikhail Gorbatjov eisini
við støðuna í heiminum.
Og lat tað vera sagt beinan
vegin: Mikhail Gorbatjov
er ikki bjartskygdur um
gongdina í heiminum í dag.
Heldur tvørturímóti.
Vit eru í mitt í einari glo
balari kreppu, og okkum
vantar visjónir, hvussu vit
koma á rætt kjøl. Bert 30 %
av heiminum livir í dag á
einum virðiligum støði, og
tað er sjálvandi ikki nøkt
andi. Helvtin av øllum heim
sins borgarum liva fyri ein
til tveir dollarar um dagin.
Heimurin er eisini ovfólk
aður í løtuni. Í byrjanini av
20. øld vóru vit 1,6 milliard
í heiminum, men nú eru vit
meira 6 milliardir fólk. Hesi
tølini siga ikki so lítið,
segði Mikhail Gorbatjov
Fyrrverandi stjórnarleið
arin í Sovjetsamveldinum
hartaði tey stóru londini í
heiminum fyri at gera alt ov
lítið fyri at basa fátækra
døminum í heiminum.
Tað er nærum blivin ein
klassisk søga. Altjóða avtal
ur, sum lond binda seg til at
halda, verða als ikki virdar.
Nærum øll lond hava bund
ið seg til at lata 0,7 % av
bruttotjóðarúrtøkuni
til
menningarhjálp,
men
í
løtuni er tað bara fýra lond,
sum halda avtaluna. Tað er
snøgt sagt ov vánaligt,
greiddi Mikhail Gorbatjov
frá.
Undir fyrilestrinum kom
Mikhail Gorbatjov við ein
ari inniligari áheitan á vest
urheimin um at taka um
hvørvið í nógv størri álvara
– tí tað er fyrst og fremst
vesturheimurin,
sum
er
noyddur at ganga undan.
Vit hava í løtuni eina
grundleggjandi umhvørvis
kreppu í heiminum. Millum
annað er tað ein stórur
trupulleiki at veita øllum
fólkum í heiminum feskt
vatn. Vit hava havt fleiri
stórar altjóða stevnur um at
loysa trupulleikan við fesk
um vatni, men einki tykist
verða komið burturúr. Eftir
mínum tykki stava umhvør
vistrupulleikarnir, vit í dag
síggja, fyrst og fremst av
vantandi umhvørvispolitikk
inum í 20. øld, fortaldi
hann.
Mikhail Gorbatjov nevndi
Kyotoavtaluna sum ein
møguleika fyri at loysa part
ar av galdandi umhvørvis
trupulleikum.Samstundis
hartaði hann bæði USA og
Russland fyri ikki at hava
undirskrivað Kyotoavtal
una.
So leingi USA ikki vil
binda seg, vil Russland
heldur ikki binda seg.
Fáar loysnir
Hóast Mihhail Gorbatjov
nýtti nógva orku í sínum
fyrilestri at vísa á, hvørjir
trupulleikar eru í heiminum
í dag, var hann trekur at
koma við nøkrum ítøkilig
um loysnum. Hann staðfesti
fleiri ferðir, at tað er neyð
ugt at skifta núverandi skip
anir út fyri at bøta um støð
una. Fleiri áhoyrarar høvdu
eisini áhuga í at vita nærri,
hvussu hann helt hesa
loysnir skuldu finnast, men
Gorbatjov hevði ilt við at
vísa á nakrar ítøkiligar polit
iskar loysnir.
Vikuskiftismøti í Oasuni
Byrjað verður fríggjakvøldið við bønarmøti kl 21. Fyrireikararnir vóna,
at nógv fólk vilja taka væl undi við hesum vikuskiftismøtum, tí ynski og
bøn er, at Harrin Jesus skal møta okkum og av nýggjum birta eldin í
okkara hjarta til at bera gleðiboðskapin út. – Latið okkum hjálpa
høvrjum øðrum og bera byrðar hvrr hjá øðrum samstundi sum vit fáa
ein góðan sosialin felagsskap, siga teir. Vitjan verður eitt nú. úr
Klaksvík, Sandoy og Suðuroy. Oasubrøðurnir syngja leygarkvøldið. Tá
talar Árni Kjærbæk og Hjalgrim Davidsen vitnar. Sunnukvøldið talar
Regin Drangberg, og tá verður sangvitnisburður frá Ecclesia úr
Klaksvík og frá Terja og Honnu úr Kollafirði.
Mikhail Sergejevitj Gorbatjov er føddur 2.
mars 1931. Hann vaks upp í býnum
Stavropol, sum liggur har norðuri í Kaukasis.
Hann hevur útbúgving sum løgfrøðingur á
Universitetinum í Moskva, og fór upp í
sovjettiskan politikk í 1955. Frá 1985 til 1991
var hann aðalskrivari í kommunistiska
flokkinum og stjórnarleiðari í
Sovjetsamveldinum. Í 1990 fekk hann Nobel-
friðarheiðurslønina. Í 1996 stillaði hann upp
til forsetavalið í Russlandi, men honum
eydnaðist bert at fáa 0,5 % av atkvøðunum.
Fyri nøkrum vikum stovnaði hann ein
nýggjan flokk í Russlandi, sum verður róptur
Sosialdemokratiski flokkurin.
FAKTA
””””
Eg eri fullgreiður yvir, at Putin verður umrøddur sum eitt bølmenni
í fleiri londum í Evropa, men veruleikin er, at hann hevur roynst
ómetaliga væl sum forseti í Russlandi. Tit gloyma ofta, at Russland
er eitt torført land at stjórna og at tað er ómetaliga stríggið at fremja
reformar í einum so stórum landi
Vit eru í mitt í einari globalari kreppu, og okkum vantar visjónir,
hvussu vit koma á rættkjøl. Bert 30 % av heiminum livir í dag á einum
virðiligum støði, og tað er sjálvandi ikki nøktandi
Eftir mínum tykki stava umhvørvistrupulleikarnir, vit í dag síggja, fyrst
og fremst av vantandi umhvørvispolitikkinum í 20. øld. Millum annað
er tað ein stórur trupulleiki at veita øllum fólkum í heiminum feskt vatn
Tað er nærum blivin ein klassisk søga. Altjóða avtalur, sum lond binda
seg til at halda, verða als ikki virdar. Nærum øll lond hava bundið seg
til at lata 0,7 % av bruttotjóðarúrtøkuni til menningarhjálp, men í
løtuni er tað bara fýra lond, sum halda avtaluna
Ingolfsfjall skalv
Fólk, sum búgva á leiðini við Ingolfsfjall og í
bygdini Selfossi á Suðurlandinum í Íslandi, fingu
ein skelk um middagsleitið í gjár, tá jørðin fór at
skelva undir teimum. Skjálvtin var bara 2,7 á
Richterstiganum, og tveir minuttir seinni var ein,
sum var 2,3 á Richterstiganum. Skjálvtarnir
komu tó ikki heilt óvart á fólk, tí nakrir smærri
skjálvtar vóru gjáranáttina. Sambært
jarðfrøðingunum var miðdepilin í skjálvtunum ein
kilometur undir jørð.