fríggjadagur 26. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 208 - 26. oktober 2007
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Forlongt
løgtingsvalstríð
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh
Rasmussen hevur skrivað út fólkatingsval at
vera um tríggjar vikur. Hetta kemur sera dátt
við hjá føroyskum veljarum og politikarum, tí
vit skulu um nærum somu tíð til at fyrireika
okkum til eitt løgtingsval. At fólkatingsvalið
kemur áðrenn eitt løgtingsval má sigast
at vera sera óheppið. Nógvir føroyingar
leggja ikki so nógv í, hvussu fólkatingið
verður mannað og tíansheldur ikki, hvørji
umboð verða vald úr Føroyum. Tað er eisini
sera avmarkað fyri okkum, sum her búgva,
hvønn týdning eitt fólkatingsval hevur fyri
okkara gerandisdag og framtíð. Tað er ikki á
fólkatingi, at vit skulu menna okkum sum tjóð.
Vit hava tó rættin til at velja tvey umboð.
Fyri okkum er løgtingsvalið tað, sum hevur
týdning. Tað skuldi tí heldur verið øvugt, at vit
fyrst fingu eitt løgtingsval. Út frá úrslitinum
av tí kundu vit so funnið okkara bestu umboð
at senda til danska fólkatingið. Men tað fáa
vit so ikki gjørt so nógv við, tó at tað fer at
kennast løgið fyri okkum øll, at politiska
skipanin og allur kjakpallurin í Føroyum nú
skal gierast til at senda umboð til eitt danskt
ting, nú tað er so nógv, sum leikar á her hjá
okkum sjálvum.
Fólkatingsval verður 13. november, løgtingsval
verður 19. januar. Føroya fólk kann tí eins væl
longu nú gera sær greitt, at løgtingsvalstríðið
er byrjað. Tí veruleikin verður so helst tann,
at valið til fólkatingið fer at kennast sum ein
forsmækkur ella upphiting til løgtingsvalið,
soleiðis at vit tá samanum kemur í veruleika-
num seta hol á komandi løgtingsval longu
nú fólkatingsval er útskrivað. Vit fáa tí eitt
forlongt løgtingsvalstríð.
Gott ella ikki! Vit fáa so undir øllum
umstøðum møguleika at fáa lýst og debaterað
bæði stór- og smámál, soleiðis at grundarlagið
hjá veljarunum at kjósa ikki bert tvey umboð
á danating, men eisini tey røttu 33 fólkini
at stýra landinum komandi fýra árini, skuldi
kunnað verið munagott.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Í hesum mánaðinum - og
serliga seinastu dagarnar –
hevur undirritaði borið
eina rúgvu av góðum væl-
ferðarpolitiskum málum
niðan í Løgtingið. Vit hava
kýtt okkum í Almanna- og
heilsumálaráðnum fyri at
fáa øll tey nógvu málini frá
hondini, sum vit hava sett
okkum fyri at loysa í hes-
um umfari, og tað er ikki
so lítið sum sæst niðanfyri.
Eini tvey-trý mál eru eftir
og koma í næstu viku.
Lutaíbúðafeløg:
lógaruppskotið um
lutaíbúðafeløg er tað
størsta av øllum, og óivað
størsta bústaðarpolitiska
frambrot síðan Húsaláns-
grunnurin kom í trýssu-
num. Við uppskotinum
kemur eftirfylgjandi
nýskipanin av fíggjarliga
ábyrgdarstovninum, og
broytingin av mvg- og
rentustuðulslógini.
Vardir bústaðir:
uppskot um at kunna skipa
lutaíbúðir sum vardar
bústaðir fyri fólk við
serligum tørvi.
Leigulóg:
uppskot til fyrstu leigulóg
fyri Føroyar, við fylgilóg
um lagaligar skatting av
leiguinntøkum til tess at
økja útboðið av leigu-
íbúðum.
Sjúkrakassaskipan:
uppskot um eina nýggja
felags sjúkrakassaskipan
fyri Føroyar
Barnsins 1. sjúkradagur:
uppskot um at eisini tíma-
lønt fáa lønarendurgjald
fyri at vera heima barnsins
fyrsta sjúkadag.
