Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 208 - 26. oktober 2007 Hóast eitt nærum samt løgting samtykti at avtaka fyrivarni móti Kyoto, vísti munnligur fyrispurningur í løgtinginum í gjár, at semjan ikki var so stór sum atkvøðugreiðslan bendi á Umhvørvi Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Seinasti av fýra munnligum fyrispurningum á løgtingi í gjár var tann hjá Hergeiri Nielsen, sum spurdi løg­ mann um umsiting av umhvørvismálum. Her var serliga hugsað um Kyoto­ avtaluna, sum løgtingið herfyri samtykti við 26 atkvøðum. Hetta førdi til eitt lívligt og til tíðir eisini stuttligt orðaskifti, men tað vísti eisini, at tingmenn langt frá vóru so samdir, sum atkvøðugreiðslan annars kundi bent á. Í tí stóra og heila fekk løgmaður toyggið, tí hann ikki hevði syrgt fyri, at greiðar ætlanir vóru lagdar fyri, hvussu Føroyar kunnu uppfylla krøvini um mink­ ing í CO2 útlátinum. Torbjørn Jacobsen, við sínum vanliga »punch­line« retorikki, vildi vera við, at løgmaður heilar tríggjar ferðir hevði verið í uttan­ landsnevndini fyri at spyrja, hvat hansara egna uppskot gekk út uppá! Kristian Magnussen vísti – eitt sindur meiri kon­ struktivt – á, at møguleikin stóð opin fyri einum el­ kaðali millum Ísland og Føroyar og segði, at ein slíkur hevði ikki bert kunna nøktað ein stóran part av føroyska el­tørvinum, men eisini loyst trupulleikan við niðurskurðinum av CO2 útláti. Hetta er ein møguleiki, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð, og sum verður mettur at vera ein realistisk loysn soleiðis, sum málið liggur í dag. Skuggaspæl Jenis av Rana tók eisini orðið og vísti á, at tað var ein ómanslig støða at hava, bert at lýða harraboðum úr Danmark um at minka út­ látið 8%. Sama førdi Jørg­ en Niclasen fram og víst var á, at øll onnur lond høvdu tingað seg fram til eina minking – og í summ­ um førum enntá eina øking – í CO2 útlátinum. Hergeir Nielsen, sum setti spurningin fram, eftirlýsti tað útgreiningar­ arbeiði, sum løgmaður nevndi í ólavsøkurøðu síni, men sum eingin hevði sæð minsta farvegin til. Heðin Zachariasen eftirlýsti hesi somu frágreiðing. Óli Breckmann fór so langt sum at kalla Kyoto­ avtaluna størsta svindil­ nummar síðani marxismuna. Løgmaður hevðist at tingmonnum fyri teirra »vinglandi« støðu. Hann helt, at talan var um eitt skuggaspæl, tí tinglimir tóku undir við at avtaka fyrivarni móti Kyoto, men ikki vildu taka avleið­ ingarnar av hesum. Hann førdi enn einaferð fram, at tað var ósømiligt at turka útlátið av upp á danir, og eftirlýsti eina greiða støðu frá løgtinginum við­ víkjandi niðurskurðinum av CO2 útlátinum. Men hvussu er og ikki, so vísti fyrispurningurin hjá Hergeiri Nielsen til løg­ mann, at semjan um Kyoto ikki er so breið, sum atkvøðugreiðslan herfyri bendi á. Ósemja um Kyoto Tað er eingin semja í tinginum um, hvussu vit megna at minka CO2 útlátið. Tað er eftir øllum at døma heldur ikki semja um, hvussu nógv vit skulu minka tað Mynd: Jens Kristian Vang Nú er líkamikið, hvar í landinum tú býr, og hvar tín yndis­ politikari býr, tí frá komandi løgtingsvali eru Føroyar eitt valdømi, og tað merkir, at tú kanst velja hvønn tú vilt POLiTiKKUr Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað vórðu gjørdar nakrar seinastu royndir at forpurra ella útseta endaligu avgerð­ ina um Føroyar sum eitt valdømi. Tá tingfundurin byrjaði gjáramorgunin stóð triðja viðgerð av tingmáli 5/2007 fyrst á skránni. Hetta mál eitur Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting. Men tingformaðurin boðaði frá, at av tí at eitt broytingaruppskot var frá­ boðað og var til endaliga redigering í umsitingini, vórðu punkt tvey og trý avgreidd fyrst, áðrenn upp­ skotið um Føroyar sum eitt valdømi kom fyri. Tingsalurin var annars stúgvandi fullur. 