fríggjadagur 26. oktober 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 208 - 26. oktober 2007
viðmerkingar
Allan mánaðin á tamb
hevur Eivør verið á
konsertferð í Noregi.
Í hesum døgum er
hon í Danmark, og í
komandi viku kemur
hon til Føroyar at
hava konsert
Tónleikur
Eydna Skaale
Eydna@sosialuirn.fo
Frá 9.-21. oktober hevur
Eivør havt fleiri konsertir
kring Noreg. Fyrsta konsert-
in var sýnd á stóru norsku
sjónvarpsrásini NRK. Tað
var eisini NRK, ið skipaði
fyri konsertunum. Konsert-
irnar vóru við bæði donsk-
um, norskum og føroyskum
tóneilkarum, har Eivør var
einaumboð fyri Føroyar.
Ì gjár, í dag og í morgin
hevur Eivør tríggjar kon-
sertir á ymsum støðum í
Danmark, áðrenn hon vend-
ir nøsina heimeftir aftur, og
hevur eina konsert í Føroy-
um. Eftir stutta steðgin í
Føroyum gongur leiðin til
Íslands, har Eivør skal hava
eina stóra konsert í sam-
bandi við, at íslendski Spari-
sjóðurin fyllir 100 ár. Hetta
verður seinasta konsertin
hjá Eivør í ár, tí í desember
fer
hon
á
vælumtókta
jólatourin við DR Big Band,
eins og hon fyrr hevur
gjørt.
Fyrsta konsertin
síðani 2004
Hóskvøldið 8. november
fer Eivør á pall í sam-
komuhøllini í studentaskúl-
anum í Hoydølum. Hetta er
fyrsta
Eivør-konsertin
í
Føroyum, síðani hon hevði
útgávukonsert saman við
Bill Bourne og jólakonsert
saman við Pætur við Keldu
í 2004. Síðani tað, hevur
hon fleiri ferðir framført í
Føroyum, men ikki havt
sína egnu konsert.
Tá Eivør fer á pall
komandi hóskvøld, hevur
hon føroyskt orkestur við
sær. Edvard N. Debess,
Rógvi á Rógvu, Benjamin
Petersen, Ása Wraae verða
á palli saman við Eivør.
Harumframt verða eisini
Graham Henderson kemur
úr Fraklandi at spæla key-
board og Chris Herzberger
kemur úr Týsklandi at
spæla violin.
Á konsertini fer Eivør at
spæla løg av nýggjastu
fløguni Mannabarn, eitt
úrval av gomlum løgum,
umframt nøkur heilt nýggj
løg, sum ikki hava verið at
hoyrt áður.
Tað
verður
bert
ein
konsert í Føroyum, tí longu
fríggjadagin fer bólkurin
víðari til Íslands at spæla.
Atgongumerki til konsert-
ina í Hoydølum kunnu
keypast á Kunningarstovuni
í Havn og á Kunningar-
stovuni
í
Runavík
frá
mánadegnum 29. oktober.
Tey, ið vilja á konsertina,
mugu skunda sær, tí tað er
avmarkað atgongd.
Tónleikur
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Á rættarfundi í gjár
var avgjørt, at felagið
spf. G! Music skal
tvangsupploysast,
tí felagið er farið
fallitt. Sostatt hongur
G! festivalurin nú í
einum klønum tráð.
Samlaða skuldin er
omanfyri eina millión
krónur
Tað er nú nakað liðið síð-
ani, at Jón Tyril var í miðl-
unum og greiddi frá, at spf
G! Music, sum er partafel-
agið handan G! Festivalin,
var farið í gjaldssteðg.
Í gjár var málið fyri í
skiftirættinum, og úrskurð-
urin var, at felagið handan
G! varð tvangsupployst.
Peter Flügge, sum starvast
sum fulltrúði í skiftirættin-
um, sigur, at tá feløg verða
tvangsupployst kunnu tað
vera fleiri grundir.
- Vanligastu orsøkirnar
eru, at leiðslan ikki er
lóglig, ella at felagið ikki
megnar at svara hvørjum
sítt, og koma við einum
roknskapi, sum kann góð-
kennast,
greiðir
Peter
Flügge frá.