Endurbúgving:
uppskot um at geva betri
atgongd til endurbúgving,
so at stuðul til endurbúgv-
ing skal vera óheftur av inn-
tøku og ogn hjúnafelags.
Hetta uppskot er framlagt
og verið gjøgnum 1., 2. og
endaliga samtykt við 3.
viðgerð uttan at ein einasti
fjølmiðil hevur tikið tað
upp á tungu !!!
Viðbót til pensjonistar:
uppskot um at hækka við-
bótina til ávísar pensjon-
istar (fyrr nevnd brenni- og
samskiftisviðbótin) úr
5.556 kr til 6.924 kr. árliga.
Hetta hevur verið til 1. við-
gerð í løgtinginum í dag.
Stakir uppihaldarar:
uppskot um veita serligt
barnagjald til stakar uppi-
haldarar uppá 6.000 kr.
árliga.
Vaksinatión:
uppskot um ókeypis
vaksinatión til pensjonistar.
Er sett í verk.
Fyritíðarpensjonistar:
uppskot um at veita lægstu
fyritíðarpensjonistum ser-
liga viðbót, sum 1. jan.
2008 verður 15.000 kr.
árliga og 30.000 árliga frá
1.jan.2009. Samstundis
verður mótrokningin av
aðrari inntøku minkað úr
60 niður í 30%.
Fólkaheilsuráð:
uppskot um at Fyribyrging-
arráðið verður til Fólka-
heilsuráðið og fær til upp-
gávu at fremja fólkaheilsu-
ætlan landsstýrisins.
Sambýlið fyri sálarsjúk í
Tórshavn:
verklagslóg um at byggja
nýtt sambýli fyri sálarsjúk,
16 mió. kr. til fyrsta byggi-
stig við 10 plássum av 16
tilsamans.
Økisdepil fyri sinnisveik í
Suðuroy:
verklagslóg um økis- og
sosialpsykiatriskan depil
fyri 24 mió, harí eisini eru
10 búpláss.
Psykiatrilóg:
uppskot til nýggja psyki-
atrilóg fyri ta gomlu frá
1938. Uppskotið verður
væntandi borið niðan í
tingið í komandi viku.
Tubbakslógin:
uppskotið um alment
roykibann í Føroyum
liggur klárt og bíðar eftir
endaligari tilsøgn til at tað
kann verða borið niðan í
løgtingið
Fólkapensjónin:
arbeitt verður við uppskoti
um at minka mótrokning-
ina í fólkapensjónsviðbót-
ini av aðrari arbeiðsinn-
tøku, úr 60 niður í 30%.
Nú vóni eg sjálvsagt at
Løgtingið fær høvi og frið
til at viðgera øll hesi góðu
mál, so tey kunnu verða
samtykt og fáa gildi, til
frama fyri betri kor og
vælferð hjá føroyingum.
Rúgva av góðum vælferðarpolitiskum
málum komin í Løgtingið
landsstýrismaður
HANS PAULI
StRøM
Javnaðarflokkurin skal nú
kasta keðiliga hamin av
sær. Vit skulu hava eina
nýggja byrjan væl kjølfesta
í gomlu sosialdemokratisku
virðunum.
Ein nýggj byrjan við
greiðum boðum uppá dag-
sins og morgindagsins
avbjóðingar. Ein nýggj
byrjan, sum ikki er ein
høgrasnaring. Tvørturímóti
skulu vit leggja enn størri
dent á traditionellu sosial-
demokratisku virðini, men
í nýggjum hami við greið-
um boðum uppá avbjóðing-
arnar í nútíðar og í framtíð-
ar samfelagnum.
Hetta er mítt boð til
landsfundin. Vit skulu aftur
verða kend sum ein nýmót-
ans og væl umtóktur flokk-
ur, ið hevur tætt samband
við veljarafjøldina.
Landsfundurin skal vera
startskotið til nýggju byrj-
anina. Fyrsta úrslitið skal
vera, at vit vinna Fólka-
tingsvalið. Sjálvur ætli eg
mær at leggja stóra orku í
hetta arbeiðið. Og eg ætli
mær avgjørt á fólkating...
Nýggj byrjan: Vit vinna fólkatingsvalið
www.john.fo
JoHN
JoHANNESSEN