31 ting­ limir vóru í salinum, meðan Sverri Midjord var á veg við St. Ola, allir lands­ stýrismenn vóru har uttan Laksáfoss, sum er í Noregi í brúdleypi, ríkisumboðs­ maðurin var har – og áhoyr­ araplássini vóru fullsett. Eisini miðlarnir vóru møttir talsterkir upp. Um 11­tíðina suðaði salurin aftur í spenningi, tí tá var klárt at fara undir triðju viðgerð av máli 5/2007. Formaðurin boðaði frá, at eitt broytingaruppskot var komið, og tí greiddi Marjus Dam frá. Saman við honum vóru eisini Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, Gerhard Lognberg og Kristian Magnusssen við til at leggja uppskotið fram. Heilt nágreiniliga segði uppskotið: »1) § 2 verður orðað soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.” Fólkaatkvøða Nú er tað soleiðis, at eitt broytingaruppskot millum aðru og triðju viðgerð skal hava »identitet«. Tað kannn við øðrum orðum ikki víkja avgerandi frá uppruna uppskotinum, tí tá verður tað at rokna sum eitt heilt nýtt uppskot og skal til eina fyrstu viðgerð. Og tá fær tað onga ávirkan á tað uppskotið, sum ætlað er at broyta. Tí bar ikki til at skjóta upp, at málið varð sent út til fólkaatkvøðu, sum annars var ætlanin við broytingar­ uppskotinum. Tað gongur týðiliga fram í viðmerkingunum til broyt­ ingaruppskotið. Í viðmerkingunum sten­ dur: »Uppskotsstillararnir halda, at Føroya fólk eiga at fáa høvið at siga sína hugsan um málið, áðrenn broytingin um eitt valdømi kemur í gildi. Skotið verður tí upp, at l andsstýrismað­ urin fær heimild at seta lógina í gildi við kunngerð, og hevur hetta til endamáls, at geva honum eitt skotbrá at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um málið.« Víst verður víðari á, at nú fólkatingsval er útskrivað til 13. november hevði tað verið frálíkt høvi til eisini at havt avkvøðuna um Føroyar sum eitt valdømi samstundis. Hetta uppskot fall tó við 14 atkvøðum fyri og 18 ímóti. Somu lagnu fekk eitt annað broytingaruppskot, sum Hergeir Nielsen munn­ liga setti fram, og sum gekk út upp á at beina málið aftur í eina grein 25 nevnd, sum skuldi orðað eitt nýtt uppskot um nýggja vallóg. At enda varð uppskotið hjá Edmundi Joensen um Føroyar sum eitt valdømi samtykt við triðju viðgerð við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Og tað merkir í praksis fyri veljaran, at hann kann velja hvønn tað skal verða. Úr Sumba til Viðareiðis Tað var stórur aktivitetur millum nei-sigararnar í tinginumfyrrapartin í gjár Mynd: Jens Kristian Vang Edmund stillar upp Edmund Joensen fer at standa í søgubókunum sum hann, ið átti uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi. Hetta uppskotið varð sum kunnugt endaliga samtykt á tingi í gjár. Men hvussu so við Edmundi til komandi løgtingsval? – Jú, eg stilli upp, sigur Edmund Joensen. – Nú eg havi lagt slíka orku í at fáa eitt so kollveltandi uppskot ígjøgnum hevði tað virkað ógvuliga løgið, um eg valdi at kasta frá mær, tá uppskotið var samtykt. Hann hevur kortini einki boð uppá, um hansara møguleiki er størri ella minni at koma inn aftur á ting, nú Føroyar eru eitt valdømi. Bara miðlastjørnur Eitt av stóru kritikkpunktunum nú Føroyar eru eitt valdømi er, at tað fer at verða ógvuliga trupult hjá nýggjum kandidatum at sleppa framat. Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi tingformaður, førdi hetta fram í sjónvarpinum í gjárkvøldið, og somu meting hevur Anfinn Kallsberg. Tað verða bara heilt kend fólk, sum dagliga eru í fjølmiðlunum, ella miðlafólk sjálvi, sum hyggjarar og lurtarar dag og dagliga síggja og hoyra, ið fara at hava nakran kjans, meta teir báðir.