Hann sigur, at tá feløg
fara í gjaldssteðg, skal skifti-
rætturin taka støðu til hvat
skal henda við felagnum.
-Spf G! Music hevur ver-
ið undir trotabúðarviðgerð,
og úrskurðurin var, at fel-
agið ikki megnar at skaffa
tann peningin, ið restar í,
og at tað tí skal strikast av
skrásetingini. Felagið hand-
an G! festivalin er sostatt
ikki til longur, staðfestir
Peter Flügge.
Hann sigur, at tað, sum
var av peningi í felagnum,
varð býtt ímillum kreditor-
arnar, og síðani varð felagið
strikað.
Skuldin omanfyri
milliónina
Av tí, at felagið var eitt smá-
partafelag, er eingin persón-
ur, sum kemur at hefta fyri
skuldini.
- Poengið við at hava smá-
partafelag er, at tað ikki er
nakar fysiskur persónur,
sum kemur at hefta fyri
skuldina. Fólkini handan
partafelagið
skulu
seta
80.000 kr í, tí tað er
kostnaðurin av at stovna
eitt smápartafelag. Men
útyvir tann peningin, er
einki mist, staðfestir Peter
Flügge.
Spurdur, hvørjar vánirnar
fyri
einum
G!festivali
komandi ár, eru, svarar
Peter Flügge, at tað kann
hann ikki úttala seg um.
-Hasum
havi
ongan
møguleika at svara. Men eg
kann siga við vissu, at tað
verður so ikki við spf. G!
Music, at G! festivalurin
kemur á beinini komandi
ár. Men tað er einki sum
forðar fólkunum handan G!
í
at
stovna
eitt
nýtt
smápartafelag
og
royna
aftur, sigur Peter Flügge at
enda.
Hann vil ikki siga hvussu
stór samlaða skuldin er, og
heldur ikki hvørjir postar
hava
vigað
tyngst
í
roknskapinum.
Sosialurin hevur finið
upplýst, at hóast alt ikki er
endaliga avgreitt enn, so
liggur
samlaða
skuldin
omanfyri eina millión.
Í næstum verður lýst í
bløðunum, at kreditorar, ið
hava pening tilgóðar í spf.
G! Music, kunnu møta til
ein fund og krevja sína
ogn.
Vit hava roynt at fingið
eina viðmerking frá Jón
Tyril, høvuðsmanni handan
G!, men hann var ikki at
hitta áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Tórshøll bøtt um dansiumstøðurnar
Í Tórshøll í Havn hava tey nú bøtt um dansiumstøðurnar við at umskipa miðhæddina.
Dansigólvið er meira atskilt og vorðið nakað størri. Dansur er hvørt fríggjakvøld, leygar-
kvøld og sunnukvøld. Sagt verður úr Tórshøll, at tey leggja dent á at hava góð orkestur,
og tað fyrsta stóra dansitiltakið verður leygarkvøldið, tá X-Rays fara at spæla. Sam-
stundis vera hølini í kjallarnum opin hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld, har møguleiki
er hjá teimum, sum ikki ynskja at gjalda atgongumerkið til dansin at hugna sær.
Minningarhald fyri Stella Argus
Í sambandi við at fimmti ár eru liðin síðani Stella Argus fórst við allari
manningini – 22 monnum, verður minningarhald í Kvívík sunnudagin 28.
oktober kl 14. Minningarhaldið byrjar í gamla kirkjugarði, har standmynd,
sum Hans Pauli Olsen, listamaður hevur gjørt, verður avdúkað. Aftan á
minningarhaldið bjóðar kommunan drekkamunní Glæmuni, har øll eru væl
komin, siga P/F Kimbil og Kvívíkar kommuna.
Eivør konsert í Føroyum aftur
Eivør Pálsdóttir
fer komandi
hósdag at hava
egna konsert
aftur í Føroyum.
Hetta er fyrsta
sjálvstøðuga
konsertin hjá
Eivør í Føroyum
síðani 2004
G! festivalurin á húsagang
Av tí, at skuldin av ársins G! festivali var ov stór, er smápartafelagið handan festivalin farið á húsagang. í gjár varð felagið strikað
av skrásetingini. Skuldin er omanfyri eina millión krónur